Róstur á fyrsta starvsdegnum

Forsætisráðharrin og fleiri av fólkatingslimunum góvu Sjúrða Skaale myntir, tá hann hevði havt orðið í fólkatinginum í gjár. Tað er gomul siðvenja, tá søgdu orðini fullu í góða jørð. Nýggi føroyski fólkatingslimurin fegnast um heiðurin, men ætlar ikki at hvíla á lavrberjabløðunum

FÓLKATINGIÐ

Rólant Waag Dam

rolant@sosialurin.fo

 

 

 

Christiansborg, Keypmannahavn: Tá Sjúrður Skaale sum tann seinasti hevði havt orðið, tá sosial politiska støða Grønlands varð viðgjørd í fólkatinginum í gjár, reistust fleiri, gingu yvir til borð hansara í salinum og løgdu ein mynt. Tað er gomul siðvenja, tá fyrstu søgdu orðini hjá nýggjum fólkatingslimi fella í góða jørð í salinum.

Tað greiðir Sjúrður Skaale frá, tá vit hitta hann á skrivstovu hansara klokkan tíggju í morgun og spyrja, hví ein rúgva av 25 oyrum, 50 oyrum og 1 krónum liggja á borðinum.

– Men eg fekk ongan mynt frá Danska Fólkaflokkinum, flennir Sjúrður Skaale, sum er farin til verka á Christiansborg.

 

Fólkatingið eitt fulltíðarstarv

Men hansara tíð á danatingi er avmarkað. Stívliga eitt hálvt ár hevur hann – frá 19. februar til 9. september, tá Anita á Fríðriksmørk kemur aftur úr farloyvi. Tí ætlar hann at fáa mest møguligt burtur úr hálva árinum á Christiansborg.

– Og eg haldi, at man fær mest møguligt burtur úr við at røkja starvið fult og heilt. Tað meti eg ikki at man kann, tá man hevur eitt fulltíðarstarv við síðuna av, staðfestir Sjúrður Skaale. Hann hevur sagt løgtingsessin frá sær meðan hann er á fólkatingi, tí hann metir, at bæði hann og flokkurin fær meiri burtur úr á henda hátt.

– Sjálvsagt fáa tveir mans avrika meiri enn ein hálvur, sigur hann og sipar til, at Tjóðveldi nú hevur ein mann í løgtinginum og ein í fólkatinginum, heldur enn at hava ein og sama mann at røkja báðar tingsessirnar.

Men hvat er tað so, sum nýggi fólkatingslimurin ætlar sær at fáa burtur úr tíðini á Christiansborg? Sjúrður er ivaleysur. Hann ynskir at finna út av, hví so nógvir føroyingar ikki flyta heimaftur, tá tey fara av landinum. Hann ynskir at luttaka aktivt í parlamentariska arbeiðinum, fremja lobbyvirksemi og fáa studentadagin á Christiansborg aftur á dagsskránna.

 

Hví flyta fólk ikki heimaftur?

– Størsti trupulleikin í Føroyum er uttan samanbering, at fólk ikki flyta heimaftur til Føroya. Tað forðar fyri vøkstri og menning, tí eitt samfelag er fólk.

– Ofta er hetta eisini vælútbúgvið fólk, sum ikki venda aftur, og eg havi ein varhuga av, at tað eru vantandi útbúgvingartilboð, sum er orsøkin til henda trupulleika, heldur Sjúrður Skaale. Hann nevnir síðani teir fáu útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru í Føroyum í dag, og heldur so fyri, at: »gud nái okkum um vit ikki høvdu teir«.

– Tað hevði broytt nógv, um man bara kundi tikið partar av útbúgvingini í Føroyum. Tí tað er í 20-unum at tú nemur tær útbúgving, men hetta er eisini tíðarskeiði tú finnur tær ein maka, fær familju og fer út á arbeiðsmarknaðin. Um tú hesa tíðina býrt fimm til átta ár uttanlands, so er tað ikki so undarligt um tú festir røtur har, metir nýggi føroyski fólkatingslimurin.

Henda trupulleika ynskir Sjúrður Skaale at loysa, og tað var eisini høvuðsorsøkin til at hann fór upp í politikk, vil hann vera við.

 

Lobbyarbeiði og studentadagur

Kanningin er týdningarmikil, men tað er eisini annað, ið kemur at merkja gerandisdagin hjá Sjúrða Skaale næsta hálva árið.

– Eg fari at vera virkin í parlamentariska arbeiðinum her, fari at halda talur og luttaka í teimum orðaskiftum, sum viðkoma okkum. Annars ynski eg at skapa forstáilsi fyri føroyskum viðurskiftum, greiðir Sjúrður Skaale frá og nevnir hansara møguleika at fremja lobbyvirksemi fyri nýggju samgonguna.

– Samgongan hevur sett sær fyri at vera meiri virkin á uttanríksøkinum. Har kann eg vera við til at skapa ein dialog. Hetta er týdningarmikið, og eg fari at leggja dent á ikki at søkja konfrontatiónir.

Ein liður í hesum arbeiði, er sambært Sjúður Skaale, ein sonevndur studentadagur á Christiansborg.

– Hesin dagur var í roynd og veru komin upp á pláss. Ein dagur har føroysk og grønlendsk lesandi vitja á Christiansborg. Vit høvdu eisini avtalur við donsku politikararnar, men so kom valið og oyðilegði tað. Henda studentadagin ynski eg at fáa á aftur breddan, sigur Sjúrður Skaale, sum fegnast um, at hann kendi til mannagongdirnar á Christiansborg, áðrenn hann tók við sum fólkatingslimur. Í síni tíð sum skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum lærdi hann nógv, sum hann annars hevði verið noyddur at sett seg inn í nú. Sostatt fær hann eisini meiri tíð til politiska arbeiðið, hann hevur sett sær fyri næsta hálva árið.