fáast við stál og sveising, og her eru eisini nógvir arbeiðsmenn, sum taka sær av vanligum viðlíkahaldi av skipum og bátum. - Vit hava sjálvsagt eisini okkara virksemi á Skála og í Runavík, og haraftrat hava [...] num. Umframt smiðju-og bedingsarbeiði, hevur Mest eisini sína sølubúð og goymslu í Havn, og her er eisini høvuðsskrivstovan. Í umsitingarliga partinum starvast eini 20-25 fólk, og tá er teknistovan við [...] bæði frá borgarum og kommunu, og eg haldi, at fólk sum heild eru fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera
bakkastokki, tá tann nýggja og broytta leið 56 verður sett í verk. Hetta er farleiðin hjá kalsoyingum við umheimin. Her verður nú gjørligt at sleppa av oynni og til arbeiðis í Klaksvík og heim aftur eftir loknan [...] boðað frá hesum við lýsingum og á heimasíðuni hjá stovninum. Men tað vísir seg kortini, at fáar viðmerkingar eru komnar frá fólki. ? Vit hava fingið nakrar fáar viðmerkingar og spurningar frá fólki. Men einki [...] hoyring hjá teimum, sum koma at brúka leiðirnar á landi og sjógvi. Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt í
gott lag. Tey sita og hugna sær, spæla tónleik og ganga bara runt og mala," sigur Terji. "Ja, somuleiðis eru tað so nógv kreativ og uppfinnsom fólk her. Tey hava latið seg í stuttlig og øðrvísi klæði. Summi [...] posarenning kl. 7 um morgunin," sigur Lív. Lív og Terji vænta og vóna, at tað góða lagið fer at halda fram í kvøld, og tað ikki verður ov nógv av harðskapi og trupulleikum. [...] "Fólk hugna sær og hava tað stuttligt her á tjaldingarøkinum," sigur Lív Jensen av Toftum, ið saman við Terja S. Jensen somuleiðis av Toftum er ein av teimum mongu vaktunum á G! festivalinum. "Her hevur
hundrað pund ella so. Hann legði til brots um 9-tíðina á morgni, og kastaði við tað seinasta eystfallið og royndi so til vendingina. Og tað gjørdist so úrslitið fyri henda dagin. - Eg fór ikki so tíðliga [...] høvuðsstaðnum, og tí kemur hesin púrasta feski fiskurin væl við hjá teimum, sum dáma hetta til døgurða. Regin stendur tó ikki bert og bíðar eftir at fólk skal koma at keypa. Hann er allatíðina í sving og brúkar [...] seinnapartin. Sum nevnt so harðnar streymurin nú meiri og meiri, men tað hevur so borið til hjá Regini at royna báðu megin kyrrindini. Fiskur og flak Afturkomin á Havnina legði hann við báti sínum fyrst
bilum mátti tí fara til húsa aftur við ruskinum, og hetta vóru menn sum vera man bæði harmir og illir um. Har var tó einki at gera, tí bingjurnar vóru fullar, og eingin møguleiki var at brenna alt hetta ruskið [...] vísti seg skjótt, at her var talan um størri logar enn so, og tí var bert eitt at gera og boða Alarmsentralinum frá. Teir vóru skjótir á staðið og fingu beinanvegin tamarhald á støðuni, hóast eldurin fyrst [...] dag. Á middegi var einki rusk í silo?ini, og ætlanin var at byrja við tømingini av bingjunum nakað eftir middagsleitið. Hetta arbeiðið gekk sum tað skuldi, og nakað seinni vóru allar tær fullu bingjurnar
Saddam Hussein tikin -Irakar rópa, skríggja og gráta av gleði. Hetta er ein ómetaliga stór løta fyri irakar og øll tey, sum arbeiða fyri einum tryggum og demokratiskum Irak sigur Tommy Petersen, sum var [...] stovnum og myndugleika. -Eg haldi tað gongur rætta vegin, men hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð. Irakar eru við at fáa skil á viðurskiftunum og eru so smátt farnir undir at skipa kommunalar eindir og fara [...] demokratiskar stovnar og fáa landið aftur á beint. Men hetta arbeiðið er í gongd og tað kemur at taka tíð. 1. juli í ár fara irakar sjálvir at taka yvir leiðsluna av landinum, og kemur handtøkan av Saddam
nýggju verkætlanunum í sum Ítróttaháskúlanum, Páls Høll og Marghøll í Vági. Hann vónar, at ferðavinnan fer at taka dik á seg, og at menningin heldur fram. Les eisini: Soleiðis tryggja vit Suðuroy ímóti avbyrging [...] sigast at hava verið ein sólskinssøga. Havnarmaðurin og íðkarin, Guðmundur Joensen, sum annars einki samband hevði við Suðuroynna, fekk starvið sum leiðari, og við skúlaársbyrjan flutti hann til Vágs. Sjálvur [...] fingið avsannaðar, sigur hann og vísir á langa bíðilistan, sigur hann. - Eg møti javnan gomlum næmingum í dag, sum enn ferðast suður, tí teir hava fingið so góðar upplivingar og góð sambond á oynni. Har eru
Tað vil siga, at um fólkið sigur nei, so halda skúlarnir fram óbroyttir. Mentamálaráðið er ósamt, og metir at fólkaatkvøðan einans er vegleiðandi, og ætlar at niðurleggja skúlarnar óansæð úrslit. - Tí hava [...] Hósvík og Hvalvík frá, at teirra størv verða niðurløgd. - Okkara tulking er tó, at um úrslitið av fólkaatkvøðuni er eitt nei, so skulu skúlarnir halda fram sum vanligt. Tað vil siga við somu leiðslu og skúlastýri [...] - Vit hava kært málið, tí vit hava eina tulking av avleiðingunum av fólkaatkvøðuni, og Mentamálaráðið hevur eina aðra. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tá hann verður spurdur
Hon er bert eitt samráðingaruppskot, og tey fakfeløg, sum ikki vilja hava eina høvuðsavtalu, tey fáa onga, segði Karsten Hansen við útvarpið á middegi í gjár. Løgnar og mótsigandi upplýsingar má sigast, men [...] er so orsøkin til at tað ikki er samsvar millum tað, sum Fíggjarmálaráðharrin sigur og tað sum annars er komið fram um høvuðsavtaluna? - Eg veit ikki rættiliga, men eg kundi hugsað nær, at tað eru fól [...] var uppi at venda í fjør, og tá lá hon eisini í buktini, sigur hann. Men nær fara tit sjálvir at samráðast? - Tað verður um ikki alt ov langa tíð. Sáttmálin er júst uppsagdur og tað skal kallast til fundar
samgongan og Sjálvstýri løgdu fram pensjónsnýskipanina á tíðindafundi í Almannamálaráðnum í morgun. Formaðurin í Landsfelag Pensjónista leggur dent á, at hann hevur ikki sæð endaliga lógaruppskotið, og kann [...] lagt fram á fundinum í morgun. - Mær dámar illa, at pensjónistarnir verða býttir í fleiri bólkar, og mær dámar øgiliga illa, at fólkapensjónin í mínum eygum verður avtikin. Tí fólkapensjónin, í og við, [...] Arne Thorsteinsson, og leggur afturat. - Í staðin fáa pensjónistar bjóðað okkurt annað í staðin, men tey, sum alt sítt lív hava rindað skatt í tí vitan, at tey fáa fólkapensjón, og eisini hava rindað