Døpur tøl: Føroyingar dálka meiri enn nakrantíð

Vit eru longur burtur enn nakrantíð frá málinum um at skerja útlátið 20 prosent

Vit eru longur burtur enn nakrantíð frá málinum um at skerja útlátið 20 prosent

 

Útlátið a vakstrarhúsgassi í Føroyum økist alsamt - og nú er tað størri enn nakrantíð.

Tað eru tey døpru tølini í eini uppgerð frá Umhvørvisstovuni um útálið av vakstrarhúsgassum í Føroyum.

Annars hevur Løgtingið samtykt, at í 2020, tað er næsta ár, skuldi útlátið vera 20 prosent minni enn tað var í 2005. Men uppgerðin vísir, at vit eru heilt langt frá at røkka málinum. Samstundis vísa tølini, at tað gongur bara tann skeiva vegi og í dag eru við longri burtur frá málinum enn nakrantíð.

 

##med2##

Myndin vísir, hvussu gongdin hevur verið í útlátinum í ymiskum bólkum frá 1990 til 2018.

 

Í 2018 var útlátið tilsamans var 905.000 tons í CO2 eindum, og tað eru góð fimm prosent meiri enn í 2017.

Tað mesta av vøkstrinum, ella 2,9 prosent, er F-gass, sum fyri stóran part eru kølievni, sum verða brúkt umborð á skipum. Hinvegin stavar 1,2 prosent av vøkstrinum frá øktari nýtsla av olju til streym.

CO2 útlátið frá føroyskum fiskiskipum var mest sum tað sama í fjør sum í 2017.

Oljusøla til útlendsk fiskiskip verður ikki tald við tá gjørt verður upp, hvussu gongur at náa málunum. Olja, sum føroysk skip bunkra uttanlanda, er heldur ikki við.

 

##med3##

Hendan  talvan vísir, hvussu tað gongur at røkka málinum um at í 2030 skuldi útlátið verða 20 prosent minni enn tað var í 2005

 

Men verður oljusølan til útlendsk fiskiskip tikin við, var útlátið í fjør, 1,2 milliónir tons av CO2 eindum, og tað eru góð 12 prosent meiri enn í 2017.