Avmarking á, hvussu nógv ein einstøk fyritøka kann eiga av føroysku alivinnuni, er beinleiðis skaðilig fyri framleiðsluna í vinnuni og í besta føri óviðkomandi fyri føroyska brúkaran. Tí er byrjandi kappbjóðingin um at seta so lágt hægsta mark sum gjørligt fyri, hvussu nógv aliloyvir ein fyritøka kann hava, ikki heppin vinnupolitikkur.
Føroyski brúarin
líkaglaður
Í løtuni verður dúgliga kjakast um, hvussu stóran part av føroysku alivinnuni ein fyritøka skal hava loyvi til at eiga. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, og onnur við, siga seg vera bangin fyri, at ein einstøk fyritøka skal fáa monopolstøðu í alivinnuni. Málið er sera aktuelt, tí ein fyritøka er í løtuni sera aktiv á marknaðinum og roynir at keypa seg inn í fleiri alivirkir. Hetta hevur ført til eina byrjandi kapping millum politikararnar, um hvør kann mæla til lægsta markið fyri, hvussu nógv ein fyritøka kann eiga av føroysku aliloyvunum. Einki mark er í løtuni, men landsstýrismaðurin vil hava eitt mark uppá 20%, og nú eru røddir frammi um, at markið skal vera 10%. Alt hetta fyri at sleppa undan, at nøkur fyritøka fær monopolstøðu sjálvandi.
Nú verður so eisini tosað um at seta í verk eina antitrust lóg í Føroyum. Sipað verður her til amerikansku antitrust lógina (The Sherman Act), sum var sett í gildi fyri at verja amerikanska brúkaran móti, at monopolfyritøkur skuldu stinga seg upp. Tá tosað verður um eina føroyska antitrust lóg, má metast, at henda skal virka fyri sama endamáli, altso verja føroyska brúkaran móti monopolfyritøkum.
Men eingin mótsetningur er millum alivinnuna og føroyska brúkaran. Hvussu stóran part ein einstøk fyritøka eigur av føroysku alivinnuni kann vera fullkomiliga líkamikið fyri føroyska brúkaran. Tað, sum hevur týdning fyri føroyska brúkaran, er um tær fyritøkur, ið eru á tí marknaðinum, har hann keypur sínar vørur, hava monopolstøðu ella ikki. Tað hevur til dømis stóran týdning, um tað eru nógvar ella fáar bilasølur í Føroyum, tí hevði ein bilasøla monopol, hevði hon kunnað sett sínar prísir munandi upp, til skaða fyri føroyska brúkaran.
Men um alivinnan ella fiskivinnan hava monopolstøðu á heimsmarknaðinum kann vera eitt feitt fyri føroyska brúkaran, tí føroyingar eru ikki brúkarar, tað vil siga keyparar, av alifiski. Vit selja alifisk. Tí skulu vit heldur virka fyri, at brúksrætturin til føroysku firðirnar verður brúktur til at fáa so sterka støðu á heimsmarknaðinum sum gjørligt. Ber til at brúka føroysku firðirnar til at fáa monopolstøðu á heimsmarknaðinum, hvat ikki er sannlíkt, so ongantíð betur ? sjálvsagt ikki fyri keyparalondini, men fyri okkum.
Um alivinnan í Føroyum hevur monopolstøðu ella er partur av fyritøkum, ið hava monopolstøðu, á heimsmarknaðinum, er ikki okkara trupulleiki, men trupulleikin hjá teimum, ið keypa fiskin frá okkum. Fyri tað, at amerikanski brúkarin møguliga noyðist at gjalda ovurprís fyri laks á matstovunum í New York, nýtast okkara politikarar ikki at missa svøvnin.
Tvørturímóti kann tað verða ein fyrimunur fyri føroyska brúkaran, um alivinnan í Føroyum er eitt monopol ella partur av einum monopoli á heimsmarknaðinum fyri alifisk. Hevur tann, sum brúkar føroysku firðirnar til aling, monopolstøðu har hann selur sín fisk, forvinnur hann meira, enn um hann hevði verið í harðari kapping á marknaðinum. Og hugsa vit okkum, at landsstýrið krevur leigu fyri brúksrættin til alifirðirnar, vil hann tí eisini gjalda meira, enn ein, sum ikki hevur monopolstøðu. Hesir pengar kunnu so fara í Búskapargrunnin saman við møguligu oljupengunum ella fíggja ein skattalætta. Tá verður monopolstøðan til beinleiðis gagn fyri føroyska brúkaran.
Skaðiligt fyri
framleiðsluna
Tí fara politikarnir skeivir, tá teir av øllum alvi royna at forða samanleggingum í alivinnuni, og hvat verri er, tað skapar óneyðugar trupulleikar. Avmarking á talið av aliloyvum, ið tann einstaka alifyritøkan kann hava, er beinleiðis skaðilig fyri framleiðsluna í vinnuni. Eru eindirnar ov smáar, ber til dømis til at geva einum fjørði eitt hvíldarskeið av og á, so hesin kann koma fyri seg aftur, sum talan annars hevur verið um. Eisini verður truplari at minka rakstrarkostnaðin sum mest, tí møguleikarnir fyri samskipan av ymsum pørtum av rakstrinum verða avmarkaðir. Av tí sama kann kappingarførið hjá alivinnuni gerast verri.
Fyri tær fyritøkur, ið selja vørur og tænastur til alivinnuna, hevur tað lítlan ella ongan týdning, um alivinnan er miðsavnað ella ikki. Føroyska alivinnan er bert ein partur av virkisøkinum hjá teim flestu av hesum fyritøkum, og tær kunnu tí ikki pressast til at arbeiða fyri alivinnuna til undir marknaðarprís. Og er alivinnan ein stórur partur av virkisøkinum, ber til at keypa seg inn í vinnuna fyri at hava ávirkan, sum til dømis Havsbrún hevur gjørt. Tí er eingin orsøk til at áseta avmarkingar í alivinnuni fyri at verja undirleverandørarnar.
Halda politikararnir, at strategisk hugsan hjá eini stórari alifyritøku er ein vandi fyri aliframleiðsluna í Føroyum, kann ásetast í sáttmálanum um brúksrættindi til ein fjørð, at framleiðsla er ein treyt ? tó má hædd takast fyri oman fyri nevndu hvíldarskeiðum. Tá hevur fyritøkan ikki møguleika fyri fyrst at keypa eitt aliloyvi í Føroyum og síðan ikki brúka tað, til dømis fyri at minka um útboðið á heimsmarknaðinum og harvið økja prísin. Soleiðis ber til at tryggja, at um ein útlendsk fyritøka til dømis, sum møguliga hevur fleiri aliloyvir í Føroyum um hendi, niðurleggur framleiðsluna av strategiskum ávum, so kunnu myndugleikarnir staðfesta, at sáttmálatreytirnar ikki eru hildnar, og at brúksrættindini tí verða tikin frá fyritøkuni og latin ella leigað út til onkran annan. Ein slík treyt hevði ikki forðað fyri effektivitetsfremjandi samanleggingum og hevði helst eisini verið betur móttikin av útlendskum íleggjarum enn ein avmarking á tal á aliloyvum og ognarparti í alifyritøkum.
Um føroyska alivinnan verður miðsavnað hjá nøkrum fáum fyritøkum, er tað tí, at hesar fyritøkur eru tær effektivastu og kunnu bjóða núverandi eigarum eitt størri nútíðarvirði fyri teirra fyritøku, enn teir vænta sjálvir at kunna forvinna í framtíðini. Verða forðingar settar fyri slíkum handlum, kostar tað í effektiviteti, og tað er skaðiligt fyri allar partar: fyri núverandi eigarar av fyritøkuni, tí teir ikki hava møguleika at selja sína fyritøku til hægsta prís; fyri teir, sum vilja keypa, tí teir ikki sleppa at brúka øll síni evni til virðisskapan; og fyri samfelagið, sum ikki fær gagnið av einari vinnu, sum verður rikin so effektivt sum gjørligt. Stutt sagt merkja avmarkingarnar, at forðað verður fyri, at alivinnan sleppur at tillaga seg soleiðis, at mest effektivu framleiðararnir sleppa framat, og tað er altíð skaðiligt. Tí eiga politikararnir ikki at leggja seg útí, hvussu stóran part av alivirkseminum einstakar fyritøkur eiga, og um tær eru á útlendskum ella føroyskum hondum.
Hinvegin skulu politikararnir syrgja fyri, at landið fær marknaðarprís frá alarunum fyri brúksrættin til alifirðirnar. Í Noreg er ætlanin at selja alifirðir. Í Føroyum selja vit ikki ognarrættin til alifirðirnar, men lata brúksrættin fyri 12 ár í senn. Hesin brúksrætturin verður latin ókeypis í løtuni. Men júst sum fólk gjalda leigu fyri brúksrættin til eina íbúð, gjalda alarar, sum nú koma inn í vinnuna, leigu fyri brúksrættin til firðirnar. Tá ein alifyritøka verður seld í dag, er ein stórur partur av søluvirðinum brúksrætturin til firðirnar. Tann skuldarbinding, sum fer fram fyri at fíggja hendan partin av keypinum, svarar til kapitalisering av leiguni. Seljarin, sum hevur fingið brúksrættin til fjørðin fyri einki frá landinum, fær peningin. Men landið eigur firðirnar, og tað eigur at fáa leigupeningin fyri alifirðirnar. Tí skal landið selja, ikki geva burtur, brúksrættin til ein fjør á uppboði hvørt 12. ár, tá loyvið gongur út og fellur aftur til landið. Um keyparin er føroyingur ella útlendingur, og um hann hevur fleiri onnur loyvir, er óviðkomandi.










