Annlis súsar kring alt landið

- Vit skulu spyrja hví, vit hava tær skipanir, vit hava, sigur Annlis Bjarkhamar, sum í næstum ætlar sær at lurta eftir skúlastýrislimum, skúlastjórum og lærarum kring alt landið. Men hon útilokar tó ikki, at hon í næstum eisini fer at lurta teimum, sum fylla mest í fólkaskúlanum, nevniliga næmingunum

Ein ráðharri skal ikki bara seta lógir og kunngerðir í gildi og taka avgerðir fyri fólkið. Ein ráðharri skal eisini lurta eftir fólkinum.
Hetta aðaðlmiðið hevur landsstýriskvinnan við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, sett sær.
Sum Sosialurin skrivaði í gjár, ætlar hon sær nevniliga í næstu viku at byrja eina ferð kring alt landið, har hon skal hitta skúlastýrislimir, skúlastjórar og lærarar.
Fundirnir skula fara fram á tann hátt, at skúlastjórarnir og skúlastýrisformenninir skulu byrja við hvør sínari røðu. Síðani sigur tann sjálvbodni gesturin, landsstýriskvinnan Annlis Bjarkhamar, nøkur orð, og eftir hetta verður orðið frítt hjá lærarunum og skúlafólki annars, tí ætlanin er at lurta eftir meiningunum hjá lærarunum og teimum, sum starvast í skúlanum.
Við hesum væntar Annlis Bjarkjhamar at skapa tryggleika við teimum langtíðarætlanum, ið koma burturúr.

Føgur orð og konkretur veruleiki

Annlis Bjarkhmar greiðir frá, at upprunin til hesa ætlan um at gera eina ferð kring oyggjarnar, er tann, at Føroyar yvirtóku fólkaskúlan 1. januar 2001. Hetta staðfesti táverandi landsstýrismaður, Óli Holm, við slagorðunum "Tann góði fólkaskúlin", og nú ætlar Annlis Bjarkhamar at gera hesi føgru orðini til konkretan veruleika.
Av tí at landsstýriskvinnan kom inn í árið hjá "Tí góða fólkaskúlanum", sigur Annlis Bjarkhamar, at tað ikki var so lætt í fyrstuni at koma inn í hetta arbeiðið. Hon skuldi jú fara í holt við eina ætlan, sum var eitt hugskot hjá undanfarna landsstýrismanni.
Eisini sigur landsstýriskvinnan, at hon í síni tíð sum læraraskúlanæmingur ofta saknaði politiskt initiativ á skúlaøkinum. Hon heldur, at føroyingar innan fólkaskúlan heldur eiga at spyrja, hvussu vit ætla at arbeiða eftir núverandi játtan enn at biðja um eykajáttan til fólkaskúlan, og tí fer Annlis Bjarkhamar teir næstu dagarnar at ferðast kring landið, har hon ætlar at byggja brýr millum tað politiska og tað umsitingarliga, sum hon tekur til.

Skúlin súsar

Í sambandi við rundferðina hjá mentamálaráðharranum, hevur Mentamálaráðið eisini tikið stig til eitt rit, har 14 fólk úr føroyskum vinnulívi, politikki og skúlaumhvørvi hava skrivað sínar tankar um fólkaskúlan og undirvísing sum heild. Brot úr hesum riti stóðu í Sosialinum í gjár.
Ritið, ið kallast Sús ? Skoðanir úr skúlanum ? er eitt slag kjakskapara undan túrinum hjá Annlis Bjarkhamar, og hon leggur dent á, hon einki hevði álagt teimum fjúrtan fólkunum at skriva um, og tí fegnast hon um tað fjøltáttaða úrslitið, sum er komið burturúr.
Ritið verður í hesum døgum sent teimum, ið fundirnir kring landið eru ætlaðir.

Fólkaskúlin er fyri næmingarnar

Spurd, um hon bert ætlar sær at práta við stýrislimir, stjórar og lærarar á ferðini og ikki næmingarnar, svarar Annlis Bjarkhamar í fyrstu syftu, at hatta er ein góður spurningur. Men hon leggur síðani dent á, at onkustaðni er ein noyddur at byrja, hóast tað kann vera trupult, men ætlanin er ikki at leypa næmingarnar um, tí virkisætlanin hjá Annlis Bjrkhamar fer ikki í gongd enn, so kanska kundi várið verið brúkt til at hitt næmingar, heldur landsstýriskvinnan. Tí sum hon sigur, so er tað ov sjáldan, at næmingarnir verða spurdir, og skúlin er ikki til fyri lærararnar, men fyri næmingarnar.

Ikki hvussu men hví

Annlis Bjarkhamar arbeiðis nevniliga við eini virkisætlan, sum hon ætlar byrja 1. apríl í ár, og andin í hesi virkisætlan er, at um skúlin er til fyri næmingarnar, so er hetta ein ringrás, har skúlin er fyri allar partar, tí hetta skal vera gott fyri allar partar, sigur Annlis Bjarkhamar.
Spurd, um ein slíkur túrur kring landið ikki er at blanda seg upp í sína fyrisiting og leggja seg út í smálutir, sigur Annlis Bjarkhamar, at tað kann ein siga, men onkustaðni skal ein byrja, og hon leggur enn einaferð dent á, at inan føroyska fólkaskúlanum verður oftari spurt um hægri játtan, heldur enn at spyrja, hvussu vit skulu umsita og brúka verandi játtan. ? Vit spyrja altíð, hvussu vit skulu arbeiða undir núverandi skipanum, heldur enn at spyrja, hví vit hava núverandi skipanir, sigur Annlis Bjarkhamar, sum leggur afturat, at virkisætlanin hjá henni er ein staðfesting av politiska viljanum, sum nú sambært henni sjálvari byrjar úti í skúlunum.
Rundferðin hjá Annlis Bjarkhamar byrjar í Trongisvági mándagin 27. januar og endar á Giljanesi 12. februar.