Sambært adressulógini (§10) skulu allar kommunur, innan tann 7. mars 2005, geva allar tillutaðar adressur upp til góðkenningar og skrásetingar í landsadressuskránni.
Hóast lógarteksturin er greiður, so er veruleikin tann, at nógvar bæði stórar og smærri kommunur enn ikki hava fylgt hesi lógini.
Millum hesar kommunur finna vit kommununa í Miðvági, Sunda kommunu, Tvøroyri, Runavík, Fuglafjørður og aðrar. Men sum skilst verður arbeitt við hesum málinum, og eru hesar kommunurnar komnar væl á veg í ásetingini av nøvnum á gøtum og nummarum á húsini.
Fleiri av stóru kommununum sum t.d. Havn og Klaksvík hava sjálvandi gøtunøvn, men her vanta ávísar rættingar, áðrenn allar adressurnar kunnu góðkennast.
Hyggur ein eftir yvirlitinum sæst, at í Norðoyggjum er tað bert Klaksvíkar kommuna sum hevur fingið hesi viðurskifti í lag, og á Sandoynni er tað bert Skálavíkar kommuna sum hevur gjørt tað sama. Í Suðuroynni hava nakrar av kommununum skipað viðurskifti, m.a. Vágur og Hov, men t.d. Tvøroyri hevur ikki hesi viðurskifti í lagi.
Ein av smærru kommunum sum heldur ikki hevur fingið hesi viðurskifti í rættlag er Kunoyar kommuna, sum umfatar bygdirnar Kunoy og Haraldsund.
- Vit eru ikki komnir so langt enn, men hetta málið kemur helst fyri á komandi bygdaráðsfundi, sigur Heini O. Heinesen, borgarstjóri í stuttari viðmerking.
Hesin fundur eftir ætlan seinast í komandi mánaði.