Oddagrein: Kann ikki seljast ov bíligt

Tað tykist nærum skelkandi, at fólk nú – í ramasta álvara – royna at greiða fíggjarmálaráðharra okkara frá, at Føroya Banki fyri alt í verðini ikki má seljast ov dýrt. Hetta tí ein slík søla vil forða fyri eini framtíðar menning av bankanum.

Tað líkist í besta føri einum skjótum vegi at ríka privatar lummar, um hetta verður eftirlíkað einum møguligum keypara. Og undir øllum umstøðum er hetta ikki nakað, ið Bárður Nielsen eigur at taka til eftirtektar.

Tað kann aldrin vera uppgávan hjá seljara at áseta prísin niðureftir. Tað ræður fyrst og fremst um at fáa ein góðan prís fyri ognina, ið verður seld. Keypari má sjálvur svara fyri,hvussu nógv hann metir seg hava ráð at gjalda fyri bankan. Mótstríðandi áhugamálini í hesum gera sambært ástøðini, at partabrøv so ella so verða handlað fyri rættan prís.

Hvørja menningarætlan ein møguligur keypari hevur fyri bankan, er prinsipielt líkamikið. Sum brúkarar hava vit altíð frælsi at velja, og keypir ein íleggjari t.d. Føroya Banka somikið dýrt, at hesin hevur vánalig produktir og høgar rentumarginalar, so stendur brúkaranum frítt at flyta peningastovn. Fyri landsbúskapin hevur tað einki at siga, hvar peningaognir ella –skuld hjá fólki eru at finna.

Ræðsluscenario fyri føroyska skattgjaldaran er, um bankin verður seldur ov bíligt. Møguliga við atliti til menningarmøguleikarnar hjá komandi keypara. Tá vil avleiðingin altíð vera, at virði gleppa landskassanum av hendi. Antin tí nýggi eigarin alt fyri eitt niðurkapitaliserar bankan fyri at fíggja sína íløgu. Ella at keyparin selur ognina – sum hann jú fekk ov bíliga – við veldugum kursvinningi. Einum kursvinningi sum annars var ætlaður landskassanum.Landskassin hevur longu forert milliardir burtur í fiskiloyvum. Eingin orsøk er at endurtaka tað mistakið.

Og so kundu vit hóskandi lagt afturat, at tað tykist skilaleyst at hava avmarkingar um ognarpart í sølutilgongdini. Avmarkingar, sum eisini kunnu ávirka prísin niðureftir. Tí tað ber undir ongum umstøðum til at verja seg móti strámannavirksemi kortini. Og hevur ein keypari – umvegis strámenn – fingið fatur á 2/3 av partabrøvunum, so er lætt at broyta viðtøkurnar, soleiðis at avmarkingin um ognarpartin er burturi. Selur tú, so selur tú. Og so kann tað akkurát tað sama gerast fyri besta kursin.

Sosialurin