Irak-kreppan Árni Joensen: Jóhannes Páll pávi Annar hevur ongantíð dult fyri, at hann er ímóti amerikansku ætlanini at leypa á Irak, og í dag fer sendimaður hansara, kardinalurin Pio Laghi, til Washington [...] USA, ætlar hann eisini at halda eina bøn á staðnum, har World Trade Center stóð. Jóhannes Páll pávi hevur sagt, at eingin kann rættvísgera eitt álop á Irak, men talsmenn hjá Bush hava fyrr sagt, at forsetin [...] forsetin fer neyvan at lata seg ávirka av hugsan pávans. Kortini er tað ein sannroynd, at pávin hevur stóra ávirkan á fleiri amerikanskar stjórnarlimir, sum verða mettir sum trúgvandi menn.
Fiskiveiða Partafelagið Nakkur í Klaksvík hevur keypt gomlu Ågot, sum hevur skift navn og fingið fiskiloyvini hjá línuskipinum Skørini og útróðrarbátinum Barinum. Skipið eitur nú Jógvan S. Jógvan S stendur [...] hann verður gjørdur klárur til fiskiskap undir Føroyum. Jógvan Lützen, reiðari, sigur, at skipið hevur ikki nokk av fiskidøgum til at klára seg við teimum báðum loyvunum, sum eru fingin. Hvussu gjørt verður
neyvan serliga avbjóðandi hjá einum landsliðsmálverja, sum hevur staðið andlit til andlit við nógvar av teimum bestu spælarunum í Europa, og sum hevur smakkað rákan av at vinna danska meistaraskapin í fótbólti [...] ímynda okkum, at tað er hjá Jákupi Mikkelsen at verja málið á næstbesta liðnum hjá Molde. Men Jákup hevur ein sera professionellan hugburð til fótbóltin, og sjálvandi gjørdi hann sítt besta. Tað er í málinum
1881 til 1973. Picasso familjan hevur eftir egnum ynski samarbeitt við Citoën bilverksmiðjuna um Xsara Picasso. Tað er tó ongin sum rættuliga veit, hvussu nógv Citroën hevur goldið fyri at fáa loyvi at brúka [...] Sum nakað heilt ótradionelt hevur bilasølan hjá Ivan Johansen gjørt avtalu við kenda listamannin, Tróndur Patursson, um at prýða bilasøluna við listarvekum úr glasi. Tað er tó vorðið alt meira vanligt
í Norðoyggjum heilt frá byrjan av. Freydis hevur í fleiri ár starvast sum lærari á Skúlanum við Ósánna, og harafturat hevur hon stóran áhuga í søgu. Hon hevur fleiri ferðir áður hildið fyrilestrar ymsastaðni
Ekstrablaðið skrivaðu týsdagin, at Jan Mølby verður eftir ætlan nýggjur venjari í Hull City, har Julian hevur spælt síðan fjørsummar. Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður, og tí eru hesi tíðindini enn at meta [...] leysatíðindi. Brian Little segði seg úr starvi, eftir at Hull hevði verið í einum aldudali, og síðani tað hevur ungdómsvenjarin verið í fyribils starvi. Nú ganga tíðindi so um, at tað er Jan Mølby, sum skal í heita [...] yst. Jan Mølby var kendur spælari í sínari tíð, tá hann spældi við Liverpool og Ajax. Harumframt hevur hann spælt fleiri dystir við danska landsliðnum.
varð hann eisini funnin sekur í. Hann hevur brotið inn á Landssjúkrahúsið og stolið vandamiklan heilivág, og hann hevur eisini stolið heilivág frá skipi. Harumframt hevur maðurin fleiri aðrar dómar hangandi
kann fáa løgfrøðiliga hjálp. Donna Newman, sakførari sigur, at próvtilfarið, sum ákæruvaldið hevur lagt fram, hevur til endamáls at tryggja, at tann tikni kann haldast í varðhaldinum í óásetta tíð. Sjálv ætlar [...] høvuðsstaðnum Washington. Ákæruvaldið sigur, at Jose Padilla er ein fíggindi hjá USA, og at hann tí ikki hevur tey vanligu rættindini, sum rættarskipanin annars tryggjar fólki. Ákæruvaldið er tó gingið við til
skur teknari og grafikari. Hon hevur málað nógvar andlitsmyndir. Millum aðrar av drotningunum báðum, Ingrid og Margrethu, umframt fleiri øðrum kendum dønum. Eisini hevur hon skrýtt eitt nú yrkingarsøvn [...] í Listaskálanum. Pia Schutzmann, hvørs foreldur vóru donsk, er fødd í Bergamo í Italia í 1940 og hevur síðan búð í Ísrael, København, New York og síðan 1989 í Fraklandi. Hon gekk frá 1970 til 1977 á listaskúla
hetta hent áðrenn vikuskiftið. Tann, ið plagar at halda eyguni við ringunum, hevur roynt at leita í nærumhvørvinum, men hevur ikki funnið hann nakrastaðni. Vit høvdu tí verið ógvuliga fegin um onkur veit [...] at siga, segði okkum frá, tí so sleppa vit frá, at keypa ein nýggjan og seta hann upp. So um nakar hevur borið eyga við ringin, ella møguliga er farin avstað við honum, verður viðkomandi biðin um at seta