Ættarfólkini hjá Mariu og Sámal Fundin hittast

ÆTTARVEITSLA: ? Her aldist upp okkara ættarlið, vit royna at ala eitt komandi við

 

Sunnudagin 22. juli hittast ættarfólk Mariu og Sámal Funding til ættarveitslu. Hesin hátíðardagur byrjar í Funningi kl. 10.00 við kaffi, og síðan verður farið í kirkju kl. 12.00. Eftir kirkjugongd, verður farið á grøvina hjá Mariu og Sámali. Síðan gongur leiðin til Leirvíkar í bygdarhúsið, har borðreitt verður við døgurða og tí, ið hartil hoyrir. Í Leirvík verður skipað fyri sangi, upplestri, hornblástri, og eisini verður onkur ættarsøga at hoyra.

Maria og Sámal Funding, sum vóru búsett í Funningi, andaðust ávikavíst 1956 og 1944. Sámal hevði tá verið blindur í 56 ár. Saman áttu tey seks døtur. Ein teirra, Anina, doyði bert hálvt ára gomul, hinar vóru, Sigga, Súsanna vanliga nevnd Duda, Jacobina, Jóhanna og Samuelina.

Tað hevur stóran týdning at kenna síni ættarbond, serliga gerst ein varugur við at so er, tá ein verður tilkomin og sjálvur fær børn. Ein fær ofta hug til at vita meira um spurningar sum: Hvør líkist hvørjum? Hvussu vóru tey og tey? Hvørjar traditiónir hava verið í familjuni? Hvørjir eru mínir tríminingar, ferminingar osfr.

Prátið fall inn á familju, ætt og at savna funningsættina, tá yngsta systurin Samulina Petersen, sum var búsitandi í Funningi, andaðist í november í fjørð 92 ára gomul.

Sámal Christiansen, Klaksvík, sum er sonur Jóhonnu Christiansen, tók stig til at savna funningsættina og heitti hann á Sigvald Kristiansen, á Skála, sum er sonur Dudu, Selmu Høgnesen, í Klaksvík, sum er dóttir Siggu og Mariu Skorastein, Leirvík, sum er dóttir Samulinu um, saman við sær at fáa í lag eina ættarveitslu.

Við stuðli frá yngra ættarliðnum, er hendan ætlan fingin í lag og 220 fólk hava teknað seg til tiltakið, og er tað sera stórur partur av familjuni.

Alt sum skal liva og grógva krevur umsorgan og røkt, og er tað tí neyðugt at yngru ættarliðini binda bond og verja um funningsættina.