? Tað er rætt, at tað ikki hevur eydnast okkum at funnið fram til nakra breiða semju í málinum um ríkisrættarligu støðuna.
Anfinn Kallsberg, løgmaður ásannar, at kaffifundirnir í Tinganesi við andstøðuflokkarnar um fullveldismálið ikki hava givið tað úrslit, hann hevði ætlað.
Løgmaður meldaði nevniliga í fjør heyst út, at hann ætlaði at finna eina breiða semju í málinum um ríkisrættarligu støðuna, ið eisini fevndi um andstøðuflokkarnar. Semjuna væntaði hann at finna í uttanlandsnevndini.
Men tá formaður Javnaðarfloksins gjørdi greitt, at hann ikki væntaði nakra semju í uttanlandsnevndini, meldaði løgmaður út, at semjan skuldi finnast í einari politiskari prosess, áðrenn málið fór í uttanlandsnevndina. Hesa útsøgn hevur løgmaður staðið fast við líka til dagin í dag.
? Politiska prosessin er liðug, men vit eru ikki komin fram til nakra semju. Men tað er heilt greitt, at hon hevur avklárað nøkur ting, sigur løgmaður.
Væntar stuðul frá Javnaðarflokkinum
Løgmaður hevur tó ikki mist vónina um breiðu semjuna. Hann trýr enn upp á, at farið verður til Danmarkar at samráðast um ein nýggjan sáttmála við stuðuli frá Javnaðarflokkinum.
? Í politisku prosessini hava vit havt eitt ógvuliga konstruktivt kjak um málið, og nú skilja partarnir hvønn annan, eins og Jóannes Eidesgaard hevur sagt, sigur løgmaður og leggur afturat, at uppritið til uttanlandsnevndina er tillagað kjakinum.
Løgmaður vísir á, at eftir hansara tykki, eru málsetningarnir hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum í málinum um ríkisrættarligu støðuna ikki so ógvuliga langt frá hvørjum ørðum.
? Flokkarnir eru kunnaðir um ætlanirnar, men teir hava ikki sæð uppritið, og tí hevur ikki borið til hjá teimum, at sagt, um teir taka undir við tí ella ikki.
? Men undir viðgerðini í uttanlandsnevndini vænti eg tó, at semjan verður funnin, ger løgmaður greitt.
Tá løgmaður tosar um breiða semju, meinar hann við eina semju millum samgonguna, Miðflokkin og Javnaðarflokkin. Hann sigur seg vera greiðan yvir, at tað ikki kann væntast, at Sambandsflokkurin verður við í semjuni. Sambandsflokkurin hevur nevniliga fleiri ferðir meldað út, at hann ikki fer at taka undir við nøkrum av tí, hann er vorðin kunnaður um á sokallaðu kaffifundunum.
Mangir leikir í longum talvi
Anfinn Kalsberg sigur seg hvørki kunna siga, hvat hann væntar, at samráðingarnar við donsku stjórnina fara at enda við ella nær tær vera. Hann vísir á, at mangir leikir eru í longum talvi, og metir hann sína uppgávu vera at umhugsa hesar leikir gjølla, soleiðis at tað best møguliga fæst burturúr.
Hóast útsagnir hjá Høgna Hoydal og Jóannesi Eidesgaard seinast í farnu viku bendu á, at eins langt er millum støðuna hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum, sum tað var áðrenn polititisku prosessina, hevur løgmaður enn góðar vónir, um rætt verður leikt í talvinum.
Løgmaður heldur ikki, at útsagnirnar hjá Høgna Hoydal í Degi og Viku hóskvøldið vóru so bombastiskar, sum Jóannes Eidesgaard gjørdi tær til.
Jóannes Eidesgaard helt, at Høgni Hoydal gjørdi heilt greitt, at tað, sum landsstýrið vil, er fullveldi við egnari grundlóg uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta segði Jóannes Eidesgaard seg ikki kunna góðtaka.
Men løgmaður trýr fult og fast uppá, at Javnaðarflokkurin verður við. Og, sum skilst á løgmanni, er ikki vist, at samráðingaruppleggið fer at leggja upp til fullveldi við egnari grundlóg uttan fyri ríkisfelagsskapin. Tó vil løgmaður einki siga um hetta.
Ikki gloppið av hondum
Hóast tað miseydnaðist løgmanni at finna fram til ta breiðu semjuna á sokallaðu kaffifundunum undir politisku prosessini, hóast útsagnirnar hjá Høgna Hoydal í Degi og Viku hóskvøldið og hóast tað hevur verið Høgni Hoydal, ið hevur ført orðið úteftir í fullveldismálinum, metir løgmaður ikki, at málið er gloppið honum av honum.
? Mín leiklutur er framvegis at finna eina so breiða semju, sum gjørligt og at fáa eitt so gott samráðingarupplegg, sum gjørligt.
Løgmaður vísir ikki aftur, at partur av hesari uppgávu er at halda saman uppá Javnaðarflokkin á einum veingi og Tjóðveldisflokkin á einum øðrum veingi.
Samráðast í vár
? Eg kann ikki siga nágreiniliga nær farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðuna, men eg vóni tó, at tað verður í vár.
Sosialurin hevur fyrr gitt, at samráðingarnar fara at byrja einaferð um mánaðarskiftið mars, apríl, men løgmaður sigur seg ikki kunna svara, um hetta er rætt gitt.
Anfinn Kallsberg ætlar sær at geva uttanlandsnevndini alla ta tíð, henni tørvar, til at viðgera samráðingaruppleggið. Tí talan er um eitt álvarsmál.