- Fólk hava tað bara stuttligt

"Fólk hugna sær og hava tað stuttligt her á tjaldingarøkinum," sigur Lív Jensen av Toftum, ið saman við Terja S. Jensen somuleiðis av Toftum er ein av teimum mongu vaktunum á G! festivalinum.

 

"Her hevur ikki verið stórvegis ballada. Sjálvsagt er okkurt, men ikki nakað stórvegis," sigur Terji.

 

"Tað var líka í gjár, at ein maður elvdi til eitt sindur av trupulleikum. Tað var ein eldri maður, sum hevði hug til at provokera meira enn gott er," sigur Lív.

 

"Tað er ordiliga stuttligt at standa her. Fólk eru í so góðum lag, at man kemur sjálvur í gott lag. Tey sita og hugna sær, spæla tónleik og ganga bara runt og mala," sigur Terji.

 

"Ja, somuleiðis eru tað so nógv kreativ og uppfinnsom fólk her. Tey hava latið seg í stuttlig og øðrvísi klæði. Summi finna eisini upp á nógv stuttligt. Eitt nú fyrranáttina vóru tað nøkur, ið fingu hugskotið at hava posarenning kl. 7 um morgunin," sigur Lív.

 

Lív og Terji vænta og vóna, at tað góða lagið fer at halda fram í kvøld, og tað ikki verður ov nógv av harðskapi og trupulleikum.