Í dagsins samfelagi eru tað nógv, sum t.d. stríðast við strongd, spenningshøvuðpínu, troyttleika, veika immunverju, spenningar í kroppinum, høgt blóðtrýst og aðrar smásjúkur, sum mangan hópa seg upp og gerast veruligar sjúkur.
Hetta eru mangan smáskavankir, sum arbeiðsplássið kann vera orsøk til, eitt nú við langum arbeiðstíðum, tíðartrýsti, statiskum arbeiði framman fyri telduni, músaskaðar, langtíðar belastningar o.s.fr Fyritøkan noyðist at gjalda við avloysarum og mangan útbrendum starvsfólkum. Nógvar av hesum sjúkum kunnu við vøddaviðgerð fækkast ella fáast heilt burtur, sigur Gunnvá Zachariasen vøddamýkjari.
Starvsfólkarøkt
Kanningar og royndir vísa, at talið á sjúkradøgum minkar, um hond verður tikið um hesar trupulleikar í góðari tíð. At hugsað verður fyribyrgjandi, bæði til gleði fyri leiðsluna og starvsfólkið. Fyrimunir av vøddamýking á arbeiðsplássinum verða m.a. minni strongd í dagliga arbeiðnum, færri sjúkradagar, færri vøddaspenningar og vøddapína, minni spenningshøvuðpína, meira yvirskot, meira effektiva arbeiðsmegi, og ikki minst glað og nøgd arbeiðsfólk, og eitt positivt arbeiðsumhvørvi.
Hetta kemur undir starvsfólkarøkt, og vísir at arbeiðsplássið brýggjar seg um heilsuna hjá starvsfólkunum. Nakað, sum bæði leiðsla og arbeiðsfólki fáa gleði av, og upp á longri sikt skapar hetta størri fíggarligan vinning fyri fyritøkuna, sigur Gunnvá, sum skraddaraseymar eina samstarvsavtalu við fyritøkurnar.
Gunnvá hevur tikið vøddamýkjaraútbúgving (massør) á Axelsons Institut í Keypmannahavn, ið er størsti og elsti vøddamýkjaraskúlin í Norðurlondum.
Hetta slagi av vøddamýking kallast vanliga klassisk fysiurgisk massaga og lýkur allar treytir frá myndugleikum í Danmark um tímatal í teori og praktik. Axelsons er limur í SAB (Sammenslutningen for Alternative Behandlere). Hon endaði sína útbúgving við próvtøku í anatomi, fysiologi og viðgerð, við lækna sum próvdómara.
Harumframt hevur hon fýra ára sjónleikaraútbúgving frá Statens Teaterskole í Keypmannahavn: Seinastu fimm árini hevur hon arbeitt sum freelance yrkissjónleikari, umframt at hon mangan hevur hildið skeið í rødd, rørslu og drama og hevur royndir við at arbeiða við fólki. Gunnvá var eisini við í teimum fyrstu Pipar & Salt sendingunum hjá sjónvarpinum og sjónleikinum Ginu Søgur.
Meira fæst at vita við at venda sær til: gunnvaz@gmail.com