Forlagið Fannir ger eitt stórt arbeiði fyri føroyskar bókaútgávur og hevur harvið ríkað føroysku tjóðina við alskyns skaldskapi. Tað liggur nógv arbeiði aftanfyri hvørja útgávu, men Árni og Marianna gera tað av berum áhuga.
- Eg hevði sjálvandi ikki gjørt hetta, um eg ikki helt, at tað var stuttligt at fáast við tað, og eg haldi, at tað er ógvuliga stuttligt at fáast við bókaútgávur, sigur Árni Dahl.
Idealisma
Tað er nakað idealistiskt við arbeiðnum hjá Marionnu og Árna, tí tey hava hildið á í so nógv ár, hóast tann peningaligi vinningurin er ógvuliga avmarkaður, og fleiri bøkur geva beinleiðis undirskot.
- Eg haldi, at tað er ein partur av tjóðarbyggingini at geva bøkur út. Eg vil vera við til at lívga um á hesum økinum, so at nýggjur skaldskapur verður givin út allatíðina.
Í sínum dagliga arbeiði fæst Árni nógv við føroyskar bøkur. Hann er lærari fyrst og fremst í føroyskum og hevur arbeitt bæði í fólkaskúlanum og á Læraraskúlanum.
Talið av bókaútgávum í Føroyum er vaksið munandi seinastu árini, og tað gleðir Árna. Tað er ikki minst teirra arbeiði fyri at takka, at útgávurnar eru so nógvar í tali.
- Ein má hava í huga, at tá eg var barn, komu bara eini 10-20 bøkur út á føroyskum um árið. Nú koma eini 150 um árið, so tað er ein stór framgongd síðan tað.
Ætlaðu at gevast
Tað kann mangan vera tungt at fáast við bókaútgávur í Føroyum, tí fólkagrundarlagið er so avmarkað. Hetta hevur onkuntíð fingið forlagið niður í knøini.
- Vit hava havt ætlanir um at gevast fleiri ferðir, men vit stuðla hvørjum øðrum. Tá eg havi havt hug at lagt hetta arbeiðið frá mær, hevur hon roynt at hildið á, og tá hon hevur givið skarvin yvir, havi eg eggjað henni til at hildið á.
- Tá havt verður í huga, at vit hava eitt høvuðsarbeiði og hetta sum hjáarbeiði, so kann tað mangan vera tungt, tí vit brúka nógvar tímar av okkara frítíð uppá hetta. Men hinvegin høvdu vit ikki farið undir hetta uttan so, at vit dámdu tað avbera væl.
Fannir hevur ofta verið djarvt og givið ungum rithøvundum møguleikan at fáa sítt tilfar útgivið, men í ár hevur einki verið at sæð til ungar rithøvundar á Fannum.
- Tað er rætt, at vit hava givið nógv nýtt út, men fleiri av teimum ungu, sum góvu út, vóru nakað skjót at koma við næsta savninum. Tað er ein av orsøkunum til, at onkur teirra er farin yvir á eitt annað forlag at geva út.
- Annars eru vit ikki givin við at geva bøkur og søvn hjá ungum rithøvundum út. Vit fáa javnan handrit, og vit meta um tey. Um tey ikki eru nóg góð, so fær viðkomandi tað aftur í høvdið.
- Útgávurnar avmarka seg sjálvar, tí tá tú fert undir eina útgávu av einum yrkingasavni til dømis, so veist tú frammanundan, at tað gevur undirskot á eini 15.000 krónur.