Allir Peugeot bilar koma í framtíðini at líkjast við t.d. tí eyðkenda opna kølaragittarinum og stórum Peugeot-logo mitt framman.
Í mai mánað kemur ein heilt nýggjur Peugeot 207 á marknaðin, sum faktiskt er avloysarin fyri Peugeot 206.
Peugeot 207 kemur sum hatchback við bæði trimum og fimm hurðum.
Peugeot 206 heldur áfram
Hóast Peugeot 206, sum í mong ár hevur verið mest seldi bilur í Danmark, fær ein avloysara í Peugeot 207, verður 206 tó verandi á marknaðinum sum ein lutfalsliga bíligur bilur.
Hetta verður gjørt fyri at hava ein bil til at kappast við teir bíligu eysturlendsu bilarnar, sum seinnu árini eru komnir alt meira inn á marknaðirnar í nógvum londum.