Tað kann tykist ikki sørt ræðandi, tá sagt verður frá, at Strandfaraskip Landsins hevur ein langan lista við endurgjaldskrøvum mótvegis sponsku skipasmiðjuni, sum stóð fyri byggingini av Smyrli. Vit hava fingið eitt avrit av listanum, og hava prátað við stjóran á strandferðsluni, Kristian Davidsen, um trygdina umborð og um endurgjaldskrøvini til skipasmiðjuna.
Skipið altíð prototypa
Í sambandi við nógvu negativu umrøðuna, sum verið hevur, og ikki minst ivan, ið er sáddur um trygdina umborð, er ikki so løgið, at onkur kanska kenna seg ótrygg at sigla við Smyrli. Tí spyrja vit Kristian Davidsen, stjóra, hvussu ferðafólkini kunnu kenna seg trygg eftir hendingarnar og umrøðuna, sum hevur verið. Og hann leggur fyri við at greiða frá, at ferðafólk hava als einki at óttast, tá tey sigla við Smyrli, tí øll hugsandi fyrivarni verða tikin undir sigling. Men hann sigur samstundis, at skipið er nýtt, og at tað sjálvsagt er munur á einum nýggjum skipi og eitt nú einum bili, tí skipið er altíð ein prototypa, meðan bilurin verður hópframleiddur. Sostatt eru eingi skip púra eins, og eru tey altíð úrslit av menniskjuligum arbeiði.
- Av tí at talan er um eitt nýtt skip, er hetta sjálvsagt nakað, sum skipari og manning gáa serliga eftir fyrstu tíðina. Og júst fyri at forða einari vanlukku, so sum, at skipið skuldi rent á land, um eitthvørt tekniskt brek skuldi íkomið, verða øll fyrivarni tikin. Eitt nú verða tólini roynd áðrenn skipið nærkast kei, og skipið siglir altíð passaliga langt frá landi, tá rákið liggur inn móti landi, greiðir Kristian Davidsen frá. Og hann sigur víðari, at júst hendingin, har ferðin ikki fekst av skipinum á veg inn til Havnar, var dømi um eitt tekniskt brek, sum varð uppdagað longu úti á fjørðinum, har manningin á brúnni fekk tíð til at taka ferðina av skipinum á ein annan hátt, sigur Kristian Davidsen. Og hann vísir á, at eftir hesa hendingina hava umboð fyri undirveitaran verið í Føroyum og bøtt um brekið.
Í sambandi við black-outið, har skipið sløknaði í einar átta minuttir, sigur Kristian Davidsen, at hendingin er kannað og tað vísti seg at vera nakrar mannagongdir í sambandi við skiftið millum manuella og tekniska stýring, sum skuldu broytast - og tað eru tær nú.
Mangar meiningar
Men tað er kanska ikki so løgið, at fólk eru farin at ivast í trygdini umborð, tí líka síðani løgtingið samtykti, at nýggjur Smyril skuldi byggjast, hava søgur gingið um hann og um trygdina.
Til hetta sigur Kristian Davidsen, at tað altíð hava verið nógvar meiningar og hugskot um, hvussu tey á strandferðsluni skulu leggja arbeiðið til rættis ikki minst tá talan er um skipabygging og ferðaætlanir.
- Av tí at so nógvir føroyingar hava dagliga yrkið sítt á sjónum, fáa vit alla somlu tíðina góð ráð, fyrispurningar og meiningar hjá fólki. Men vit skulu sjálvsagt brúka serfrøðingar og koyra okkara egnu professionellu linju, tí alt annað hevði verið óseriøst, sigur Kristian Davidsen, sum kortini sigur seg skilja, at fólk eru serliga áhugað í Smyrli.
- Tíbetur kenna allir føroyingar, at teir eiga Smyril, men hetta ger ikki, at teir sleppa at ráða yvir honum, sigur Kristian Davidsen. Og hann vísir á allar myturnar, sum íkomu meðan byggingin fór fram - nakrar so seigar, at tær vóru settar fram sum fyrispurningar í tinginum. Eitt nú gingu søgur um, at stabiliteturin hjá skipinum skuldi vera út av lagi vánaligur, og at rør lógu, har sum ferðafólkini sita. Eisini gingu søgur um, at strandferðslan skuldu havt spart ein cylindara burtur, og at verkætlanin fór at gerast 100 milliónir dýrari enn mett. Og seinasta søgan, sum hevur verið at hoyrt úti í býnum, var tann, at garantiin uppá elektrisku installatiónirnar skuldi verið útgingin longu nú.
- Men allar hesar mytur eru gjørdar til einkis, sigur Kristian Davidsen, sum tó viðgongur, at tað var natúrligt, at fólk og miðlar settu fokus á byggingina, tí strandferðslan hevði nógvar trupulleikar at dragast við í samstarvinum við sponsku skipasmiðjuna undir allari byggitilgongdini.
- Men vit skulu samstundis ikki gloyma, at tað er ómetaliga óheppið fyri okkum, tá mytur og søgur gerast veruleikar. Tí tað eru nógv fólk, sum eru bangin fyri at sigla, og sum verða óneyðuga hart rakt og illa órógvað av, at søgur verða blástar upp í miðlunum. Tí skal javnvág vera millum at kunna og at blása mál upp, sigur Kristian Davidsen.
150 endurgjaldskrøv
Annað, sum vit hava sett okkum fyri at fáa burturúr strandferðslustjóranum í dag, er eina frágreiðing um nógv umrødda listan yvir endurgjaldskrøv til sponsku skipasmiðjuna. Og hann leggur fyri við at greiða frá, at eitt ára garanti eru uppá alt skipið - eisini elektrisku installatiónirnar.
- Innan eitt ár eftir yvirtøkuna, skulu vit hava ávíst øll brek og manglar, sum eru við skipinum. Fyri okkum er tað sjálvsagt neyðugt at fáa endurgjald fyri ein so stóran part av brekunum sum gjørligt, tí tá tíðin er farin, hanga vit sjálvi uppá allar útreiðslurnar, sigur Kristian Davidsen. Og hann greiðir frá, at listin, sum tey arbeiða við, er í tveimum, har annar eru fráboðanir av brúnni, meðan hin listin er úr maskinrúminum.
- Higartil hava vit fingið 75 fráboðanir av brúnni og eini 75 úr maskinrúminum, sigur hann, og vísir okkum listan.
Men eru hetta ikki ómetaliga nógvar fráboðanir, og skulu vit nú vera tryggari, hava vit hug at spyrja stjóran, sum tó er skjótur og svarar áðrenn hann verður spurdur.
- Nú gongur tíðin og vit eyðmerkja alla tíðina smá brek og manglar við skipinum. Um okkurt er, sum gongur út yvir trygdina, so verður hetta gjørt beinanvegin, og tey krøvini mugu vit so samráðast um aftaná. At talið nú, vit hava havt skipið í eitt hálvt ár, er komið upp á 150, er ikki so galið, og enn kunnu nógvar fráboðanir koma afturat, sigur Kristian Davidsen, sum ætlar at stríðast fyri at fáa øll krøvini ígjøgnum.
Tá vit lesa listan nærri sæst, at meginparturin av fráboðanunum snúgva seg um máling, sum skallar av, glastrevju, sum flosnar í kantunum, punkteraðir rútar og handtøk, hurðar og wc, ið ikki rigga. Hetta eru sjálvsagt ikki brek, sum hava nakra ávirkan á trygdina, men onkur teirra ávirka ferðafólkini, so sum, at kloakkluktur og at lyftin ikki riggar.
- Í mun til, hvat vit kundu vænta, eru hetta ikki nógvar fráboðanir, tí tað er vanligt innan skipabygging, at nógv krøv verða sett til smiðjuna eftir at nýggja skipið er latið eigaranum. Í okkara samstarvi við skipasmiðjuna, hava vit lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at umboð fyri sponsku skipasmiðjuna koma til Føroyar annanhvønn mánað, og tá samráðast vit um krøvini, sigur Kristian Davidsen.
Norrøna 1000 krøv
At fáa onkran at váttað upplýsingarnar frá Kristiani Davidsen, um at 150 krøv er tað, sum vit kunnu vænta og mugu góðtaka, settu vit okkum í samband við hitt stóra ferðafólkareiðarí føroyinga, Smyril Line. Har fingu vit samband við Jógvan í Dávastovu, sum er sonendur Maritime Operation Manager hjá Smyril Line, og var tað hann, sum stóð fyri trygdini hjá Norrønu, tá hon varð bygd. Og hann greiðir frá, at krøvini lættliga gerast ein hópur, tá talan er um nýbygt ferðafólkaskip. Og hann sigur, at í sambandi við Norrønu er ikki burturvið at nevna talið 1000 krøv, sum vórðu send veitarunum, áðrenn garantitíðarskeiðið gekk út.
- Tað snýr seg um at fáa alt við beinanvegin - og tað í ríkiligum máti - áðrenn garantitíðarskeiðið rennur út. Tí verður alt fráboðað, eisini smáting. Í okkara føri vóru kanska í miðal einar tríggjar fráboðanir í hvørjum av teimum 300 kømrunum, so tað er ógvuliga skjótt, at tað rennur upp, sigur Jógvan í Dávastovu, sum ikki metir 150 krøv til sponsku skipasmiðjuna verða nógv, nú eitt hálvt ár er fráliðið.