Teir eru frá pensjónsaldri og upp til 86 ár. Og teir hittast tvær ferðir um vikuna gjøgnum veturin til fimleik og hugnaliga samveru.
Tað er Dánjal Húsgarð, sum hevur tikið stig fimleikin. Og hann er ikki nakar ársungi innan fimleikin.
- Eg havi íðkað fimleik síðani eg var 10 ára gamal, og tað hevur hingið við líka síðani. Hugskotið at gera fimleik við teimum eldru kom í 1979, tá eg kom heim til Føroya aftur. Tá yvirtók eg eitt old-boys lið hjá Havnar Fimleikafelag, sigu Dánjal Húsgarð.
Og undirtøkan gjørdist góð beinanvegin.
- Eg vandi teir fram móti einari fimleikaframsýning, og undirtøkan var sera góð. Vit vóru heili 72 mans á liðnum, og til framsýningina vóru 56 mans, sigur Dánjal Húsgarð.
Hetta helt fram tey næstu umleið 15 árini, har hann vandi old-boys lið og ofta bygdi tey upp frá grundini.
- So fór eg at sigla við Strandferðsluni við Ternuni inn á Skálafjørðin, og tá lógu vit á Strondum um náttina. Tá fekk eg ein annan at taka yvir í Havn, men tá byrjaði eg at skipa fyri fimleiki inni á Strondum, sigur Dánjal Húsgarð.
Eisini har var stórur áhugi fyri fimleiki millum teir eldru.
- Teir komu hinumegin fjørðin frá, og líka úr Fuglafirði at gera fimleik á Strondum, sigu Dánjal Húsgarð.
Byrjaði í Tilhaldinum
Men so varð Skálafjarðarsiglingin niðurløgd.
- Eg havi hús í Hvalvík, og so var tað upplagt at byrja á Oyrarbakka. Har er fimleikahøll og svimjihylur eisini. Har komu menn heilt úr Vík til Kollafirði, og har bygdi eg so upp eitt stórt lið eisini, sigu Dánjal Húsgarð.
Hetta liðið hevði hann heilt fram til hann misti koyrikortið.
Men tað var altso av tí, at eg koyrdi ov skjótt, skundar Dánjal Húsgarð sær at siga.
Tað var so ein annar, sum tók yvir liðið á Oyrarbakka.
- So var tað jú tað, at konufólk høvdu fimleik í Tilhaldinum, og tað førdi til, at menninir gjørdust øvundsjúkir. Tá ringdi ein til mín og spurdi meg, um eg ikki kundi taka eitt lið av monnum, men eg arbeiddi tá, so tað gjørdist til aðru hvørja viku, sigur Dánjal Húsgarð.
Hetta var seinnapartar klokkan 15, og tað vísti seg ikki at vera besta tíðin, og undirtøkan var ikki nakað serligt.
- Men nú eri eg pensjóneraður, og nú gera vit fimleik fyrrapartar, og nú er undirtøkan ein heilt onnur, sigur Dánjal Húsgarð.
Liðið, sum hevur gingið til fimleik í Tilhaldinum í vetur, telur 23 mans, og teir eru frá pensjónsaldri og upp til 86 ár.
Byrja aftur í september
Men Dánjal Húsgarð hevur ikki avmarkað seg til bert at gera fimleik fyri monnunum, sum ganga í Tilhaldið.
- Eg havi eisini fimleik fyri teimumn eldru í Nólsoy, og har var tann elsti 99 ár. Hann er tíverri farin nú, sigur Dánjal Húsgarð.
Aldurin ger sjálvandi, at venjingarnar verða lagdar við tí í huga.
- Talan er sjálvandi ikki um lop, men eg havi lagt venjingarnar soleiðis til rættis, at allir teir musklar, sum vanliga ikki verða brúktir, fáa venjing, sigur Dánjal Húsgarð.
Honum dámar ógvuliga væl at hava teir eldru til fimleik, og hann heldur, at hetta eru stuttligastu liðini at venja, sum hann nakrantíð hevur havt.
Og hann ætlar sær ikki at gevast á hondum.
- Eg ætli mær at byrja aftur í september mánað, tá hoygging og tílíkt er liðugt, sigur Dánjal Húsgarð.
Higartil hevur hann havt fimleik við teimum eldru tvær ferðir um vikuna í Tilhaldinum, og einaferð í Nólsoy, men tá byrjað verður aftur í september, ætlar hann at venja tríggjar ferðir um vikuna í Tilhaldinum.
- Eg havi havt fimleik tveir morgnar um vikuna, men eg taki tríggjar, tá vit byrja aftur, sigur Dánjal Húsgarð.
Tilhaldið í summarfrí
Hann heldur, at fyri at fáa sum mest burtur úr, skulu teir eldru gera fimleik tvær ferðir um vikuna, men tað er ikki altíð, at tað liggur fyri at møta, so við at venja trðíggjar ferðir um vikuna átti at borið til hjá teimum flestu at møtt tvær ferðir í minsta lagi.
- Og so ætli eg mær at fara til Nólsoyar tvær ferðir um vikuna at gera fimleik við teimum har úti, sigur Dánjal Húsgarð.
Talið á teimum, sum gera nýtslu av tilboðnum um fimleik í Tilhaldinum er vaksið støðugt, og Dánjal Húsgarð roknar við, at tað fer at vaksa enn meir, tá byrjað verður aftur eftir summarsteðgin við trimum venjingum um vikuna.
- Eg plagi altíð at gevast, tá Stillavikan byrjar. Tað gjørdi eg í Nólsoy, og tað havi eg eisini gjørt við øll hini liðini, sum eg havi havt, men hesir vildu ikki gevast, og liðið bara vaks, so vit hava hildið fram heilt til nú Tilhaldið fer í summarfrí, sigur Dánjal Húsgarð.