Bergur Jacobsen
Vit, sum eygleiða uttanífrá fáa stundum ta fatan, at smámál verða lýst og greinað í tað óendaliga, meðan verulig stórmál, antin ikki verða viðgjørd, lýst ella greinað í heilatikið, men bara skrumblaði ígjøgnum.
Møguliga eru vit av hesi áskóan, tí vit ikki hava fingið alt orðaskiftið við. Føroysk fjølmiðlatíðindi eru mangan ein viðmerking til tað, sum gongur fyri seg á manna munni – og vit, sum ikki vita, hvat ið gongur fyri seg á manna munni, hava tí ongan møguleika fyri at fylgja við í orðaskiftinum.
Hettar verður ikki sagt sum ein umbering fyri fjølmiðlarnar, tí tað er hóast alt teirra uppgáva at kunna, og ikki bara at viðmerkja. Um teir ikki lýsa støðuna, so sjálvt ein kinverji í Kina, kann skilja hana um hon/hann annars dugir føroyskt, so hava teir svikið sína uppgávu, sum kunningarmiðlar.
Orðið naggatódn havi eg ikki heilt úr eygnum barmi í hesum sambandi. Eg tosaði við nøkur ungfólk her fyri, og evnið var politiska støðan í Føroyum. Tá var tað ein ið tók soleiðis til: »So leingi sum Mister Naggatódn stendur á odda í Føroyum, so er onki at fara heim til!«
Eg hevði sjálvandi aldrin hoyrt um ein Harra Naggatódn, so eg spurdi, hvør hann var? Og fekk at vita at tað Føroya løgmaður! Sum eygleiðari í fjarstøðu ber ikki til hjá mær, at siga at heitið »Mister Naggatódn« er hóskandi fyri Føroya løgmann, men eg kann bara viðmerkja, at um tað er soleiðis føroyski ungdómurin undir útbúgving hugsar um framtíð føroya, so er støðan syndarlig!
Onkur segði: Um tú skalt síggja støðuna í perspektiv, so nyttar ikki at tú flytir teg nærri! Tí kann tað kann vera, at vit sum skoða støðuna úr fjarstøðu og uttan beinleiðis persónlig egináhugamál, eisini hava eitt sjónarmið, ið kann vera eitt ískoyti ella klípi til heildina.
Onki er so hugaligt (tíverri!!) sum at lesa tey, ið eru av somu áskoðan, sum ein sjálvur. Á Fjesbókini havi eg lisið onkran sum sigur, at politiska hugsjónarloysi og naggatóndmentaliteturin, kann vera ein høvusorsøk til at ungfólk rýma úr Føroyum, ella at tey velja ikki at flyta heimaftur.
Okkurt bendir á, at føroysku veljarnir hava valt at velja »hyggepolitikarar«, ið helst vilja nussa nunt í føroyskum áhuga politikki, meðan tað ið landið hevur brúk fyri eru »Statesmen«, klók, vitug og djørv fólk ið tora at leiða, heldur enn bara at verða leidd av ymiskum áhugabólkum í samfelagnum, sum vilja sær sjálvum tað besta, og ikki altíð samfelagnum, sum ein heild.
Skuldi eg nú komi við einum heilt persónligum í skoyti til støðuna, so er tað, at tinglimatalið eigur at verða reducerað til 15/17 limir – tí fleiri politisk skilafólk megnar landið ikki at framleiða fjórða hvørt ár. Alternativið kann verða/er naggantódn og nihilatión! Eg eri bangin fyri at tað er ov nógvir dreingir í stuttum buksum í tinginum!
Alt hettar er bara ein subjektiv meting, og tað er ikki vist at eg havi rætt! (Lesi tað tit, ið eru ósamd: tað er ikki vist, at eg havi rætt!!) Men, politikaraleiði (politiker lede) er størsta hóttanin móti fólkaræðinum, og tí fyrikemur mær, at støðan í Føroyum í dag er álvarsom. Um veljarnir í Føroyum eisini heilt velja at halda feriu millum valini, so er støðan sjálvandi enn meira álvarslig, tí sjálvt Hitler varð í fyrsta umfari valdur demokratiskt á ting!!!
Politikarnir í Føroyum eiga í hvussu so er at hugsa um tað, at tað møguliga er vánaliga politiska arbeiðslagið, ið styggir ungdómin av landinum! Naggatódn er ikki eyggjandi!
BJAC@KM.DK
Fortsættele følger










