Forbannaður barndómur

Idylliska myndin av barndóminum og tess endaleysu summarferium í nýggju skaldsøguni, Et velsignet barn, eftir norsku Linn Ullmann er, stokkurt

 
Skjótt kastar myndin langar, óhugnaligar skuggar 25 ár fram í nútíðina, tá tær tríggjar hálvsystrarnar Erika, Laura og Molly eru á veg aftur til vøkru oynna, har tær plagdu at ferðast sum smágentur. Men túrurin verður alt annað enn ein nostalgisk stuttleikaferð, tí onkustaðnið í huganum hjá teimum øllum spøkir enn minnið um vanlukkuliga dagin fyri 25 árum síðani, tá sakleysi barndómurin við eitt hvarv fyri altíð.
Hvat, ið hendi, skal ikki avdúkast her, tí partur av ørindinum hjá skaldsøguni er spakuliga at avdúka, hvussu systrarnar hvør sær verða settar andlit til andlit við teirra egnu skuggasíðu. Tó kann sigast, at í vinaflokkinum á oynni var eitt offur, sum systrarnar sviku so eirindaleyst, at tað illa ber til at ímynda sær, at børn kunnu vera so devulsett. Fløkta skipanin av valdsmisnýtslu og øvundsjúku í flokkinum fær teg at hugsa um Lord of the Flies hjá Golding. Men søgan avmarkar seg ikki til eina uppgerð við órættvísi. Tí aftanfyri leiktjøldini bendir alt á, at systrarnar kanska vóru fyri líka stórum sviki, sum teirra offur.


Linn Ullmann, Et velsignet barn,
Týtt: Karen Fastrup og Niels Lyngsø,
Lindhardt & Ringhof, 2006