Fleiri tímar við útvarpi

Mánadagin fer útvarpi undir vetrarskrá sína, og tá fara lurtararnir at fáa fleiri tímar við útvarpi, enn teir fingu til dømis farna vetur.

Í mun til undanfarnar vetrar, tá sent hevur verið til klokkan tíggju, fer útvarpið nú komandi vetur at senda til klokkan ellivu á kvøldi gerandisdagar. Eisini leygarkvøld verður broyting í, tí ein nýggj sending fer í luftina, sum verður send millum klokkan gott tíggju og eitt um náttina.

Nakrar sendingar eru burtur
Stjórin í Kringvarpinum, Jógvan Jespersen, sigur, at skráin í ár annars verður rættuliga meinlík teirra frá síðsta vetur.
- Vit koma at senda eitt sindur longur, og tær flestu sendingarnar, ið vanliga eru á skránni um veturin, verða aftur at hoyra í vetur, so sum Føroyar í dag, 5'arin og Zip. Eisini verða sendingarnar úr Suðuroy og Norðoyggjum, Viðurgerði og Heimabeitið aftur á skránni í vetur, men sendingin úr Eysturoynni hvílur í vetur, sigur Jógvan Jespersen.
Nýggja sendingin, sum verður á skránni seint leygarkvøld, verður ein sending, ið verður gjørd í Klaksvík, og tað eru teir báðir, Gunnar Nolsøe og Fróði Løkságarð, ið koma at skipa fyri henni.
Umframt sendingina úr Eysturoynni er eisini sendingin, Sjónarringurin, við tilfari uttan úr heimi heldur ikki á skránni í vetur, men Jógvan Jespersen sigur, at hetta ikki merkir, at tær eru farnar í søgubókina.
- Vit hava áður gjørt tað, at ein sending, ið hevur verið á skránni í fleiri ár, sleppur at hvíla ein vetur, so tað er einki óvanligt í tí, sigur hann.

Vilja hækka útvarpsgjaldið
Kringvarpsstjórin greiðir frá, at tað eru øktar útreiðslur, ið gera tað neyðugt at skerja eitt sindur í útboðnum av sendingum.
- Vit hava havt sera stórar lógarbundnar lønarhækkingar í fleiri ár, sum vit ikki hava fingið endurgjald fyri á fíggjarlógini, og tí noyðast vit at skerja, sigur Jógvan Jespersen.
Hann váttar eisini, at leiðslan í Kringvarpinum hevur søkt um loyvi til at hækka útvarpsgjaldið við 100 krónum upp í 1.600 krónur. Útvarpsgjaldið hevur seinastu fimm árini verið 1.500 krónur.
Enn hevur Jógvan Jespersen tó ikki fingið svar upp á hesa umsókn, og tí dugir hann ikki at siga, hvussu støðan verður komandi ár.