lív lagað, má hon hava arbeiðspláss og bygdaráðið tey bestu ídaðarstykkini til veg, má kommunan hava onnur øki at vísa á. Ein vegaføring um havnarøkið í Leirvík verður ongantíð gott, tí vit fáa onki [...] av, har tvær stórar áir renna oman í, serliga tá ið tað er so stórur munur á flóð og fjøru, sum tað er her. Vísast kann eisini á, at Leirvík er brimpláss, men nú er havnin fingin so fræg, sum hon kann verða [...] hvussu havnin verður, nú alt skal fyllast uppaftur. Sum støðan er nú, er einasta loysn at gera ein veg oman fyri bygdina, sum skal vera ein bygdarvegur, har tað bert verður loyvt at koyra 50 km/t. Tí verður
skilst verður arbeitt við hesum málinum, og eru hesar kommunurnar komnar væl á veg í ásetingini av nøvnum á gøtum og nummarum á húsini. Fleiri av stóru kommununum sum t.d. Havn og Klaksvík hava sjálvandi [...] sæst, at í Norðoyggjum er tað bert Klaksvíkar kommuna sum hevur fingið hesi viðurskifti í lag, og á Sandoynni er tað bert Skálavíkar kommuna sum hevur gjørt tað sama. Í Suðuroynni hava nakrar av kommununum [...] bygdirnar Kunoy og Haraldsund. - Vit eru ikki komnir so langt enn, men hetta málið kemur helst fyri á komandi bygdaráðsfundi, sigur Heini O. Heinesen, borgarstjóri í stuttari viðmerking. Hesin fundur eftir
ikki fekst av skipinum á veg inn til Havnar, var dømi um eitt tekniskt brek, sum varð uppdagað longu úti á fjørðinum, har manningin á brúnni fekk tíð til at taka ferðina av skipinum á ein annan hátt, sigur [...] hugskot um, hvussu tey á strandferðsluni skulu leggja arbeiðið til rættis ikki minst tá talan er um skipabygging og ferðaætlanir. - Av tí at so nógvir føroyingar hava dagliga yrkið sítt á sjónum, fáa vit alla [...] stóð fyri byggingini av Smyrli. Vit hava fingið eitt avrit av listanum, og hava prátað við stjóran á strandferðsluni, Kristian Davidsen, um trygdina umborð og um endurgjaldskrøvini til skipasmiðjuna. Skipið
hann arbeiddi á skrivstovuni hjá General Motors í Keypmannahavn. Í 1966 flutti Líggjas aftur til Havnar. Tá fór hann á skrivstovuna hjá Skipafelagnum Føroyar. Í 1971 fór hann at arbeiða á granskoðaravirkinum [...] familjukærur, og hann gongur eisini høgt upp í abbabørnini. Higartil eru tey fýra í tali, og eitt er á veg. Líggjas er ógvuliga ítróttaráhugaður. Hann hevur spælt badminton í mong ár. Mestu orkuna í frítíðini [...] var úr Syðrugøtu, og pápin var ættaður úr Froðba. Hanna og Leon fingu fimm børn: Jórun Smith, sum býr á Argjum, Líggjas, Oddvá Nattestad, sum býr í Havn, Jógvan Salemon, sum býr í Syðrugøtu, og Helgi, sum
Hanna og Kaj á veg til Havnar til arbeiðis. Fyri tey øll verður broytingin við ferðingini stór, men kanska verður hon størst fyri Aðalstein, sum eisini situr við borðið og er á veg út á Skála, har hann [...] sigur hann. Prátið gongur ... Nú Dúgvan er á veg aftur til Klaksvíkar, hevur manningin tikið sær stundir til ein stuttan kaffisteðg. Kaffi og rundstykkir eru á borðinum inni í manningarrúminum, og teir [...] um man kravdi bummpengar á veg úr Havnini og um Brúnna, skjýtur ein triði upp ... og soleiðis gongur prátið ein kanska kortini ikki heilt vanligan kaffisteðg hjá manningini á Dúgvuni um Leirvíksfjørð.
tey, tá tey vóru sjúk ella á annan hátt varð brúk fyri barnagentu, og bæði mostur og ommubørnini elskaðu tað. Tá omma og abbi á ellisárum tørvaðu umsorgan tók hon gleðiliga upp á seg at passa tey eisini. [...] tungan harmin vekur at so dátt vit mistu teg, Harrin gevur, Harrin tekur, ei vit skilja Harrans veg; ei á foldum finnist tann, lívsins gátu grunda kann: Best sum sólin fagrast skúnur, deyðin inn um dyrnar [...] Eiðis at ganga til handa, til Gøtu at tæna hjá familju har og so aftur til Gjáar at taka handilin upp á seg, tá yngra systirin giftist. Sjálv giftist mostur í 1963 við Erlingi, og saman fingu tey einkardóttrina
óhugnaligar skuggar 25 ár fram í nútíðina, tá tær tríggjar hálvsystrarnar Erika, Laura og Molly eru á veg aftur til vøkru oynna, har tær plagdu at ferðast sum smágentur. Men túrurin verður alt annað enn ein [...] hvør sær verða settar andlit til andlit við teirra egnu skuggasíðu. Tó kann sigast, at í vinaflokkinum á oynni var eitt offur, sum systrarnar sviku so eirindaleyst, at tað illa ber til at ímynda sær, at børn [...] Golding. Men søgan avmarkar seg ikki til eina uppgerð við órættvísi. Tí aftanfyri leiktjøldini bendir alt á, at systrarnar kanska vóru fyri líka stórum sviki, sum teirra offur. Linn Ullmann, Et velsignet barn
verandi á marknaðinum sum ein lutfalsliga bíligur bilur. Hetta verður gjørt fyri at hava ein bil til at kappast við teir bíligu eysturlendsu bilarnar, sum seinnu árini eru komnir alt meira inn á marknaðirnar [...] kølaragittarinum og stórum Peugeot-logo mitt framman. Í mai mánað kemur ein heilt nýggjur Peugeot 207 á marknaðin, sum faktiskt er avloysarin fyri Peugeot 206. Peugeot 207 kemur sum hatchback við bæði trimum
kl. 10-12.00 Handverk. Vegleiðing er á staðnum. kl. 15.00-17.00 Opið hús Hósdagin 27. apríl kl. 10.00-10.30 Fimleikur - Sonja Danielsen kl. 14.00-17.00 Telduprát - Vegleiðing er á staðnum. kl. 14.00-17 [...] Myndaveving v/ Gretu á Lava Fríggjadagin 28. apríl Opið hús Mikudagin 3. mai verður busstúrur gjøgnum Norðoyatunnilin. Farið verður frá Fløvanum kl. 10.30. Vit eta døgurða á Hotel Norð á Viðareiði. Kostnaður [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta
og spurningurin er hvønn veg frárenslið fer at renna. Fer tað at renna í Norðoyggjar ella fer tað at renna inn á meginøkið. Evstamarkið á Sosialinum rak meg úr koyggjuni her á Hellunum klokkan fimm í morgun [...] søkja sjógvin hóma nýggjar møguleikar á meginøkinum. Á Skála stendur ein stór skipasmiðja, sum lokkar unglingar í læru. Teir síggja størri í einari fastari inntøku á einum stórum arbeiðsplássi, enn at liggja [...] hjá Gamla Høgnesen í Víkum og notið afturvið snapsi og elefantøli í fínu stovunum upp á og enntá í roykstovuni uppi á loft. Har var ball og kenning og eg var 11 ára gamal og fekk saman við javnaldrum mínum