Hvalba

Yrking

 

Lag: Á leikvøllum


Her í Suðuroy liggur tann bygdin,

sum man vera tann vakrasta her

fyri okkum og hvalbingar allar.

Vakra navnið tú yvir tær ber.


Runt um bygdina býlingar liggja

og teir eru so vakrir at sjá,

tá tú siglir inn Hvalbiar fjørðin

ja, so gleðast í hjarta tú má.


Fyri framman er Hvalbiar sandur,

fyri okkum tú vakrastur er.

Og tann slætti og vakrasti bøur

ja, tá ert tú mitt í tíni verð.


Her er vakurt í Hvalba á sumri

tá ið sólin hon geislandi sær.

Skúlaáin so vøkur har rennur,

jú, tá vekjast nógv minnir í tær.


Hvalba vøkur tú ert mær á vetri

tá tú klødd ert í snjóhvítan skrú.

Og so stint stendur Grymsfjall og verjir

fyri stormum um okkara bý.


Tá tú spákar tær niðan í heiðar,

og tú steðgar á túgvu og sært:

Heksvatn, Norðbergsvatn liggja so vøkur,

har sum piltur tú manga ferð vart.


Um tú gongur ein túr inn í dalin

og so steðgar á frið fløtum har,

sært tú Dalsá, sum rennur so vøkur.

Onga aðrastaðni hetta tú sær.


Lítla Dímun so vøkur har stendur,

fyri framman til Hvalbiar fjørð.

Hon er ogn fyri hvalbingar allar

ja, hon hoyrir til Hvalbiar jørð.


Tað er stuttligt á Hvalbiar stevnu,

tá um bygdina Royn karmur er.

Og tá Laðamenn spæla til dansin

ja, øll bygdin í høllina fer.


Jú, vit elska teg Hvalba av hjarta

og títt navn fylgir okkum á ferð.

Ljóst skal minnið um bygdina standa

hvar vit reika runt um hesa verð.


Johan Thomsen

Hvidovre 16.12.1998