Injector vinna fram á altjóða marknaðinum

- Stór menning er í seinastuni farin fram við teimum væl kendu Injector trollemmunum, sum flogverkfrøðingurin, Helgi Larsen, á sinni designaði. Trý nýggj sløg eru nú komin aftrat, og sølan hevur tikið dik á seg á altjóða marknaðinum, sigur sølumaðurin, Jan-Allan Muller

Vinna

Tað vóru Injector Shark-lemmarnir, ið flogverkfrøðingurin, Helgi Larsen, designaði, sum gjørdust gjøgnumbrotið hjá vágbingum.
Jan-Allan Muller, sølumaður, sigur, at nú felagið hevur trý nýggj modellir á síni vørusskrá, hevur sølan í útnorði og fjarskotnu londunum í Suðurevropu, Miðeystri, Norðurameriku og Suðurameriku vundið væl upp á seg.
Injector-lemmarnir verða í stóran mun framleiddir í Litavia, meðan tilhoyrandi eykalutir og kjølar verða framleiddir í Kina.

Heimsins bestu
- Injector-lemmarnir hava eitt sera gott orð á sær og verða roknaðir sum heimsins bestu, sigur Jan-Allan Muller og vísir á, at teir alla tíðina arbeiða miðvíst við menning og marknaðarføring.
Hann leggur dent á, at kappingin á marknaðinum er sera hørð, og tí er avgerandi, at framleiðslan er nógv betri enn hon, ið kappingarneytarnir kunnu bjóða.
Brúkarin skal ikki vera í iva um sín tørv, tá ið skiftast skal út ella nýtt skal keypast, sigur sølumaðurin.
Injector og Helgi Larsen vænta eisini, at kappingin á marknaðinum fyri trollemmar fer at gerast uppaftur harðari, enn hon er í dag.
- Skulu vit framhaldandi kunna vinna marknaðarpartar og standa okkum í kappingini, er neyðugt at leggja sera stóran dent á menning og marknaðarføring.

Føroyski samleikin
Ein partur av hesum er tann føroyski samleikin hjá Injector, og tað eru framvegis føroyingar, sum standa aftanfyri menningina og marknaðarføringina av Injector-lemmunum.
- Tað at vit eru føroyingar, hevur sjálvandi sín týdning, hóast vit framleiða í eysturlondum, sigur Jan-Allan Muller.
Hann vísir á, at felagið hevur sera gott samstarv við nógvar føroyskar fyritøkur, og soleiðis umboðar trolvirkið Vónin lemmarnar í fleiri londum.
- Sum heild er galdandi, at Injector-lemmarnir geva eina økta veiði í mun til aðrar lemmar, og haraftrat spara teir skipunum fyri orku, sigur hann.

Nógvar bíleggingar
Jan-Allan Muller sigur, at felagið í seinastuni hevur fingið bíleggingar úr londum sum Argentina, Kanada, Ísrael, Sameindi Arabisku Emiratunum, Ruslandi og Peru.
- Aftrat hesum, er eftirspurningurin framvegis stórur í Noregi, Íslandi og Grønlandi umframt í norðurlondum yvirhøvur, sigur sølumaðurin.