- Fólk søgdu eingin fór at tíma suður

Tað minnist leiðarin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, Guðmundur Joensen

Á sumri 2016 sá ein nýggjur ítróttaháskúli dagsins ljós í Vági, sum má sigast at hava verið ein sólskinssøga. Havnarmaðurin og íðkarin, Guðmundur Joensen, sum annars einki samband hevði við Suðuroynna, fekk starvið sum leiðari, og við skúlaársbyrjan flutti hann til Vágs.

 

Sjálvur hevði Guðmundur Joensen ongar beinleiðis stúranir ella fordómar um at flyta suður, men hann minnist, at onnur fólk norðan fyri fjørðin ikki trúðu uppá visiónina um ein nýggjan ítróttaháskúla í Suðuroynni.

 

- Sera nógv fólk úr Havnini søgdu við meg, at eingin fór at tíma at koma suður fyri at ganga í skúla. Men hesar fordómarnar havi eg gott nokk fingið avsannaðar, sigur hann og vísir á langa bíðilistan, sigur hann.

 

- Eg møti javnan gomlum næmingum í dag, sum enn ferðast suður, tí teir hava fingið so góðar upplivingar og góð sambond á oynni. Har eru enntá næmingar, sum eru fluttir til Vágs aftaná at hava gingið á Ítróttaháskúlanum, fortelur hann.

 

 

Vágsbygd kann blóma meir

 

Guðmundur Joensen vísir á positivu gongdina í Suðuroy við nýggju verkætlanunum í sum Ítróttaháskúlanum, Páls Høll og Marghøll í Vági. Hann vónar, at ferðavinnan fer at taka dik á seg, og at menningin heldur fram.

 

Les eisini:Soleiðis tryggja vit Suðuroy ímóti avbyrging

 

- Tað hevur stóran týdning, at vit øll hála hesa línuna í felag, líka sum mann hevur gjørt seinastu árini. Mann má trúgva uppá tað, sum mann hevur sett í sving, og positiva avleiðingin hevur víst seg, og hon skal nokk eisini vísa seg í framtíðini. So fer Vágsbygd at blóma enn meira, sigur leiðarin á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy, Guðmundur Joensen.