- Fínt um eg irriteri fólk

Fyri Hanna Bjartalíð er tað at mála drímegin í at liva. Alneyðugt, meðan tað stendur uppá, men tá málningurin er liðugur, er hann ein vøra, sum kann keypast og seljast, sum so mangt annað. Góðkenningin kemur í aðru røð, og fyribils er Hanni nøgdur við at irritera fólk eitt sindur


Hann festir sær í enn eina sigarett og skeitir eitt sindur forherðaður at sínum málningum á vegginum aftanfyri seg. Typiskar Hanni Bjartalíð myndir, sovorði eitthvørt tvey ára gamalt kundi teknað, vildi onkur sagt
- Ja, hatta havi eg hoyrt nakrar ferðir, men børnum dáma faktiskt yvirhøvur ikki mínar myndir. Tey tíma ikki sovorðið, tey sjálvi kundu havt teknað. Sjálvandi ikki. Eg tími heldur ikki hugnaligar myndir av vøkrum fólkum og landsløgum, eg sjálvur kundi havt málað.
Tað siðbundna órógvar
So í staðin málar Hanni menniskju við alt ov stórum høvdi, onkur manglar ein arm og onkustaðni fara fiskar svimjandi framvið í leysari luft. Naivistiskar, hevur onkur kallað myndirnar, men Hanni er bara lutvíst samdur
- Mínar myndir eru ikki naivistiskar, um man harvið meinar, at tær eru framhald av naivismuni, sum fyrst av øllum var ein uppreistur móti listarligu siðvenjuni í 1800 talinum. Barnsliga úttrykkið líkist kanska, men tað er eitt listarligt mál, eg havi valt, fyri at skapa eitt nakið, knívskorið og rátt úttrykk. Ikki fyri at mótmæla nøkrum sum so.
Listarliga heldur Hanni seg hinvegin hava nógv í felag við sonevndu Art Brut greinina. Art Brut fór heilt yvir í hina gjónna, tá tað ráddi um at dyrka tað sermerkta og einstaka, fullkomiliga leysrivið frá øllum sosialum og mentanarligum ávirkanum. Tann ráa visiónin verður hendan listagreinin eisini nevnd, sum setur øll normalitetshugtøk úr gildi, fyri at koma aftur til tað upprunaliga.
- Flestu av Art Brut málararnum hava verið sinnisjúkir, so í so máta kenni eg ikki nakran beinleiðis skyldskap við teir. Men hetta, at teir vendu blindað eygað til øll listarlig rák og siðvenjur hevur altíð tiltalað meg, sigur Hanni, og leggur áherðslu á, at hansara myndir ikki eru ein roynd at herma eftir barnatekningum.
- Um lítli sonur mín og eg tekna tvær akkurát líka barnsligar myndir av sama fiskitúri, merkir tað ikki, vit hava teknað somu mynd. Hann dugir ikki at tekna øðrvísi. Tað dugi eg, og tí órógva atlit til siðbundnar skuggar, ljós og neyvar smálutir mína tekning. Eg má arbeiða sera hart uppá at gera tað, sum eitt barn ger av sær sjálvum, fyri at fáa okkurt beinleiðis og nakið fram í myndina.
- Harragud, tað er bara ein málningur
Sermerkti stílurin hjá Hanni er úrslit av 20 ára royndum og trimum árum á listaskúla í Finlandi. Hann seldi sína fyrstu mynd sum 19 ára gamal fyri eitt kartong av sigarettum, men hevur verið hugtikin av myndlist, alt hann kann minnast. Og hann var ein heilt lítil smádrongur, tá hann fyrstu ferð sjálvur fann uppá at fara á listaframsýning.
- Eg kann ikki hava verið serliga gamal, tá eg fór á fernisering hjá Hans Jacob Glerfoss á Klaksvíkar Bókasavnið. Eg ánaði ikki, hvat fernisering merkti og líka lítið, hvat ein listamaður var fyri nakað. Eg minnist ikki tær einstøku myndirnar, men ógvusliga huglagið í teimum gjørdi stórt inntrykk uppá meg. Ivaleyst vóru mínar fyrstu myndir eisini ein roynd at líkjast Glerfoss.
Hanni hevur tað rættiliga avslappað við sínum fyrstu málningum, og heldur tað ikki vera pínligt at síggja teir aftur, hóast stílskiftið tykist vera rættiliga kollveltandi.
- Harragud, tað er bara ein málningur, og eg eri ikki nakað heimsnavn við øllum mínum umdømi uppá spæl. At mála er ein gongd, og mínir fyrstu málningar eru dømi um, hvar eg var staddur í míni listarligu gongd tá. Tað órógvar meg ikki, at teir eru vánaligir, tí tað hevði ikki sama týdning fyri meg at mála tá, sum tað hevur nú, sigur Hanni, men leggur eitt sindur hugsunarsamur afturat, at hesin mátin at fata síni gomlu avrik kanska bara ein verjumekanisma fyri ikki at kenna seg so sárbæran.
- Eg má viðganga, at eg eri sera spentur uppá at síggja, hvussu tíðarinnar tonn fer at fara við málningunum, eg havi málað seinastu fimm árini. Teir havi eg lagt alt mítt lív og mína sál í, so tað hevur ein heilt annan týdning, sigur Hanni, sum annars ikki gongur serliga høgt upp í at fáa listarliga góðkenning.
- Eg hevði logið, um eg segði, at eitt vánaligt ummæli ikki rørir meg. Men fyri meg snýr tað seg fyrst og fremst um, at eg trívist við tí, eg geri. So kann góðkenningin koma í aðru røð, og eg vil ikki hava hana fyri einhvønn prís, sigur Hanni, sum heldur vil hava 20 veruliga áhugaðar áskoðarar, enn fleiri hundrað, sum koma at finna sær ein málning, sum hóskar til sofuna.
- Tað hevði verið ræðuligt, um øllum dámdu mínar málningar. Eg skuldi helst ikki verðið orsøk til eina massapsykosu. Men eg veit, at mínir málingar irritera nógv fólk, og tað haldi eg er fínt, sigur Hanni, sum viðgongur, at tá hann letur ein málning av hondum er hann vorðin ein vøra, sum kann keypast og seljast, sum so mangt annað.
Málingurin sum umbering
Hetta skal tó ikki skiljast sum, at málningurin er vorðin týdningsleysur. Tað er hann ikki, tí tað er framvegis sera umráðandi fyri Hanna, at hvør einasti málingur er haldbarur við dýpd og innihaldi.
- Eg verði bara noyddur til at gera meg lidnan við málningin. Trupulleikin við at vera listamaður er, at tú allatíðina ert noyddur at sýna fram og selja málingarnar fyri at kunna liva av tí. Varð tað upp til mín, tók eg frí til bara at mála í eini trý ár, so eg slapp at savna meg um tað, sum hendi millum meg og løriftið og onki annað. Men tá tað ber ikki til, royni eg at fáa tað listarliga og tað praktiska at ganga upp í okkurt slag av eind, sum er til at liva við, sigur Hanni, og sipar samstundis til støddina á málningunum. At málningarnir fyri tað mesta eru rættiliga smáir kemst lutvíst av, at tað ger teir bíligari og lættari at flyta aftur og fram. Smáu myndirnar loyva eisini Hanna at dyrka sín tokka til teknirøðir, har hann kann mála framhaldssøgur við nógvum leiklutum í nógvum rúmum og løgum.
- Løriftið er mín leikpallur, har eg sleppi at avprøva ymsar leiklutir uppá sama máta, sum ein sjónleikari, ímyndi eg mær. Men málningurin er eisini ein umbering fyri at sleppa at lufta nøkrum tonkum ella hugarensli, sum tú helst ikki vilt siga hart, sigur Hanni, meðan prátið vendir aftur til løgnu menniskjuni á myndunum.
Ofta tykist tað sum, at málarin hevur fangað og avdúkað tey í eini støðu, har tey ikki kenna seg serliga væl. Tey eru antin rættiliga kiksaði ella ikki heilt fullfør og tykjast so forfjónaði, at tú tekur synd í teimum.
- Tú kanst eisini venda tí við og siga, at hóast hesi menninskjuni tykjast forfjónað og ófullfør, blóma tey inni í síni egnu lítlu mynd og lítla melankolska heimi. Eg avdúki tey ikki av óreinheit ella skaðafrøði, men tí eg haldi tey vera áhugaverd.
Ivin og frælsið
Tey flestu tykjast vera samd um, at Hanni Bjartalíð er ein einari millum føroysk myndlistafólk. Men sjálvur heldur Hanni ikki, at munurin millum seg og nógva føroyska myndlist er so stórur, sum fólk vilja vera við.
- Munur veldst altíð um, hvat tú samanber við. Nógv føroysk myndlist líkist so nógv hvørji aðrari, at beinanvegin onkur víkir eitt sindur frá, virkar tað ógvusligt og kollveltandi. Fyrstu ferð dáman hjá mær (finsk listakvinna, blaðkv.) var inni í Listaskálanum, helt hon, alt savnið vera eina afturlítandi framsýning hjá sama málara. Av og á skilji eg eisini væl, at tað kann síggja soleiðis út við fremmandum eygum, tí landslagsmyndirnar eru so ráðandi. Tá so eg komi við mínum menniskjum og øðrvísi verum, sær tað út sum eg í alla mátar geri nakað heilt annað, enn øll onnur. Men soleiðis síggi eg tað ikki.
Listarliga heldur Hanni seg liggja tættast at abstraktari ekspressionismu. Hetta er eisini er eitt av eyðkennunum fyri nógv av teimum kendu føroysku myndlistafólkunum, eitt nú Ingálv av Reyni, sum eisini hevur verið ein støðugur íblástur hjá Hanna. Men alt hetta kjakið um stíl hevur ikki serliga stóran týdning fyri Hanna.
- Tað er eitt sindur av eini oyðimarkargongd, um tú heldur teg skula skapa tín egna stíl, tí alt er gjørt fyrr. Ungir málarar royna typiskt at eftirlíkna stílinum hjá stórum málarum, og tað er eisini í lagi, tí tað gevur góða venjing. Men fyrr ella seinni mást tú menna tína egnu hondskrift sum málari, um tínar myndir skulu fáa eitt listarligt haldvirði. Tað er tað, eg allatíðina arbeiði uppá, men tað krevur, at tú torir at líta á teg sjálvan
Lítir tú á teg sjálvan?
- Viðhvørt. Fyrr leitaði eg, tí eg kendi meg ótryggan. Nú leiti eg fyri at koma víðari og fyri at menna mítt egna málaramál. Tíbetur hvørvur tann ørkymlandi listarligi ivin sum frá líður, og okkurt slag av frælsi kemur í staðin
Hvørva fyrimyndirnar eisini?
- Tær broytast allatíðina og fylla minni í huganum. Men eg eri framvegis hugtikin av teimum kvinnuliga føroysku málararnum, til dømis Ruth Smith og Elinborg Lutzen. Mánadúgvurnar hjá Díðriki á Skarvanesi fáa meg eisini altíð at steðga á. Ein frálíkur málningur sum, hóast hann er málaður einaferð í fyrru helvt av 1800 talinum, er fínt boð uppá modernaða list.