Minningarorð um mostur okkara

Hannelinu Joensen, Gjógv, fødd 5-12-1937, deyð 24-3-2006

Saknið tungan harmin vekur
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist tann,
lívsins gátu grunda kann:
Best sum sólin fagrast skúnur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
 
Hesi orðini hjá skaldinum kunnu vit taka til okkum, nú okkum var so dátt við at missa mostur, minst sum okkum vardi tað.
Eisini kunnu vit taka til gomlu orðini: Skjótt er Harranum um.
Mostur var dóttir Jóhonnu og  Sofus Debes við Gjógv, elst av trimum systkjum. Hon varð doypt Jóhanna Louisa Berlina Sofía eftir báðum ommunum, men var altíð rópt Hannelina eins og ommurnar vóru róptar ávikavist Hanna og Lina.
Mostur vaks upp í heimi við handli, telefonstøð og nógvari jørð.
Har var nógv at takast við: Handilin kravdi sítt, telefonstøðin tað sama, men ikki minst jørðin: eplir skuldu setast niður og takast upp, hoyggið skuldi fáast til høldar og so var tað at taka upp, tá flett varð.
Lívsstarvið hjá mostur gjørdist at taka sær av øðrum. Hon byrjaði lívsskeið sítt við at ganga foreldrunum til handa, síðani fór hon til Eiðis at ganga til handa, til Gøtu at tæna hjá familju har og so aftur til Gjáar at taka handilin upp á seg, tá yngra systirin giftist.
Sjálv giftist mostur í 1963 við Erlingi, og saman fingu tey einkardóttrina Odu.
Tað hevur altíð verið okkum øllum eyðsýnt, at mostur var Erlingi ein sera góð kona og Odu ein góð mamma, ja, tað er ikki ov nógv sagt, at tær báðar høvdu eitt óvanliga tætt samband sínámillum. Tá svigarsonurin kom í húsið, varð tikið ímóti honum við opnum ørmum, og so ikki at gloyma ommubørnini, Hannelinu, Elsu og Erling; tey vóru eygnasteinar hennara.
Hon elskaði Hannelinu, Elsu og Erling yvir alt, og tey hana. Mangir eru túrarnir, hon gjørdi suður til Havnar at passa tey, tá tey vóru sjúk ella á annan hátt varð brúk fyri barnagentu, og bæði mostur og ommubørnini elskaðu tað.
Tá omma og abbi á ellisárum tørvaðu umsorgan tók hon gleðiliga upp á seg at passa tey eisini. Hetta var henni ein sjálvfylgja, og gestablídni teirra førdi hon víðari.
Í húsunum hjá ommu og abba var bæði handil og telefonstøð, so har komu nógv fólk. Eisini vóru tað skyldfólk og aðrir kenningar, ið vitjaðu við Gjógv, sum sjálvsagt stukku inn á gólvi, og øllum varð vístur blíðskapur. Tað eru mong, ið hava sitið væl har, og mostur var altíð ein hollur stuðul hjá ommu og abba, so tá tey fullu frá, tók mostur móti gestunum í sínum egna heimi.
Vit minnast mangar glaðar løtur frá barnaárunum, bæði frá dagliga arbeiðinum, so sum hoyggingini, har mostur var tann náttúrligi generalurin, ja, mangar hugnaligar og stuttligar løtur vóru uppi í Bø hesar dagarnar.
Og so ikki minst tá familjan var samlað. Oda er okkara einasta systkinabarn og bert fáir metrar eru millum húsini, so vit høvdu gott og tætt samband okkara millum heilt frá fyrsta degi. Nógvar hugnaligar løtur hava vit at minnast afturá, tá familjan var samlað um høgtíðir, føðingardagar og aðrar dagar, har vit sum traditión møttust, her lá hennara lutur ikki eftir at skapa hugna.
Føðingardagarnar gloymdi hon avgjørt ikki. Um tað av onkrari orsøk ikki bar henni til at koma, so ringdi hon, men bar tað á nakran hátt til at koma, so var hon har. At ommusystirin kom í føðingardag, var sjálvsagt fyri børnini, og øll vóru tey eisini líka góð við ommusystir.
Minni hevði hon sjáldsama gott. Tað var ikki ein føðingardagur ella merkisdagur annars í bygdini, hon ikki mintist. Spurdi tú hana um nær onkur hending fór fram, so visti hon næstan altíð upp á dagin: Tað var sama dag sum tann ella tann var føddur, ella tað var sama ár sum tann og tann giftust. Og tað gretti ikki, um tú kannaði eftir, so passaði tað altíð til fulnar!
Alt, sum mostur tókst við, varð gjørt til fulnar. Hon hevur vaska skúlan í fleiri ár, og í fjøruti ár hevur hon verið í kirkjuráðnum, og flestu av hesum árunum hevur hon eisini vaska kirkjuna. Hetta varð alt gjørt av einslistum!
Mostur gjørdi ongantíð nakað burtur úr sær sjálvari. Hon var bara har og fjálgaði um onnur ella vísti blíðsemi. Hetta hevur hon eisini lagt niður í Odu, og tað vísti eisini tann sera stóra mannfjøld, ið var og fylgdi mostur til gravar. Ongantíð man fjøldin hava verið størri enn tað sama við Gjógv, sjálvt um veðrið var stak vánaligt.
Nú hon gjørdist sjúk, gramdi hon seg ongantíð fyri øðrum. Hon gleddi seg at gerast frísk aftur, og koma út millum fólk, men so skuldi ikki vera.
Tað kennist so tómt og óveruligt nú ongin mostur er. Ongin er í gongsvindeyganum, tá man gongur eystur eftir veg ella fyri stovuvindeyganum, tá man hyggur heimeftir! Saknurin hjá okkum er ómetaliga stórur, men størstur er hann hjá manni, dóttir, vertssoni og ommubørnunum. Men vit liva øll í vónini um at hittast aftur ein dag.
Friður verið við minninum um mostur, vit fara altíð at minnast teg!
Hvíl í friði!
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Sofus, Anna, Jóhanna og Hergerð