meldaði nevniliga í fjør heyst út, at hann ætlaði at finna eina breiða semju í málinum um ríkisrættarligu støðuna, ið eisini fevndi um andstøðuflokkarnar. Semjuna væntaði hann at finna í uttanlandsnevndini [...] gjørdi greitt, at hann ikki væntaði nakra semju í uttanlandsnevndini, meldaði løgmaður út, at semjan skuldi finnast í einari politiskari prosess, áðrenn málið fór í uttanlandsnevndina. Hesa útsøgn hevur løgmaður [...] politisku prosessini, hóast útsagnirnar hjá Høgna Hoydal í Degi og Viku hóskvøldið og hóast tað hevur verið Høgni Hoydal, ið hevur ført orðið úteftir í fullveldismálinum, metir løgmaður ikki, at málið er gloppið
har hann eisini starvaðist í nógv ár, til hann seldi sín part í fyritøkuni og stovnaði Geyman. Hann hevur soleiðis arbeitt við KT í eina fjórðingsøld - við at fyrireika, seta í verk og samskipa størri og [...] fyritøkur Snøgga orðið Geymin kenna øll í føroyska KT-heiminum og flestu onnur eisini, nevnilig hetta lítla, sum rúmar tí stóra. Teldurnar, sum komu miðskeiðis í áttatiárunum, høvdu í dag bert verið brotpartur [...] drúgvar royndir í at veita bókhaldsskipanir og aðrar KT-skipanir til føroyska vinnulívið. Tað er Rúni Brimvík, ið eigur og rekur fyritøkuna, sum húsast í Løkjatúni 1 á Argjum. Hann byrjaði í KT-vinnuni sum
mær, at støðan í Føroyum í dag er álvarsom. Um veljarnir í Føroyum eisini heilt velja at halda feriu millum valini, so er støðan sjálvandi enn meira álvarslig, tí sjálvt Hitler varð í fyrsta umfari [...] Vit, sum eygleiða uttanífrá fáa stundum ta fatan, at smámál verða lýst og greinað í tað óendaliga, meðan verulig stórmál, antin ikki verða viðgjørd, lýst ella greinað í heilatikið, men bara skrumblaði [...] sjálvt ein kinverji í Kina, kann skilja hana um hon/hann annars dugir føroyskt, so hava teir svikið sína uppgávu, sum kunningarmiðlar. Orðið naggatódn havi eg ikki heilt úr eygnum barmi í hesum sambandi
teljast millum mest spældu verk í heiminum. Eitt blástempul Tað eru fimm fólk, sum sita í nevndini í Jacob Gade´s Legat, og á ferðini í Føroyum eru fýra teirra við. Á samkomuni í Listaskálanum tosaði eisini [...] sum 5 ára gamal spældi Jacob í bólkinum hjá pápanum, sum var við til ymisk høvi, eitt nú brúdleyp, veitslur og jarðarferðir í Vejle-økinum. Skjótt noyddist pápin at síggja í eyguni, at sonur hansara fór [...] eisini er í nevndini í gávugrunninum. Hann vísti á, at slíkar virðislønir, sum grunnurin letur, eru eitt blástempul til ungar og evnaríkar tónleikarar og tað umhvørvi, sum hesir eru vaksnir upp í. - Slíkar
og har tørvur er, at gera nýggj tøkniorð. Í Íslandi eru fakorðanevndir og tí er saknur í í Føroyum. Tað átti at verið sjálvsagdur partur í málráðleggingini í landinum, heldur Zakaris Svabo Hansen. - Í [...] Tað eru serliga orð, ið vit seta í samband við handverks vinnur, sum fáa innivist í tøkniorðabókini. Orð, ið verða brúkt í maskinídnaði, skipasmíði, jarnsmíði og handverki í breiðum týdningi. - Ætlanin við [...] Í kjalarvørrinum á Móðurmálsorðabókini, sum kom út síðsta summar, verður nú gjørd ein føroysk tøkniorðabók. - Í Móðurmálsorðabókini er hópin av tøkniorðum, men hon fer ikki út í æsir við yrkisorðum. Meðan
arbeiði var í gongd longu áðrenn fólkaflokkurin kom í samgongu og áðrenn Anfinn Kallsberg tók við sum landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum. Fleiri vikur áðrenn samgongan varð umskipað á summri í 1996, [...] fólkaflokkinum. 1. januar í ár fingu vit eina bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar. Málið varð lagt fram á ting, so tætt upp undir jól í fjør, at tað nærum gjørdist jólatrøll í tinginum. Men tað hevði [...] frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hvussu tað gongst við tí málinum. Verður tað málið framlagt nú beinanvegin? Ella verður málið eisini í ár á strikuni at gerast jólatrøll í løgtinginum? Ella verður
sum, nýtt verða í yvirskrivtini til hesa grein, ber ikki til at finna í føroyska málinum, tá hugsað verður um greinina, sum varaborgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jógvan Arge, hevði í bløðini beint eftir [...] eftir nýggjár. Í greinini tekur hann í stuttum, rósandi vendingum samanum alt tað, sum meirilutin í Tórshavnar býráð hevur útint fyrsta arbeiðsárið, tá Tjóðveldisflokkurin kastaði saman við Javnaðarflokkinum [...] Spankingin Eisini nemur greinskrivarin við orðið spanking, sum undanfarna býráð í seinastu setu skuldi eitast fyri at koma undir, tá Tjóðveldisflokkurin fekk ilt í gumpin av avgerðum býráðsins og við fremsta
Skaale sum tann seinasti hevði havt orðið, tá sosial politiska støða Grønlands varð viðgjørd í fólkatinginum í gjár, reistust fleiri, gingu yvir til borð hansara í salinum og løgdu ein mynt. Tað er gomul [...] nar, sum eru í Føroyum í dag, og heldur so fyri, at: »gud nái okkum um vit ikki høvdu teir«. – Tað hevði broytt nógv, um man bara kundi tikið partar av útbúgvingini í Føroyum. Tí tað er í 20-unum at tú [...] søgdu orðini hjá nýggjum fólkatingslimi fella í góða jørð í salinum. Tað greiðir Sjúrður Skaale frá, tá vit hitta hann á skrivstovu hansara klokkan tíggju í morgun og spyrja, hví ein rúgva av 25 oyrum,
landsstýriskvinnan kom inn í árið hjá "Tí góða fólkaskúlanum", sigur Annlis Bjarkhamar, at tað ikki var so lætt í fyrstuni at koma inn í hetta arbeiðið. Hon skuldi jú fara í holt við eina ætlan, sum var [...] Annlis Bjarkhamar, sett sær. Sum Sosialurin skrivaði í gjár, ætlar hon sær nevniliga í næstu viku at byrja eina ferð kring alt landið, har hon skal hitta skúlastýrislimir, skúlastjórar og lærarar. Fundirnir [...] Bjarkhamar, nøkur orð, og eftir hetta verður orðið frítt hjá lærarunum og skúlafólki annars, tí ætlanin er at lurta eftir meiningunum hjá lærarunum og teimum, sum starvast í skúlanum. Við hesum væntar Annlis B
tarnaðu okkum í vanligari ferðslu. Tað gjørdu teir ofta við at koyra aftaná okkum og forfylgja okkum, ikki bara í blokaduøkjum, men eisini í vanligari ferðslu. Tey klaga eisini um, at øll nevndin í Havnar A [...] blokaduvaktir og fólk, sum vórðu tarnað í ferðsluni, sum fekk løgregluna at leggja uppí verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í fjør. Hetta stendur í eini frágreiðing, sum M. Nepper [...] har liggur málið í løtuni. ?Løgmálaráðið hevur biðið okkum um eina viðmerking til kæruna og tað fara vit skjótt at avgreiða, sigur fútin í eini viðmerking. Vandi fyri samanbrestum Men í frágreiðingini hann