Tøkniorðabók á veg

- Ætlanin við hesi orðabókini er at lofta tí orðabrúki, sum fer at koma fram í sambandi við eina møguliga oljuvinnu. Við orðabókini hava vit høvi at verða við frá fyrsta degi, sigur Zakaris Svabo Hansen, málfrøðingur, ið arbeiðir við at gera eina tøkniorðabók, sum fer at fevna um fakorð í ídnaði og handverki.

Í kjalarvørrinum á Móðurmálsorðabókini, sum kom út síðsta summar, verður nú gjørd ein føroysk tøkniorðabók.

- Í Móðurmálsorðabókini er hópin av tøkniorðum, men hon fer ikki út í æsir við yrkisorðum. Meðan vit gjørdu ta orðabókina høvdu vit samband við nógv fólk, sum vit ráðførdu okkum við og tað sýntist, sum stórur áhugi og tørvur var á eini tøkniorðabók, sigur Zakaris Svabo Hansen, ið arbeiðir við bókini.

Tað eru serliga orð, ið vit seta í samband við handverks vinnur, sum fáa innivist í tøkniorðabókini. Orð, ið verða brúkt í maskinídnaði, skipasmíði, jarnsmíði og handverki í breiðum týdningi.

- Ætlanin við hesi orðabókini er eisini at lofta tí orðabrúki, sum fer at koma fram í sambandi við eina møguliga oljuvinnu. Við orðabókini hava vit høvi at verða við frá fyrsta degi. Tað er altíð trupult at gera nakað munagott, tá ið útlendsku orðini fyrst eru komin inn í málið. Stevnumiðið er sjálvsagt, at nýggja tøkniorðabókin fer at liggja á arbeiðsplássum, har tað er aktuelt at brúka hana, sigur Zakaris Svabo Hansen.


Nýggjyrði

Arbeiðið við tøkniorðabókini fer fram á tann hátt, at tekstir, har orðatilfar við tøkniorðum kemur fyri, verður orðtikið.

- Tað hevur verið trupult at fingið fatur á skrivligum tilfari um tøkniorð. Lítið er skrivað, men nógv livir munnliga millum fakfólk. Tí hava vit verið í sambandi við stovnar, fyritøkur og fólk, sum hava ymsar royndir og vitan á hesum økinum. Vit hava fingið fatur á tilfari, ið eitt nú arkitektar hava til innanhýsis arbeiðsbrúk.

- Vit hava vitjað Norsk Termbank í Bergen og haðani fingið nógv góð ráð um, hvussu vit eiga at fara til verka. Hetta er ein stovnur, sum hevur staðið á odda fyri norskari oljuterminologi og at fáa oljumálið norskt, tann tíð tað var. Tey fáast eisini nógv við at gera orð og skipa frøðimálið til onnur øki, eitt nú læknavísindi.

Ætlanin er, har tað er neyðugt og har tørvur er, at gera nýggj tøkniorð. Í Íslandi eru fakorðanevndir og tí er saknur í í Føroyum. Tað átti at verið sjálvsagdur partur í málráðleggingini í landinum, heldur Zakaris Svabo Hansen.

- Íslendingar leggja nýggju orðini út á internetið og tað kundu vit eisini hugsað okkum. Tað hevði verið munandi lættari at gera eina tøkniorðabók, um vit høvdu fakorðanevndir, og tað er eitt mál, vit eiga at seta okkum. Vit hava tætt samband við fólk, sum hava skil á tøkniorðum. Tað eru ikki málfrøðingar einsamallir, sum gera av, hvat alt skal eita.

- Umframt tey orðini, ið longu eru til í málinum, mugu vit hyggja eftir, hvørjum brúk er fyri afturat. Tað kann gerast trupult at finna hóskandi orð fyri alt. Nógvar nýggjar vinnur eru, ið hava brúk fyri nýggjum orðum, men spurningurin verður, hvussu nógv bókin fer at fevna um. Enn hava vit ikki heilt gjørt av, hvussu umfatandi hon skal verða. Tað veldst um fígging, um hvussu nógv tilfar er til at arbeiða við og hvør tørvurin er. Eitt, sum er umráðandi í eini tøkniorðabók, er, at lýsingarnar eru eintýddar. Tað er ikki rúm fyri ov nógv samheitum, tí tað skal verða greitt og ítøkiligt, hvat meint verður við í hvørjum einstøkum føri. Í so máta víkur ein slík orðabók frá øðrum orðabókum, sum rúma ymsum lýsingum av somu orðum, sigur Zakaris Svabo Hansen.

Tøkniorðabókin verður fleirmálslig. Við hvørt føroyskt orð verður eitt samsvarandi enskt og danskt orð sett við. Sostatt verður hon í trimum, har leitorðalisti er á hvørjum máli, men sum vísir til føroyska partin, har orðalýsingarnar standa. Brúkararnir verða tí noyddir at skilja føroyskt fyri at fáa eina góða lýsing av orðinum, teir leita eftir, men kunnu saktans fáa nyttu úr bókini hóast teir bert kenna danska ella enska orðið.


Komin væl áleiðis

Forritið, sum varð gjørt til Móðurmálsorðabókina, verður eisini brúkt til tøkniorðabókina. Onkrar tillagingar eru gjørdar.

Hvussu nógv tøkniorðabókin, ið fer at hava umleið 10.000 leitorð, fer at kosta at gera er ógreitt.

- Oljufelagið Saga Petroleum og Granskingarráð Føroya hava higartil fíggjað arbeiðið, og uttan dyggan stuðul frá teimum var arbeiðið ikki byrjað, sigur Zakaris Svabo Hansen.

Farið varð undir at gera orðabókina síðsta heyst, men Zakaris Svabo Hansen hevur ikki hug at siga nakað um, nær bókin verður liðug.

- Tað er drúgt arbeiði at gera eina orðabók, men hon er komin væl áleiðis.