vil), tí tað snýr seg um, hvat vit sjálvi megna. – Har eri eg púra samdur. Sjálvandi er tað fyrst og fremst okkara egni politikkur, sum avger okkara kredittvirði. Vit koma tó ikki uttanum, at Moody’s [...] (sum er úrslit áðrenn íløgur) er batnaður, síðani henda samgongan tók við. Um vit hyggja í landsroknskapin, so síggja vit, at landskassin hevði 195 mió. krónur í avlopi í 2022 (sum var seinasta árið hjá [...] ikki. Eg síggi at løgmaður eisini er úti við eini grein, har hann sigur, at tað eru íløgurnar hjá undanfarna landsstýri sum eru orsøkin til ringa úrslitið hjá teimum. Spurningurin er, hví avlopið so vendi
foreldrini búgva, sum nú eru skuldsett fyri serliga grova vanrøkt av børnum og dýrum, eru ikki blíðir. Longu hin 12. mai í 2009 vendu hjúnini, Svend og Hanne Grethe, sær við klagu til Brønderslev kommunu, tí tey [...] høvdu varhugan av, at alt var ikki, sum tað átti. Tað, sum nú hevur fingið øði í grannarnar, er, at kommunan ikki tók hesa klagu í álvara, nú tað vísir seg, at hjúnini í Serritslev hava tvingað elstu dóttrina [...] ein hest. - Tað, sum nú er komið fram, er ræðuligt, og kommunan hevur eina stóra ábyrgd av hesum. Ymiskt av tí, sum hendi, kundi verið umgingist, um kommunan hevði gripið inn, tá vit sendu okkara teldupost
Norrønu til Danmarkar. - Vit fara rættiliga aggresivt til verka í vetur í Noreg. Í veruleikanum fara vit beinleiðis eftir kjarnuferðafólkunum hjá Fjord Line. Vit bjóða norðmonnum ein vikuskiftistúr úr Bergen [...] sigur Hendrik Egholm, sum er marknaðarstjóri á Smyril Line. - Vit hava gjørt eitt nýtt produkt. Prísirnir eru enn lágir, men í ár liggja vit longri í Hanstholm leygardag frá kl 9 á morgni til kl 18 á kvøldi [...] til norðmenn. - Hartil fara vit at leggja okkum eftir at fáa norskar fyritøkur at halda jólafrokost umborð á Norrønu, meðan vit sigla frá Bergen til Hanstholm. hetta hava vit ikki roynt áður, men Fjord
við luppi verið leitað eftir orsøkum. Tí skulu vit ikki gera burturúr hesum, men í HB eru teir farnir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár: ? Vit rokna við, at so at siga allir, sum hava verið [...] Telefonin kimaði aftur og aftur, og HB viðhaldsfólk vildu vita, hvussu tað nú var vorðið. Og hvat segði tú teimum? ? Eg segði teimum, at tá vit eftir GÍ dystin settu Ion Geolgau aftur í venjarasessin ? eftir at [...] undir somu treytum, sum vóru galdandi frammanundan. Fyrr í ár longdu vit sáttmálaskeiðið til og við 2003, og soleiðis verður tað. Vit, sum hava ábyrgd í felagnum, og venjarin hava onga ætlan um at broyta
eitt annað forlag at geva út. - Annars eru vit ikki givin við at geva bøkur og søvn hjá ungum rithøvundum út. Vit fáa javnan handrit, og vit meta um tey. Um tey ikki eru nóg góð, so fær viðkomandi tað aftur [...] havt verður í huga, at vit hava eitt høvuðsarbeiði og hetta sum hjáarbeiði, so kann tað mangan vera tungt, tí vit brúka nógvar tímar av okkara frítíð uppá hetta. Men hinvegin høvdu vit ikki farið undir hetta [...] teirra arbeiði fyri at takka, at útgávurnar eru so nógvar í tali. - Ein má hava í huga, at tá eg var barn, komu bara eini 10-20 bøkur út á føroyskum um árið. Nú koma eini 150 um árið, so tað er ein stór
Vit eru longur burtur enn nakrantíð frá málinum um at skerja útlátið 20 prosent Útlátið a vakstrarhúsgassi í Føroyum økist alsamt - og nú er tað størri enn nakrantíð. Tað eru tey døpru tølini í eini uppgerð [...] enn tað var í 2005. Men uppgerðin vísir, at vit eru heilt langt frá at røkka málinum. Samstundis vísa tølini, at tað gongur bara tann skeiva vegi og í dag eru við longri burtur frá málinum enn nakrantíð [...] tilsamans var 905.000 tons í CO2 eindum, og tað eru góð fimm prosent meiri enn í 2017. Tað mesta av vøkstrinum, ella 2,9 prosent, er F-gass, sum fyri stóran part eru kølievni, sum verða brúkt umborð á skipum
sum enn ikki hava fingið pensión játtaða. Og nú skulu tey so eisini taka sær av teimum, sum hava fingið pensiónina. Vit tosa ikki um fimm ella tíggju fólk, vit tosa um gott 500, sum hava lægstu fyritíðarpensión [...] er alternativ til uppskot Tjóðveldisfloksins, so tosa vit væl um, at nakrir hundrað fyritíðarpensionistar koma út á arbeiðsmarknaðin 2007. Og gera vit tað, so skal Arbeiðsmarknaðardeildin ikki bara styrkjast [...] Oman á alt kemur so eisini, at eitt slík átak er ótrúliga kostnaðarmikið. Tosa vit um virðilig arbeiðstilboð, tosa vit um virðiliga løn, so skal roknast við, at landskassin skal lata umleið eina arbe
ikki at vera besta tíðin, og undirtøkan var ikki nakað serligt. - Men nú eri eg pensjóneraður, og nú gera vit fimleik fyrrapartar, og nú er undirtøkan ein heilt onnur, sigur Dánjal Húsgarð. Liðið, sum hevur [...] hini liðini, sum eg havi havt, men hesir vildu ikki gevast, og liðið bara vaks, so vit hava hildið fram heilt til nú Tilhaldið fer í summarfrí, sigur Dánjal Húsgarð. [...] Teir eru frá pensjónsaldri og upp til 86 ár. Og teir hittast tvær ferðir um vikuna gjøgnum veturin til fimleik og hugnaliga samveru. Tað er Dánjal Húsgarð, sum hevur tikið stig fimleikin. Og hann er ikki
um, at vit vunnu, og at eg fekk høvi at vera við. Sum eg fleiri ferðir havi sagt síðstu vikurnar, so taka vit ein dyst í senn. Vit royna at gloyma steypasigurin í nakrar dagar. Nú fokusera vit upp á l [...] smílast hinumegin. Orsøkin, til at teir í FCK vóru eitt sindur ivasamir sunnukvøldið, var tann, at nú eru uppaftur fleiri av føstu monnunum skaddir og leikbannaðir, enn tað vóru frammanundan finaluni. Sunnudagin [...] sigur Todi Jónsson. Tá ið vit frættu í gjár var ikki greitt, um Todi fer at vera á FCK liðnum í morgin. Men tað er sumt, sum bendir á, at Todi verður millum teir fyrstu ellivu. Tað eru bara hann og Jesper Bech
seg. - Hóast vit ikki vita um øll viðurskiftini enn, so verða vit væl fyri til uppgávuna. Men hinvegin, vit mugu allatíðina hava í huga, at vit ikki eru eitt hersetingarvald, men at vit eru friðarstuðlar [...] hann testamenti og alt. Vit royndu at tosa hann frá tí, men har var einki at gera, og vit hava alla tíðina stúrt fyri, at okkurt sovorðið kundi henda. Eg vóni bara ikki, at hann nú fer avstað aftur, men [...] fígginda sum ynskir teg av hundanum til. Men vit eru komnir higar við friði, og skulu tí bert skjóta aftur, um tað altso verður skotið eftir okkum. - Og sum eg skilji, eru fólk sera positiv fyri okkara arbeiði