- Vit hava kært málið, tí vit hava eina tulking av avleiðingunum av fólkaatkvøðuni, og Mentamálaráðið hevur eina aðra.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tá hann verður spurdur um viðmerking til hví fakfelagið hevur kært Mentamálaráðið til Løgtingsins Umboðsmann.
Formaðurin sipar til fólkaatkvøðuna týsdagin, har íbúgvar í skúlaøkjunum í Hvalvík og Hósvík skulu taka støðu til, um skúlarnar skulu niðurleggjast.
Formaðurin í Lærarafelagnum vísir tó á, at ósemja er um fólkaatkvøðan er bindandi.
- Vit meta fólkaatkvøðuna vera bindandi. Tað vil siga, at um fólkið sigur nei, so halda skúlarnir fram óbroyttir. Mentamálaráðið er ósamt, og metir at fólkaatkvøðan einans er vegleiðandi, og ætlar at niðurleggja skúlarnar óansæð úrslit.
- Tí hava vit kært hetta málið til Løgtingsins Umboðsmann. Vit mugu fáa staðfest, hvør tulking er røtt.
Sum ein liður í niðurleggingina av skúlunum, hevur Mentamálaráðið longu boðað skúlaleiðarunum í Hósvík og Hvalvík frá, at teirra størv verða niðurløgd.
- Okkara tulking er tó, at um úrslitið av fólkaatkvøðuni er eitt nei, so skulu skúlarnir halda fram sum vanligt. Tað vil siga við somu leiðslu og skúlastýri. Tað metir Mentamálaráðið ikki. Tey lena seg upp at eini tulking, ið loyvir teimum at hava eina felags leiðslu fyri allar skúlarnar.
- Tey halda seg hava funnið eina tulking, har skúlarnar verða niðurlagdir óansæð úrslit. Um tað er so, so er fólkaatkvøðan bara til pynt.

Herálvur Jacobsen
- Fólkaatkvøðan er bara til pynt

Herálvur Jacobsen

Herálvur Jacobsen

Herálvur Jacobsen

Herálvur Jacobsen

Herálvur Jacobsen

Herálvur Jacobsen