Skomm at gera landsins størsta køst í Leirvík

Fredrik Gøte, Leirvík

At Leirvíkar Bygdarráð gevur loyvi til at leggja dýrt keypt byggibúgvið ídnað­arøkið undir koyriveg, mann vera lítið umhugsað.
Skal bygdini vera lív lagað, má hon hava arbeiðspláss og bygdaráðið tey bestu ídaðarstykkini til veg, má kommunan hava onnur øki at vísa á.
Ein vegaføring um havn­ar­økið í Leirvík verður ongan­tíð gott, tí vit fáa onki aftur­fyri.
Eg haldi eisini, at komm­unan eigur at spyrja løgreglu og Ráðið fyri ferðslutrygd um, hvat tey halda um hesa ætlan.
Kommunan má eisini spyrja Landsverk um tað er loyvt at neyðtaka havn­ina soleiðis, tí tað má vera hansara avgerð, tá ið samanum kemur.
Og tað verður eisini hans­ara skomm, tá ið Ytribogi í Leirvík verður gjørdur til landsins størsta køst, tí tað verður avleiðingin, tá ið alt verður byrgt av, har tvær stórar áir renna oman í, serliga tá ið tað er so stórur munur á flóð og fjøru, sum tað er her.
Vísast kann eisini á, at Leirvík er brimpláss, men nú er havnin fingin so fræg, sum hon kann verða.
Eg stúri fyri, hvussu havn­in verður, nú alt skal fyllast uppaftur.
Sum støðan er nú, er ein­asta loysn at gera ein veg oman fyri bygdina, sum skal vera ein bygdarvegur, har tað bert verður loyvt at koyra 50 km/t. Tí verður tað verður ikki ein rasarabreyt, men ein vegur, ið lýkur øll vanlig trygdarkrøv.
Hesum mugu vit taka til takkar við, sum støðan er. Men eg fari at minna politikarar á, at tit hava svik­ið tykkara lyfti til leir­víkingar og tað er skomm at vera orðloysingar, sjálvt hjá politikarum.