Sjálvuppgávan verður automatiserað

Men tað er ikki Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum ella nakar annar úr fólkaflokkinum, sum hevur tikið stig til hetta. Her roynir landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum at prýða seg við læntum fjaðrum

Her í blaðnum havi eg ofta víst á, hvussu lítið samsvar er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum, og sum eitt dømi havi eg mint á, hvussu fólkaflokstingmenninir, Óli Breckmann og Jørgin Niclasen, fyri einum tveimum árum síðani reikaðu landið runt við einum lyfti um, at tá fólkaflokkurin aftur fekk ábyrgd, skuldi sjálvuppgávan gerast einfaldari í slíkan mun, at pláss fór at verða fyri henni á einum postkorti.

Á sumri 1996 fekk fólkaflokkurin aftur ábyrgd. Og m.a. fekk hann júst hetta málsøki at umsita. Hann fekk ábyrgdina av fíggjar- og skattamálum. Higartil er bert tað hent, at vanligir skattgjaldarar, ið áður skuldu lata skattavaldinum eina sjálvuppgávu um árið, nú eisini skulu senda Toll- og Skattstovuni eini fýra til fimm umsóknarbløð árliga. Frádráttirnir, sum áður vóru á sjálvuppgávuni, eru umlagdir til stuðul. Tað førir við sær, at skattgjaldarin skal søkja um rentustuðul, at hann skal søkja um stuðul til ferðaútreiðslur, søkja um stuðul til dupult húsarhald o.s.fr. Nakrir skattgjaldarar, sum hava sína intnøku á sjónum, skulu eisini søkja um stuðul til telefonútreiðslur. Soleiðis er talan nú um fleiri sjálvuppgávur, afturat tí einu, ið framvegis verður latin inn.

Undir umrøðuni av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998 varð spurningurin umrøddur. Í eini viðmerking til ein røðara úr fólkaflokkinum, vísti eg á tað sama, sum eg havi víst á her frammanfyri. Men hetta gjørdi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini bað um at fáa eina viðmerking, og Anfinn Kallsberg segði, at sjálvuppgávan nú verður automatiserað í slíkan mun, at longu frá komandi skattaári skal sjálvuppgávan hvørva. Við øðrum orðum vildi hann siga, at fólkaflokkurin hervið hevur gjørt meira enn tað, ið teir báðir partamenn hansara, Óli Breckmann og Jørgin Niclasen, høvdu givið veljarunum lyfti um. Tá tingskipanin ikki loyvdi mær at fáa orðið aftur í tí umfarinum fekk eg ikki svarað landsstýrismanninum aftur.

Men veruleikin er nú tann, at tað eru ikki fólkaflokkurin og Anfinn Kallsberg, ið hava tikið stig til at automatisera sjálvuppgávuna. Hetta arbeiði var í gongd longu áðrenn fólkaflokkurin kom í samgongu og áðrenn Anfinn Kallsberg tók við sum landsstýrismaður í fíggjar- og skattamálum. Fleiri vikur áðrenn samgongan varð umskipað á summri í 1996, kunnaði Jóannes Eidesgaard, táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, tingmanningina hjá javnaðarflokkinum um hetta arbeiði. Hann segði, at eftir nýskipanini, so skuldi skattavaldið senda skattgjaldaranum eina lidna sjálvuppgávu til støðutakan. Í teimum førum, har skattgjaldarin góðtekur sjálvuppgávuna hjá Toll- og Skattstovuni, verður ikki neyðugt at lata sjálvuppgávuna inn aftur.

Tá tingmanningin hjá javnaðarflokkinum umrøddi hesa nýskipan, vóru summir flokslimir ivasamir viðvíkjandi tí nýggju skipanini, og grundgevingin var, at hetta í alt ov stóran mun fór at taka persónligu ábyrgdina frá tí einstaka skattgjaldaranum og at seta hann undir almenna skattliga umsiting. Nakra endaliga niðurstøðu gjørdi javnaðarflokkurin kortini ikki. Vit gingu út frá at málið fór at verða nærri viðgjørt seinni. Men av tí at samgongan beint eftir hetta varð umskipað varð tað av ongum.

Her er sostatt talan um, at landsstýrismaðurin hjá fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, prýður seg við læntum fjaðrum. Men hann um tað. Sambært politisku stevnumiðunum hjá fólkaflokkinum, skal flokkurin virka fyri persónligum fíggjarligum frælsi, og per-sónligari ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum. Tá flokkurin nú breggjar sær av, at hann setur føroyska skattgjaldaran undir almenna skattliga umsiting, so er hetta bert enn eitt prógv um, hvussu stór fjarstøðan er millum orð og gerðir hjá fólkaflokkinum.

1. januar í ár fingu vit eina bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar. Málið varð lagt fram á ting, so tætt upp undir jól í fjør, at tað nærum gjørdist jólatrøll í tinginum. Men tað hevði miklan skund hjá landsstýrinum, at fáa málið avgreitt í løgtinginum, soleiðis at nýggja skipanin kundi virka frá 1. januar 1997. Í hesum sambandinum varð spurt, um vit ikki skuldu hava eina bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar eisini, og svarið var, at hon skuldi koma eitt ár seinni.

Nú eru umleið 11 mánaðir gingnir, síðani uppskotið um eina bruttoskattaskipan fyri A-skattgjaldarar varð lagt fram á ting. Men enn røkist onki fyri eini bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hvussu tað gongst við tí málinum.

Verður tað málið framlagt nú beinanvegin? Ella verður málið eisini í ár á strikuni at gerast jólatrøll í løgtinginum? Ella verður tað soleiðis, sum eg sjálvur og fleiri aðrir tingmenn spáddu, at uppskotið um eina bruttoskattaskipan fyri B-skattgjaldarar ongantíð fer at koma?