- Fólk koma bara framvið at keypa

Regin Olsen dámar væl at fara á flot við útróðrarbáti sínum Liljan. Honum dámar eisini væl at standa í Vágsbotni og selja fiskin. Her fær ein altíð eitt gott prát við menn, ið hava sama áhuga sum hann, samstundis sum hann sker fiskin til flak.

Havn: Hósmorgunin legði Regin til brots á enn ein útróðrartúr.
Streymurin er harður í løtuni, men tað er kortini roynandi. Nú um vikuskiftið verður hann harðastur í hesum umfarinum.
Henda morgunin setti Regin við báti sínum Liljan kós móti Kirkjubønesi, har hann royndi einar tríggjar fjórðingar suður úr landi.
Men tað var kortini ikki talan um ta heilt stóru fiskiveiðuna henda dagin eini hundrað pund ella so.
Hann legði til brots um 9-tíðina á morgni, og kastaði við tað seinasta eystfallið og royndi so til vendingina. Og tað gjørdist so úrslitið fyri henda dagin.
- Eg fór ikki so tíðliga avstað, tí tað rak so hart í morgun. Eg bíðaði tí til eystfallið var linkað nakað.
- Men tað var kanska ivaleysa tíðliga kortini, sigur Regin, sum var aftur á Havnini um 4-tíðina seinnapartin.
Sum nevnt so harðnar streymurin nú meiri og meiri, men tað hevur so borið til hjá Regini at royna báðu megin kyrrindini.

Fiskur og flak
Afturkomin á Havnina legði hann við báti sínum fyrst at í Vágsbotni, har hann síðani byrjaði at selja fiskin til tey, sum høvdu áhuga í hesum.
Tað er ikki so einfalt at fáa fatur á feskum fiski í høvuðsstaðnum, og tí kemur hesin púrasta feski fiskurin væl við hjá teimum, sum dáma hetta til døgurða.
Regin stendur tó ikki bert og bíðar eftir at fólk skal koma at keypa. Hann er allatíðina í sving og brúkar tíðina til at skera flak, sum hann so eisini bjóðar fram til sølu.
Meðan hann sker prátar hann við fólk, sum kemur framvið. Serliga væl liggur fyri at práta við menn, sum hava sama áhuga í útróðri sum frítíðarítriv og Regin sjálvur.

Ikki fastar kundar
Ójavnt er, hvussu nógv fólk keypa frá honum og ikki minst, hvør tað er sum keypir.
- Nei, eg havi ikki fastar kundar sum so. Tað er rættiliga tilvildarligt hvør keypir fisk frá mær. Onkutíð eru tað tey somu fólkini, tí eg kenni tey aftur.
- Men annars koma fólk bara framvið og keypa feska fiskin ella flak, sigur Regin.
Hinvegin so hevur hann havt ótaldar vitjanir av fremmandafólki, sum fegin vilja avmynda ein útróðrarmann sum selir feskan fisk mitt í høvuðsstaðnum í Føroyum.

Nógvar vinir
At Regin og aðrir útróðrarmenn hava møguleika at sleppa av við útróðrarfiskin, kemur uttan iva av tí veruleika, at tað er so trupult at fáa fatur á slíkum mati í Havn.
Teir kundu sjálvandi roynt at selt fiskin hjá onkrum fiskavirki, ella teir fóru inn á Toftir ella Kaldbak við fiskinum. Men, sum Regin sigur tað: - Hetta er eitt sindur uttanhanda.
- Hjá mær er ikki altíð talan um tær stóru nøgdirnar. Og tí er tað ikki so farligt. Eg sleppi altíð burtur úr tí upp á onkran máta.
- Eg sleppi tó ikki altíð av við allan fiskin, og tí royni eg bara at skera ein part av honum til flak eisini, sigur Regin.
Hann tekur so tað flakið, hann ikki selir við sær til hús, tí sum hann sigur familjan er stór.
- Eg kenni serliga nógv fólk, tá eg havi skorið nógv flak!, sigur hann við einum stórum brosi.