Nú Norrøna skjótt aftur fer undir vetrarsiglingina, eru tey á Smyril Line í ferð við eina rættiliga umfatandi marknaðarføring í Noreg. Ætlanin er púra greið: Tey vilja hava norðmenn at ferðast við Norrønu til Danmarkar.
- Vit fara rættiliga aggresivt til verka í vetur í Noreg. Í veruleikanum fara vit beinleiðis eftir kjarnuferðafólkunum hjá Fjord Line. Vit bjóða norðmonnum ein vikuskiftistúr úr Bergen til Hanstholm fríggjadag til sunnudag, sigur Hendrik Egholm, sum er marknaðarstjóri á Smyril Line.
- Vit hava gjørt eitt nýtt produkt. Prísirnir eru enn lágir, men í ár liggja vit longri í Hanstholm leygardag frá kl 9 á morgni til kl 18 á kvøldi, sigur hann.
Hetta gevur teimum góðar møguleikar at skipa fyri shoppingtúrum og tað er júst tað, sum norðmenn vilja, sigur Hendrik Egholm.
Smyril Line bjóðar norðmonnum bíliga sigling, og tá komið verður til Hanstholm, bíða bussar á bryggjuni, sum koyra teir innkeypsútferðir til Bilka og IKEA í Aalborg.
Umframt sigarettirnar dámar norðmonnum serliga væl at keypa kjøtvørur í Danmark. Tískil fer Smyril Line eisini at bjóða fram goymslu av køli- og frystivørum í konseptinum til norðmenn.
- Hartil fara vit at leggja okkum eftir at fáa norskar fyritøkur at halda jólafrokost umborð á Norrønu, meðan vit sigla frá Bergen til Hanstholm. hetta hava vit ikki roynt áður, men Fjord Line og Color Line hava vunnið heilt fitt av peningi upp á hetta, sigur Hendrik Egholm.
- Alt í alt snýr tað seg um at gera alt fyri at betra um søluna hjá Smyril Line. Smyril Line vinnur meginpartin av søluni uttanlands, og tessvegna eru flestallir kappingarneytar okkara útlendskir, sigur Hendrik Egholm, sum vísir á, at fyrri parturin av vetrinum og summarið hevur gingið sera væl hjá Smyril Line.
- Men í heyst og seinna partin av vetrinum fara vit at gera enn meira fyri at økja søluna. Tí fara vit í heyst og vetur harðligari til verka á norska marknaðinum fyri at fáa størri bitar av norska innkeypstúr- og jólafrokost marknaðinum, sigur Hendrik Egholm, sum leggur dent á, at felagið enn sum áður fer at hava sera lágar prísir fyri føroyingar, sum vilja til Danmarkar í vetur ella standa á skíð í Noreg.
Fakta:
Smyril Line legði í januar í ár vetrarstrategiina um. Frá at steingja av stórar partar av skipinum og spara so nógv sum til bar, royndu tey eina nýggja strategi, har tey:
" Settu prísirnar í botn (Føroyar Hanstholm t/r við bili 500 kr.) bæði í Føroyum, men á øllum hinum marknaðunum eisini
" Fóru at sigla upp á Bergen um veturin var eisini gjørt fyri nøkrum áðrum síðan, men varð so slept
" Settu hart inn á norska marknaðinum, har roynt varð eftir norðmunnum, sum gera innkeypstúrar í Danmark. Hesum marknaði hevur Fjord Line traditionelt sitið á, í seinastuni eisin Color Line. Smyril Line læt bíligar ferðaprísir men norðmenn keypa sera nógv umborð
- Hetta var ein góð avgerð, tí sølan øktist nógv, bæði úr Føroyum, Danmark, men ikki minst úr Norra, sigur Hendrik Egholm, marknaðarstjóri á Smyril Line.