- Vit hava nú í tríggjar dagar samráðst og víst góðan vilja at finna semju, hóast Fíggjarmálaráðið í stóran mun ikki hevur viljað flutt seg. Nú semingsuppskot fyriliggur, mugu vit harmast um, at hetta uppskotið ikki gevur okkara limum lønarlyftið, ið vit eiga at fáa.
Hetta skrivar Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í tíðindaskrivi í kvøld, nú semingsroyndin slitnaði fyrr í kvøld. Les eisini: Samráðingar slitnaðar: Leggja sjúkrahúsini lamin týsdagin
- Samráðingarnar hava als ikki tikið hædd fyri okkara krøvum. Tað ganga upp til 8 ár, áðrenn nógvir av okkara limum fáa ágóðan av teimum batum, ið Fíggjarmálaráðið skjýtur upp. Okkara krav er sum áður, at okkara limir fáa eitt lønarlyft, ið merkist her og nú, so sjúkrarøktarfrøðingar fáa eitt lønarlag, ið er á støði við aðrar fakbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd, skrivar Óluvá í Gong, forkvinna og heldur fram:
- Svarið er eitt uppskot, ið viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum við einum pennastroki. Tað er greitt, at einki fakfelag kann góðtaka, at limir, ið ábyrgdarfult hava røkt sítt starv í nógv ár, missa allan vunnan starvsaldur. Tað er vorðið okkum greitt, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur okkum í álvara, og at viljin at rætta søguliga skeivleikan als ikki er til staðar, skrivar felagið.
Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skrivar, at teirra limir uppliva hvønn dag, hvussu arbeiðssteðgurin ávirkar sjúklingarnar á føroysku sjúkrahúsunum.
- Men undir samráðingunum er tað vorðið greitt fyri okkum, at Fíggjarmálaráðið hvørki tekur arbeiðssteðgin, okkara limir ella sjúklingin í álvara. Vit kunnu ikki longur standa og hyggja at, meðan støðan bara versnar. Tí kenna vit okkum noydd at herða arbeiðssteðgin, og fráboða tí arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi galdandi frá týsmorgni 21. november kl. 7:00. Tá verða eisini øll undantøk tikin aftur.Hetta verður gjørt fyri at fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran, skrivar Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar í kvøld.