Magni er føddur og uppvaksin í Sandavági, foreldrini vóru Jacob og Jóhanna.
Eftir lokna skúlatíð fór hann í smiðjulæru á verkstaðnum hjá Viggo og Jørgen Johannesen í Sandavági. Síðani fór hann út at sigla sum aspirantur við skipi hjá Mærsk, og vardi hesin fyrsti túrurin í 1½ ár út í eitt.
Eftir hetta fór hann á maskinskúla, fyrst í Odense og síðani í Havn, har hann tók prógv sum maskinmeistari, og fór so aftur út at sigla við donskum skipi.
Síðani var hann verkførari hjá Bilasøluni Norrønu /v. Beinar Vestergaard í nøkur ár, til hann so aftur fór til skips.
Magni hevur eisini siglt við grønlendskum skipum í fleiri ár, til hann legðist uppi og byrjaði at arbeiða sum sýnsmaður á tryggingini, har hann nú hevur verið í 17 ár.
Í 1969 giftist Magni við Ernu Olsen úr Miðvági, og búsettust tey á Argjum í 1974. Tey áttu 4 børn, Sunrid, Sóley, Leilu og Thorvald.
Í 1998 upplivdi Magni ta stóru sorg at blíva einkjumaður, Erna doyði brádliga bert 54 ára gomul.
Magni hevur í dag 8 abbabørn, og eru tey sera góð við abban.
Ikki sóu vit nógv til babba, tá hann sigldi úti, tí túrarnir vardu í fleiri mánaðar, og hevði hann eina familju at forsyrgja. Í dag er hann altíð klárur at hjálpa okkum, tá vit heita á hann. Hann avheintar abbabørnini í barnagarðinum, arbeiðir upp á okkara bilar og hjálpir til við til at smíða. Eisini er hann altíð klárur at gera mat og leggja hús til brúdleyp, barnadóp, konfirmatión o.l. hjá okkum. Eftir at mamma doyði, hevur hann gjørt alt fyri at halda saman uppá familjuna, og hevur hann klárað tað sera gott.
Vit vóna, at tú fart ein góðan føðingardag, og gleða vit okkum øll at halda dagin saman við tær úti á Argjum leygarkvøldið 11. mars.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum, og alt tað besta framyvir.
Børnini v/familju.