Valdemar Tjørnudal skaddur av bumbu í Afganistan

Saman vit tveimum donskum hermonnum var Valdemar Tjørnudal av Signabø sjálvur triði í einum bili, sum koyrdi á eina landminu í Afganistan í gjár. Hann er nú fluttur á Ríkssjúkrahúsið í Keypmannahavn

- Eg bleiv sera kløkkur og illa við, tá eg hoyrdi, at tveir danskir hermenn vóru deyðir í Afghanistan. Men hetta hevur ikki avskrekt meg eitt einasta petti.

So bersøgin var Valdemar Tjørnudal, tá Sosialurin hitti hann tann 9. januar í ár ? stutt áðrenn hann skuldi til Afganistan.

Í gjár hendi tað kortini, at hann sjálvur var fyri eini atsókn, sum kundi fingið nógv álvarsamari avleiðingar.

Mamma Valdemar, Valborg Tjørnudal, segði við útvarpið í dag, at hon fekk boðini klokkan fimm gjáramorgunin, tá telefonin ringdi heima hjá teimum á Signabø.

- Hann segði, at teir høvdu koyrt á eina vegbumbu, og at hann hevði brotið eitt bein í hælinum. Bilurin hjá teimum fór í knús, og teir blivu slongdir høgt upp í luftina og niðuraftur, og klæðini skræddust av teimum. Tað er eitt Guds undur, at hann er á lívi, sigur Valborg Tjørnudal, sum stúrir fyri, at Valdemar kanska fer aftur til Afghanistan, um hælurin verður í lagi, áðrenn skeiðið hjá honum er úti í august mánaði.

- Áðrenn hann fór 11. februar, skrivaði hann testamenti og alt. Vit royndu at tosa hann frá tí, men har var einki at gera, og vit hava alla tíðina stúrt fyri, at okkurt sovorðið kundi henda. Eg vóni bara ikki, at hann nú fer avstað aftur, men hann ræður sær sjálvum, segði Valborg Tjørnudal við útvarpið kl 14 í dag. Hon fer fríggjadagin til Danmarkar at vitja sonin, sum verður innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum.

---

Sosialurin tosaði við Valdemar Tjørnudal, aðrenn hann fór til Afganistan. Vit endurprenta samørðuna, sum Snorri Brend, blaðmaður, hevði við hann í Sosialinum 9. januar í ár:

Sovi róliga hóast eg skal til Afghanistan

- Eg bleiv sera kløkkur og illa við, tá eg hoyrdi at tveir danskir hermenn vóru deyðir í Afghanistan. Men hetta hevur ikki avskrekt meg eitt einasta petti, sigur Valdimar Tjørnudal av Signabø. Hann er í løtuni undir útbúgving í danska herinum, og fer í næsta mánaði til Afghanistan!

Signabøur/Afghanistan: Tú ert púra svakur. Tú ert ordiliga cool!

Tað er skoðsmálið sum vinmenn hansara hava givið honum, nú hann sunnudagin fer til Danmarkar at fyrireika seg til nakrar mánaðir sum hermaður í ófriðarliga landinum Afghanistan.

Teir verða stasjoneraðir í sunnara parti av landinum, í Helmand-landslutinum, har tað búgva omanfyri 1 mió menniskju. Endamálið er at niðurberja uppreistrarliðini hjá Taliban-rørsluni og varðveita friðin í økinum.

- Eg veit, at hetta er vandamikið arbeiði. Men hetta er tað sum eg vil, sigur 27 ára gamli Valdemar róliga og við sannføring.

Hann er í løtuni heima í jólafrí. Sunnudagin gongur leiðin til seinastu venjingarnar í Danmark, áðrenn leiðin verður løgd móti teirri spennandi uppgávuni í Afghanistan.

Góð útbúgving

At síggja til er Valdimar als ikki typan, sum ein kann ímynda sær ganga í herklæðum á einum hermóti sunnarlaga í Afghanistan.

Stóri áhugi hansara fyri tí hernaðarliga gjørdi kortini sítt til, at hann byrjaði sum herskyldugur í danska herinum í februar mánaði í fjør.

Eftir at hesin fyrsti parturin var lokin, ynskti Valdimar at halda fram, og byrjaði í juni eina útbúgving innan Hærens Reaktionsstyrke Uddannelse ? stytt HRU.

Henda útbúgvingin fevnir í fyrsta umfari um eitt skúlaskeið í átta mánaðir og síðani seks mánaðir í tí veruliga lívinum.

Tað er júst gjøgnum hesa útsendingina, at Valdimar nú fær møguleikan at sleppa allan vegin til tað ófriðarliga landið Afghanistan.

- Eg eri tendraður at fara avstað, sigur hann róliga.

Nógvir gevast

Fyri ein pilt kann tað kanska tykjast spennandi og mansligt at fara inn í ?a real army? og gera skyldu sína heima ella úti.

Men tá teir veruliga fara undir útbúgvingina, og seinni skulu standa andlit til andlits við fíggindan, kann vera at mangir teirra venda bakið til hetta lívið.

Tað vísir seg nevniliga, at nógvir teirra gevast stutt eftir at herskyldan er lokin. Teir klára ikki sálarliga trýstið, tí teir hugsa kanska ov nógv um vandan við at fara avstað, ella tí at teir ikki fáa fullan stuðul heimanífrá.

- Men eg havi so ikki ligið í andvekri, orsakað av at eg skal til Afghanistan, sigur Valdimar púra róligur.

Støðan gerst ikki betri av, at hann er vitandi um at fleiri hermenn longu eru falnir í bardøgum við talibanar. Millum hesar teljast eisini fleiri danskir soldátar.

Hóast hann um fáar vikur skal á ófriðarliga hermótið har suðuri í Afghanistan, sæst hetta ikki á honum.

Hann tykist meiri spentur at sleppa avstað og vera við at fullføra ta uppgávuna, sum danska herleiðslan hevur tikið á seg í Helmand-landslutinum.

Troytt av talibanum

Skal nakað sigast um Afghanistan slepst ikki undan at nevna herviliga borgarakríggið sum tey seinastu mongu árini hevur lagt landið lamið ? um ikki í oyði.

Stríð og ósemja, bardagar, løstir, sorgartár, morð, terror og alt annað sum hoyrir einum kríggi til, er gerandiskostur og ein partur av gerandisdegnum hjá einum stórum parti av fólkinum í Afghanistan.

- Tað sum vit hava fingið at vita er, at fólkið snøgt sagt er vorðið troytt av talibanunum og atsóknum teirra. Tey ynskja frið, og tí eru tær friðarvarðveitandi herdeildirnar vælkomnar, sigur Valdimar.

Í nógvum bygdum í økinum er lítið eftir av ungum monnum og monnum, tí teir eru falnir í kríggi ella álopum frá talibanunum. Ella teir kanska júst eru talibanar sjálvir!

Samstundis sum arbeitt verður við at byggja landið uppaftur, millum annað við vegagerð, bygging av skúlum og veitingum av ymiskum slagi, verður somuleiðis roynt at fáa bæði góð viðurskifti og skapa álit við tey lokalu.

Umvegis hetta samstarvið ber til at fáa fatur á taliban-hermonnum og avvápna teir. Tann yngsti talibanurin, sum teir vita um, var ikki meiri enn stórt 16 ára gamal.

- Hetta er ikki heilt vandaleyst arbeiði, tí tú stendur yvirfyri einum fígginda sum ynskir teg av hundanum til. Men vit eru komnir higar við friði, og skulu tí bert skjóta aftur, um tað altso verður skotið eftir okkum.

- Og sum eg skilji, eru fólk sera positiv fyri okkara arbeiði. Tey bæði merkja og síggja, at vit gera mun, slær hann fast.

Við vápni í hond

Vandin við at vera hermaður er til eina og hvørja tíð, at ein kann missa lívið í hesi tænastuni.

Hetta er Valdimar eisini fult greiður um, og júst hetta at forða fyri hesum verður ein av hansara uppgávum í Helmand-landslutinum. Her verða teir skipaðir í bólkar við seks hermonnum í hvørjum.

Ein uppgávan verður at vitja í teimum ymisku bygdunum og vita, um bygdarfólkið veit um nakar talibani er til staðar her. Í hesum sambandi hava teir eisini møguleika at hjálpa fólkinum á ymiskan hátt.

Teir læra eisini, hvussu ein ber seg at, um ein skuldi verið so óheppin at verða tikin fangi og hvussu ein kann senda út loynilig boð uttan at fíggindin fær tað at vita.

- Við royndum mínum sum skjútti, komi eg at ganga aftast ella uttast fyri at verja hinar ímóti snigskjúttum. Her er neyðugt at halda eygu og oyru opin, tí teir kunnu koma allastaðni frá, greiðir Valdimar frá.

Longu skrivað testamenti

Hóast Valdimar Tjørnudal bert er 27 ára gamal hevur hann longu skrivað eitt testamenti.

Hetta skulu allir teir gera, sum fara avstað soleiðis sum hermenn. Her skal hann millum annað skriva, hvussu hann vil at ein møgulig jarðarferð skal skipast ella um hann ynskir at lík hansara skal brennast.

- Eg skuldi eisini skriva, hvar eg møguliga skuldi jarðast. Hetta skuldi sjálvandi vera heima í Føroyum.

- Men hetta var sera undarligt at skriva, tað má eg siga. Eg meini, - eg eri so ungur og skal longu skriva eitt testamenti og kanska eisini eitt afskedsbræv til míni kæru, sigur Valdimar.

Sjálvur gongur hann saman við eini føroyskari gentu, sum í løtuni er undir útbúgving í Danmark.

Henni dámar einki at hann fer allan vegin til Afghanistan í kríggj.

- Hon er ein antikríggj-dama, so tað er skilligt at hon ikki er glað um at eg fari avstað!

Tryggja friðin

Her í Helmand hevur NATO hermenn úr íalt 37 londum, harav Danmark er eitt teirra. Deildin í Afghanistan kallast ISAF - International Security Assisstance Force.

Uppgávan er at hjálpa afghansku stjórnini at fáa og hava eftirlit við landinum, soleiðis at møguleikar verða fyri tryggleika og endurbygging.

Arbeiðið verður gjørd í tøttum samstarvi við afghanskar trygdardeildir, eins og stuðul og ráðgeving verður givin til at byggja upp ein afghanskan her.

Tá Valdimar og hansara herdeild koma til Afghanistan um miðjan februar verða teir ikki á nakran hátt sleptir leysir í oyðimørkini. Her verður skipað fyri eini venjing, har teir millum annað skulu læra at leita eftir minum, brúk handgranatir og aðrar týðandi uppgávur.

Hetta er alneyðugt at vita, tá ein er staddur í einum øki, har ein talibani kann standa undir næsta horni og bíða eftir at drepa tann fyrsta hermannin, sum vísir seg.

- Hóast vit ikki vita um øll viðurskiftini enn, so verða vit væl fyri til uppgávuna. Men hinvegin, vit mugu allatíðina hava í huga, at vit ikki eru eitt hersetingarvald, men at vit eru friðarstuðlar.

- Fremsta uppgávan hjá okkum er at skipa soleiðis fyri, at friðurin kann verða varðveittur her. Vit skulu eisini vísa teim lokalu, at vit eru har fyri teirra skuld, slær Valdimar fast.