Geymin bjóðar snildari bókhald

Spar tíð og pengar við snildari bókhaldi.

 

Rúni Brimvík eigur og rekur fyritøkuna, sum húsast í Løkjatúni 1 á Argjum. Hann byrjaði í KT-vinnuni sum 17 ára gamal, og longu sum 18 ára gamal stovnaði hann sína egnu KT-fyritøku.

Geymin, sum veitir KT-tænastur til stórar og smáar fyritøkur, sjálvstøðug vinnurekandi og íverksetarar, hevur drúgvar royndir í at veita bókhaldsskipanir og aðrar KT-skipanir til føroyska vinnulívið. 

 

Tað er Rúni Brimvík, ið eigur og rekur fyritøkuna, sum húsast í Løkjatúni 1 á Argjum. Hann byrjaði í KT-vinnuni sum 17 ára gamal, og longu sum 18 ára gamal stovnaði hann sína egnu KT-fyritøku.

 

Seinri gjørdist Rúni partur av Formula, har hann eisini starvaðist í nógv ár, til hann seldi sín part í fyritøkuni og stovnaði Geyman. Hann hevur soleiðis arbeitt við KT í eina fjórðingsøld - við at fyrireika, seta í verk og samskipa størri og smærri KT-verkætlanir og KT-loysnir annars.     

 

Íverksetarar og smærri fyritøkur 

 

Snøgga orðið Geymin kenna øll í føroyska KT-heiminum og flestu onnur eisini, nevnilig hetta lítla, sum rúmar tí stóra. Teldurnar, sum komu miðskeiðis í áttatiárunum, høvdu í dag bert verið brotpartur av tí, sum ein geymi rúmar. 

 

Tá Rúni Brimvík valdi sær navnið á fyritøkuni, var tað ikki minst við tí í huga eisini at veita tænastur til smáar vinnufyritøkur og íverksetarar, sum ofta blíva yvirsædd av teimum størru KT-fyritøkunum.

 

- Í Føroyum hava vit nakrar fáar stórar fyritøkur, meðan kanska 90 prosent av fyritøkunum eru smáar. Men, hóast tær flestu eru smáar, skulu tær lúka somu krøv til bókhald og mvg sum tær stóru. Tí er tað sera umráðandi, at tær velja ta røttu bókhaldsskipanina.  

 

Bókhaldsskipan sum øll duga at brúka

Rúni Brimvík er onga løtu í iva um, at besta bókhaldsskipanin hjá bæði smáum og størri fyritøkum, er skipanin, Visma E-conomic, sum er ein netskipan, ið Geymin hevur tillagað føroyskum viðurskiftum.

- Hetta er ein fantastiska góð skipan, sum samstundis er ein lutfalsliga lítil íløga, sigur Rúni Brimvík, sum vísir á, at tá fyritøkan er lítil, er ikki minni umráðandi, at arbeiðsorkan verður brúkt sum best.

 

Visma E-conomic er ein bílig og einføld skipan, sum er løtt at koma í gongd við. Hetta er upprunaliga ein donsk skipan, sum er uppkeypt av stórum samtaki í Noregi. 

 

Eigarin av Geymanum vísir á, at Visma-skipanin effektiviserar tað traditionella bókhaldið og ger bókhaldið bæði lættari og meira sjálvvirkandi, umframt at alt arbeiði kann gerast pappírsleyst.

 

- Tær nýtist ikki at vera bókhaldskønur við debit og kredit ella vera kønur í bókhaldi fyri at brúka Visma E-conomic, øll duga at brúka skipanina.

 

Tillagað føroyskum viðurskiftum

Sum KT-kønur við drúgvum royndum á sínum øki veit Rúni Brimvík, at Visma-bókhaldsskipanin er hin einfaldasta og lættasta skipanin – ikki minst hjá einari lutfalsliga lítlari fyritøku, og her er eingin fyritøka ov lítil til skipanina.

 

- Vit eru umboð fyri Visma-bókhaldsskipanina í Føroyum. Fyrimunirnir við okkum sum veitara er, at skipanin er tillagað øllum føroyskum viðurskiftum. Keypir tú í staðin skipanina í Danmark, fært tú eina danska uppseting – og ikki føroyska.

 

Rúni Brimvík vísir á, at tá ein kundi keypir eina bókhaldsskipan hjá Geymanum, er alt sett upp og tillagað føroyskum lógum og reglum og alt, sum verður sent kundunum er á føroyskum.

 

Tú sparir tíð og pengar

Í  einari lítlari fyritøku ber eisini til at gera ein part av bókhaldinum sjálvur og annars hava ein bókhaldara, sum tekur sær av restini.

- Tú kanst eitt nú senda út rokningar sum teldupost ella sum talgildar rokningar og fylgja teimum upp við skipanini, og keypir tú onkustaðni upp á fyritøkuna, kanst tú taka eina mynd av kvittanini og lata skipanina innlesa hana. Tað vil siga, at tær nýtist ikki at goyma skjøl og kvittanir. Alt verður gjørt pappírsleyst.

 

Rúni Brimvík vísir á, at bankin kann sjálvvirkandi innlesast, og skipanin nýtir framkomna tøkni, sum ger, at hon hjálpir og vegleiðir um, hvussu skjøl skulu bókast. Framkomna tøknin ger, at tú kanst effektivisera upp til 60 % av arbeiðnum. 

 

Góð vegleiðing og hjálp

Geymin veitir bæði vegleiðing, ráðgeving og hjálp, tá okkurt er at spyrja um í samband við bókhaldsskipanir, kassaskipanir og aðrar KT-skipanir.

- Vit vegleiða og hjálpa við øllum tí tekniska og syrgja fyri, at kundin frá byrjan kemur væl og ómaksleyst í gongd, sigur Rúni Brimvík.

Á heimasíðuni – www.geymin.fo – liggur nógv kunning um virksemið hjá fyritøkuni, og er okkurt at spyrja um, kann ringjast á tlf. 315500 - ella tú kanst senda teldupost til Rúna á runi@geymin.fo 

 

 

Rúni Brimvík eigur og rekur fyritøkuna, sum húsast í Løkjatúni 1 á Argjum. Hann byrjaði í KT-vinnuni sum 17 ára gamal, og longu sum 18 ára gamal stovnaði hann sína egnu KT-fyritøku.