Fótbóltur
Eftir brakið á Old Trafford í gjár eru øll ensk eygu nú vend móti London, har talan er um reina enska hálvfinalu í Champions League. Og tað ger ikki uppgerðina minni áhugaverda og merkisvera, at talan er um mest vinnandi enska felagið, sum við siðvenju sínari skal royna at standa kurl móti russiskku milliardunum, sum Roman Abramovich hevur sprænt í felagið.
Nervakríggj
Á pappírinum er Chelsea kanska favorittur. Og í øllum førum hava teir so nógv tann dýrara hópin av liðunum báðum. Men samstundis er tað ein veruleiki, at Chelsea enn ongan tíð hevur bast Liverpool í Champions League høpi. Hagtøl, sum ikki gerast veikari, tá lagt verður afturat, at Chelsea ikki somikið hevur skorað móti teimum reyðu frá Merseyside.
Og ikki óvæntað er Chelsea-venjarin, José Mourinho, farin at flyta fokus frá hagtølunum yvir á aðrar lutir, sum fólk so kunnu trætast um. Ikki minst hevur tað fingið ilt í Liverpool-fjepparar, at Mourinho longu nú staðfestir, at ætlanin hjá Liverpool er at fáa fleiri leikbann til Chelsea. Undan fyrru uppgerðini eru Drogba, Cole, Robben, Cech og Diarra bert eitt gult kort frá leikbanni.
Dýr stig
Hetta eru tó lutir, sum Rafael Benitez als ikki tímir at kjakast um. Hann sigur seg heldur vilja fyrireika seg til dystin, og í hesum gevur hann ikki stórvegis gætur, at starvsfelagi í Chelsea gremur seg um skaddar og troyttar spælarar.
- Teir hava brúkt eina rúgvu av pengum seinnu árini, og teir hava kanska sterkasta hópin í landinum. Eg hoydi eisini onkran siga, at Chelsea hevur vunnið 60 stig fleiri enn vit seinastu trý árini. Men hvussu nógv man hvørt av hesum stigunum hava kostað teimum í pengum, spyr Benitez, áðrenn hann aftur vísir til góðu hagtølini.
- Vit halda okkum kunna gera tað aftur. Vit skulu skora og annars halda málið reint. Tað hava vit fyrr gjørt á Stamford Bridge, og megna vit tað aftur hesaferð, hava vit ein sera góðan møguleika undan dystinum á Anfield.