Hóskvøldið megnaði føroyska U21-landsliðið í fótbólti tað A-landsliðið ikki hevur megnað. Nevnliga at vinna ein undankappingardyst móti Íslandi.
Á Avis vøllinum í Reykjavík vunnu Føroyar ein flottan 2-1 sigur á íslendsku favorittunum. Mattias Hellisdal og Áki D. Samuelsen syrgdu fyri føroysku málunum.
Millum føroysku áskoðararnar, ið vóru møttir at stuðla okkara U21-landsliði vóru A-landsliðsleikararnir í hondbólti, Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, ið báðir spæla við Vali í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Valur vann mikukvøldið 32-27 (14-10) á Stjörnuni á útivølli. Allan skoraði fýra mál, og Bjarni skoraði eitt mál.
Sera góður stílur av Bjarna og Allani. Vit eiga avgjørt at standa saman um øll okkara landslið. Og hetta er fyrimyndarligt av føroysku leikarunum hjá Vali.
##med2##