Norðoyingar og føroyingar annars heilsa í dag tunnlinum undir Leirvíksfjørð væl komnan og samstundis siga klaksvíkingar gomlu bygdini, sum teir plaga at taka til, farvæl. Klaksvíkin, sum teir hava kent hana, fer í søguna, og ein heilt nýggjur lokalur høvuðsstaður fer at trýna fram á pallin fyri norðoyingar. Hvussu framtíðarlagnan verður hjá Klaksvík veit eg ikki, eitt veit eg, tað verður ongantíð aftur sum fyrr. Henda stóra bygd, tað eru klaksvíkingar enn, sum ikki dáma býarheitið, hevur livað og ment seg avbyrgd og hevur trivist væl, sum ein fjarskotin partur av landinum. Tað hevur verið eitt eyðkenni fyri samleikan hjá klaksvíkingum, júst tað, at teir hava verið avbyrgdir og ikki ein partur av landinum og serliga ikki ein partur av teimum suðuri í Havn.
Onki verður sum tað hevur verið, nú koyrandi er undir Leirvíksfjørð. Klaksvíkin skal finna nýtt stev og hvussu hetta stevið verður, er ógvuliga ilt at spáa um.
Nú spyr lesarin kanska, hvussu ein 48 ára gamal rithøvundur og journalistur kann siga, at alt verður broytt í Klaksvík, og at klaksvíkingar, um teir vilja tað ella ikki, ikki longur sleppa at vera so avbera lokalir og væl vardir aftanfyri Klakk og Háfjall. Eg tosi av royndum og forsøgan er henda.
Ein heystardag í 1968, nærri roknað tann 23. meðan meðan ungdómsuppreisturin herjaði heimin, og alt skuldi broytast, koyrdi ein fremmandur bilur heim um Garðamørk í Oyndarfirði. Honum elti ein bilrøð so langt eygað røkk. Oyndarfjørður hevði fingið vegasamband og alt var í einum gleðisrúsi. Ongin grunaði, at henda hending fór at hava so kollveltandi broytingar við sær fyri lítla bygdarsamfelagið. Tað var ikki fyrr enn ár aftan á, at oyndfiringar raknaðu við og sóu, at teirra heimbygd var ikki at kenna aftur. Hvussu hátiðarhaldið var kundi verið skrivað ein heil bók um. Veislan fekk ikki annað navn enn Vegballið og var nógv havd á munni tey næstu tíggju árini. Oyndfirðingar bjóðaðu gestunum ræst kjøt, sum varð kókað niðri í kjallaranum í sethúsunum hjá Gamla Høgnesen í Víkum og notið afturvið snapsi og elefantøli í fínu stovunum upp á og enntá í roykstovuni uppi á loft. Har var ball og kenning og eg var 11 ára gamal og fekk saman við javnaldrum mínum nápað onkra stubbafløsku við elefantøli, sum ikki smakkaði so væl, sum hon kom at gera seinni. Har var reyp, har var ball, har var fyllskapur, bardagi, dansur og gott lag og nógv fremmandafólk.
Tað rann av aftur og oyndfirðingar bjóðaðu framtíðini av við góðum treysti, nú var vegasambandið komið og nú var einki óført. Avbyrgingin var av. Fólk kundu fara av bygd, tá íð tað passaði teimum og einki stríð var í mun til fyrr. Handilsmaðurin í Oyndarfirði og skyldmaður mín, Eivind Petersen, fortaldi mær í vikuni, at tað vanliga tók honum tríggjar dagar at avgreiða jólainnkeypið til handilin í heilsølunum í Havn. Nú kunnu oyndfirðingar gera eini ørindi í Havn og ikki vera meira enn tríggjar tímar burtur heiman.
Nú eru tveir dagar eftir til tøppurin verður tikin úr Norðoyartunnlinum og spurningurin er hvønn veg frárenslið fer at renna. Fer tað at renna í Norðoyggjar ella fer tað at renna inn á meginøkið.
Evstamarkið á Sosialinum rak meg úr koyggjuni her á Hellunum klokkan fimm í morgun. Sólin skínur, tað er ikki eitt skýggj á himmalinum, lotið er kalt og kavarfannirnar á Sandfelli gráta ikki í morgun um sítt hvíta lín. Sólin munar ikki so høgt upp enn. Eg síggi heim í heimbygdina og telji húsini, sum eru bygd aftan á at vegurin kom til bíggjar í 1968. 29 hús eru bygd í hesum tíðarkskeiði og tað er ikki so galið fyri eina bygd upp á knappliga 200 folk. So telji eg tey tómu húsini, og tey oyðileggja hetta roknistykki, tey eru 19 í tali. Tað merkir eitt húsayvirskot upp á 10 hús seinastu 38 árini. 76 sethús eru tilsamans í Oyndarfirði. Trekka vit tey 19 tómu frá, so eru vit niðri á 57 húsum. Trekka vit tey 29 nýggju húsini frá, har enn búgva familjur við børnum, tá eru 28 hús eftir. Í teimum búgva eitt og tvey fólk og tey flestu av hesum eru eldri fólk, eldri fólk, har børnini eru flogin, ella gamlir drongir og gamlar gentur.
Eg veit ikki um menningin í Oyndarfirði ræðir klaksvíkingar, tað átti hon at gjørt, og teir kunnu vera vísir í, at standa teir ikki framhaldandi fyri egnari menning, so syrgir meginøkið fyri at júst tað sama hendir i Klaksvík, sum hent er í Oyndarfirði seinastu 38 árini.
Áðrenn eg fari at viðgera teir møguleikar tunnilin kann geva klaksvíkingum skal eg neima eitt sindur við vinnuligu menningina í Oyndarfirði, hóast hon er í nógv minni mátistokki enn í Klaksvík. Tá ið eg var drongur í Oyndarfirði lógu tveir 20 tonsarar á sandgrynnuni og tríggir stórir maskinbátar. Teir róðu út og fóru norður um saman við fuglfirðingum, leirvíkingum og klaksvíkingum. Teir róðu umborð at seta í gongd, løgdu at keiini at taka stampar, hildu norður um komu aftur við stampunum og fóru síðan suður um Boðar til Haraldsen í Fuglafirði at avreiða. Síðan lá leiðin norður aftur til Oyndarfjarðar, fortøjaðu bátarnar, svóvu nakrar tímar og síðan avstað aftur. Ein ógvuliga tungur vinnuligur vegur. Nú skuldi ein hildið at vegasambandið fór at bøta upp á hetta. Tað gjørdi hann ikki. Fiskur varð ikki lagdur upp á land, nú hann kundi koyrast til eitt flakavirkið í nánd. Bátarnir sigldu framvegis suður um Boðar tey fyrstu árini og menning hendi ongin. Góð 10 ár seinni varð farið undir at gera eina havn, og tá vóru menn alvísir í, at nú fór bygdin at mennast. Havnin kom í 1982 og skjótt stóðu ikki færri enn trý virkir á havnalagnum. Øll hesi virkini hava ligið steinoyðin seinastu mongu árini. Okkurt hissini virksemi hevur verið, men tað hevur onga mettu givið. Í dag sær støðan soleiðis út. Har er einans ein bátur í drift, ein goggubátur, sum fiskar agn til aðrar og bestemt ikki til oyndfirðingar. Oyndfirðingar hava minst líka góðar møguleikar fyri útróðri sum klaksvíkingar, hóast tað, so liggur hendan flotta havnin, sum kann hýsa bátum í øllum veðri oyðin og deyð. Tað var nógv meira lív í, tá bátarnir lógu við teym á sandgrynnuni, hví er hetta soleiðis.
Eg veit ikki um næstu reglurnar ræða klaksvíkingar, tað áttu tær at gjørt. Oyndfirðingar fáa vegin í 1968 júst um tað mundið tá ið demokratiska vælevnið í USA, Robert Kennedy verður myrdur og somuleiðis mannarættindastríðsmaðurin Martin Luther King, og heimurin uttanfyri letir seg upp og heimurin letir seg upp fyri bygdini.. Teir ungu, sum skuldu tikið við eftir teimum eldru at søkja sjógvin hóma nýggjar møguleikar á meginøkinum. Á Skála stendur ein stór skipasmiðja, sum lokkar unglingar í læru. Teir síggja størri í einari fastari inntøku á einum stórum arbeiðsplássi, enn at liggja og gronast millum stampar norður úr Eiðiskolli í illveðri og agnaskræpu. Teir hóma møguleikar fyri at fara víðari, á maskinmeistaraskúla, til installatør, og aðrar handverksútbúgvingar við yvirbygningi. Nógv arbeiðspláss eru í Eysturoynni og hesi draga oyndfirðingar frá stampunum og í trygg og fjálg størv. Fiskivinnan verður drenað fyri arbeiðsmegi, sum verður sogin inn á meginøkið. Fólk fáa eisini eyguni upp fyri útbúgvingum á lærdum skúlum. Tey síggja, nú tey koma av bygd, at tey við útbúgving koma lættari til krónurnar enn tey ið bert hava tímalønina at halla seg til. Fleiri fara í framhaldsdeildina á Strondum og síðan víðari til Havnar og út í heim. Tá íð tey koma aftur, er ikki pláss fyri teirra størvum í heimbygdini, undirritaði endaði í Hoyvík, og eri nú komin norðuraftur, umvegis Hellurnar, nú eg eri givin at jakstra nýggjheitir og havi sett meg niður sum rithøvundur ein part av árinum.
Sova klaksvíkingar í tímanum, so fer júst tað sama at henda í Klaksvík um nøkur ár, sum er hent í Oyndarfirði seinastu 38 árini. Eg haldi, at samanberingin er í lagi, tí til amerikanska forsetavalið kunnu teir rokna út eftir undanvalum í teimum smæstu statunum hvussu samlaða valúrslitið verður.
Svarti pensilin hvítnar
Nú var ongantið ætlanin at taka breiða svarta pensilin fram og køva alla vón hjá norðoyingum henda hátíðardag, og tað er heldur ongin grund til, tí seiggið er teimum innan Klakk. Eg haldi meg hava førleikan til at úttala meg um hetta, tí eg havi einki annað gjørt seinastu trý árini enn at kanna handilssøguna hjá klaksvíkingum í samband við mítt ævisøguverk um Kaj Johannesen, og hon er ein sólsøga og eitt eindømi í Føroyum. Síðan Klaksvíkin tók at mennast eftir at einahandilin varð avtikin miðskeiðis í 19. øld hevur verið arbeiði og menning í Klaksvík uttan slit. Har hava altíð búð slóðarar, sum hava dugað at funnið nýggjar leiðir. Tað eru so nógvir aðrir enn Kjølbro, sum hava roynt seg, hóast hann varð so nógv tann størsti. Summir hava riðið á skeiva hestinum og eru ikki hóraðir undan, aðrir hava megnað at ført virksemið við arbeiði til nógvar hendur víðari í mong ár. Og tað er framvegis nógv fólk í Klaksvík, sum hava rygg og evni.Tað er tó skjott at missa fótafestið í hesum tíðum við alheimsgerð og miðstaðarsavnan.
Ein vísur amerikanari hevur sagt hesi sigandi orðini: Um eg geri sum eg altíð havi gjørt, so verður tað sum tað altíð hevur verið. At alt verður sum tað altíð hevur verið er tað sama sum afturgongd, tí onki stendur í stað, hvørki lív ella nakað annað. Sjálvt lívið gongur bara frameftir við kós móti deyðanum.
Eg hoyrdi herfyri ein klaksvíking siga nakað soleiðis: Lat okkum taka okkum av fiskinum og lat so hinar (teir á meginøkinum) taka sær av hinum. Hetta er ein ikki serliga vitug útsøgn. Fiskur sum vinna er bara í lagi so leingi hon gevur pengar, nógvar pengar, ikki bara at hóra undan. Gevur fiskur ikki pengar, so má ein finna upp á okkurt annað. Tað er ongin lóg sum sigur, at alt virksemið í Klaksvík skal snúgva seg um fisk, beinleiðis ella óbeinleiðis. Eg siti í hesum døgum á Hellunum og skrivi eina bók um tíð mína í Singapore 1996-1999. Hon kemur út í heyst. Arbeiðstittulin er 900 dagar í Lee Kuan Yew´s Singapore Lee Kuan Yew hevur brúkt alt sítt lív til at reisa Singapore frá einum fátækum malayiskum býi til ein heimsins fjórríkasta samfelag, roknað eftir inntøku pr. íbúgva. Hann hevur sitið í 27 ár sum forsætisráðharri. Eg eri bergtikin av hesum gløgga manni. Tá ið Singapore fekk sjálvstýri í 1965, ella rættari varð tveitt út úr Malaysia, stóð Lee Kuan Yew og hansara flokkur einsamallur við einari millión fátækum kinsearum og eitt sindur av øðrum fólki. Tey fingu mettuna av smáhandli og av arbeiði í gummiplantagum. Í dag eru tríggjar milliónir íbúgvar í Singapore, gummiplantagurnar eru horvnar og stórur partur av fólkinum í Singapore livir av at framleiða og menna hátøkni. Ein fittur partur livir av pengavirkseminum í býnum. Hetta er slett ikki náttúligt virksemi fyri fólkið í Singapore, men tey vóru noydd at ganga nýggjar leiðir, neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Hvussu bar alt hetta til. Lee Kuan Yew og hansara menn hugsaðu ongantíð, at vit kunnu einki, tí teir á meginøkinum eru dugnaligari. Teir hugsaðu heldur, vit vilja verða minst líka dugnaligir og allarhelst enn dugnaligari enn okkara kappingarneytar. Og kappingarneytarnir eru serliga Japan, Hongkong, Suðurkorea og Taiwan. Í dag Kina rættuliga komið við í kappingina.
Uppskriftin hjá Lee Kuan Yew er einføld. Lat okkum skapa fortreytirnar fyri útlendskum fyritøkum, at og sannføra tær um, at tað er rætt at flyta teirra virksemi til okkum og lat okkum arbeiða hart. Hendan uppskrift hevur virkað fyrimyndarliga fram til denna dag og kundi verið ein fyrimynd hjá Klaksvík. Vónandi fer Norðoyartunnilin at forskrekkja norðoyingar somikið, at teir fara at gera alt fyri at skapa virksemi í Norðoyggjum og hetta virksemi nýtist ikki bara at vera fiskur. Ongin spyr hvar pengarnir koma frá í reiðiligum arbeiði.
Tað er ikki óhugsandi at tey fara at sita norðuri á Viðareiði og menna telduskipanir til útflutnings, ella menna hátøkni á Norðtoftum. Og verðurfrøðilig tøkni sum vindmátarar kundi bæði verði samlað og royndarkoyrd í Norðdepli og í Hvannasundi, og sjálvandi við eini deild í Klaksvík til regnmátarar. Gentøkni í Svínoy, hví ikki?
Drúgva og eydnusama handilssøgan í Klaksvík hevur prógvað, at krút er í klaksvíkingum, nú mugu teir brúka ein part av hesum krútinum , so teir ikki hvørva í meginøkinum.
At enda má eg ikki gloyma Jógvan við Keldu. Eg viðgangi tað bart út. Hann er nógv meira framskygdur maður enn eg sjálvur. Stóð tað til mín, so hevði neyvan nakar tunnil verður skotin í gjøgnum í dag. Eg helt Jógvan við Keldu verða óðan í høvdinum, tá íð hann sum tann allarfyrsti alment fór at tosa um fast samband undir Leirvíksfjørð. Í dag síggi eg, at eg fór skeivur í mínum afturhaldni, og Jógvan við Keldu hevði rætt, hóast hann bæði varð spottaður og niðurgjørdur fyri sínar krystallkláru framtíðarvisiónir, tá íð hann kom fram við teimum fyri mongum árum síðan. Hetta er størsta politiska avrik Jógvan við Keldu hevur framt, hóast hann fekk fylgi seinni, tá ið fólk sóu, at ætlanin var gjørlig. Tillukku Jógvan við Keldu, tillukku allir norðoyingar.