bý og ikki minst at tað varð eydnast teimum at fáa reist hesa serligu standmynd, sum hóskaði hesum býi so sera væl. Borgarstjórin takkaði Eivind Niclasen fyri at hava verið við til at avdúka standmyndnina [...] helt fyri, at hetta var besta gáva til býin og besta ímynd um eina drúgva tíð, sum dúgliga hevði ment hetta land og henda bý. Hann takkaði fyri stórliga heiðurin, honum varð sýndur at sleppa at avdúka hesa [...] og at hann var ein partur av okkara samleika. ? Tann tjóð, sum ikki vil viðurkenna sær sín samleika er illa fyri. Tí var tað umráðandi fyri í fyrstu atløgu fyriskiparnar hjá Føroya Sjómannadigi, at sýna
burtur, stóri pallurin mátti ruddast, og hugsingur var ikki um at byrja konsertskránna, tí ongin hevði hug at vera úti og ráðiligt var helst ikki at hava tónleikarar á váta pallinum millum ljós og leidningar [...] vildi vera við, at hetta var so sorgblítt, at her var av sonnum talan um G! Moll. Men lagið á fyrireikarum, starvsfólki og festivalgestum fánaði ongantíð, og tá klokkan gjørdist 19 sást, at veðrið batnaði [...] Alla tíðina varð tosað um bíðistøðu, men ongantíð hoyrdist nakað um at avlýsa. Og tá klokkan nærkaðist 21, fóru fyrireikarar at tosa um at fáa eina fyribils skrá fyri kvøldið á Spæliplássinum. Djørv á G!
sum tað í Gøtu sunnudagin, at sovorðnar frasur verða funnar fram. Tí tað er einki at liggja omaná, at talan var um eitt sera óvæntað úrslit, serliga tá havt verður í huga, at VB í síðstu viku legði rygg [...] standandi og heimaliðið, at úrslitið kom óvart á. Vágbingar ásanna, at teir høvdu so avgjørt verið nøgdir við javnleik, um hann stóð teimum í boði, og teir dylja heldur ikki, at eitt tepurt tap hevði tað [...] tað væl borið til at liva við. Eftir vánaligu úrslitini síðstu vikuna ráddi tað fyrst og fremst um at styrkja moral og sjálvsálit, og tað kann ikki staðfestast annað, enn at tað eydnaðist teimum og tað
kraft á skotinum, átti Vlada Filipovic helst at vart fyri skotinum, men hann var ov seinur niður, og so var frøi á HB-monnunum. Tór-Ingar í essinum Og satt at siga, so kom Skála seg ongan tíð yvir skelkin [...] ferðina skrúvaði bóltin á tvørtræið, so var sjáldan, at talan gjørdist um veruligar vandastøður. Kalda pøsin Tað var kanska væntandi, at HB-venjari fór at gera okkurt skiftið í steðginum, men fyri fyrst varð [...] munandi minni. Hesa ferð var avrikið í øllum førum nóg gott til at vissa HB trý stig og til at lyfta liðið upp á oddasessin. Og tað má væl sigast at vera meira enn góðkent. Hjá Skála kom ósigurin sum vera man
sum hann hevði havt, svaraði Rógvi, at tað var tað so ikki. - Satt at siga, so hugsaði eg als ikki um, hvørjum eg skeyt ímóti. Við vilja fór eg als ikki yvir at hyggja at, hvørjum eg skeyt ímóti. Tað er nokk [...] fólk við serligum alski til hesa kappingargrein, sum hava hug og stundir at fylgja við í kappingini yvir fleiri dagar, fyri at enda at kunna staðfesta, hvør tað var, sum í longdini var besti skjúttin. Sum [...] Her sá alt fyri eitt út til, at Rói var betri fyri. Eftir at trý tey fyrstu umførini á tríggar ørvar var skotið, var Rói ikki minni enn átta stig, men aftur tóktust nervarnir at spæla honum eitt puss. 18
Hann greiddi eisini frá, at hann mintist væl, at hann sat á konditarínum, og onkur spurdi, hvat hann gjørdi niðri. – Eg segði bara, at eg koyrdi lastbil, eg tordi ikki at siga, at eg læs til pedagog. Men [...] hugsað tankan, at eg skuldi fara at arbeiða við børnum, sum høvdu tað trupult. Eg ætlaði at gerast sosialráðgevi, men eg slapp ikki inn. So slapp eg inn á pedagogskúlan, og so tonkti eg, at so blívi eg [...] segði Ingvald á Kamarinum og helt fram: – Hetta var um sama mundið, sum eg fekk at vita úr Føroyum, at tað var eingin áhugi at stovna slíkan skúla í Føroyum, tí tað var ikki brúk fyri slíkum skúlatilboð
røttum kann sigast at hava verið grundað á bakgrund og førleikar. Menn hava nú einaferð lættari við at velja menn. Sitandi landsstýri er eitt klassadømi um tað! At kvinnurnar ikki eru at finna ella ikki vilja [...] Hyggja vit at teimum 16 kvinnunum, sum hava sitið í landsstýrinum, so hava tær í flestu førum verið væl útbúnar. Vit hava ofta sæð og síggja, at menn verða valdir framum kvinnur, uttan at tað av røttum [...] upp”, siga hesir flokkar. Men, fleiri flokkar eru, sum ongan trupulleika hava við at finna eins nógvar kvinnur sum menn á listarnar. Men sjálvandi vilja kvinnu helst stilla upp har, sum tær síggja, at tær
ómetaliga svár sannroynd. Tey flestu vistu, at tú bardist ein dyst, sum var so torførur at vinna, men ikki vardi tað meg, at hetta skuldi gerast endin. Vit komu at kennast sera væl í fólkaskúlanum. Fóru í [...] tonkum. Vit vónaðu øll inniliga, at tú fórt at koma fyri teg aftur. Eg kundi skrivað nógv aftrat um góðar og stuttligar løtur saman við tær, men orð eru fyri einki at rokna afturímóti tí sakni, ið kennist [...] ov ungur fórt tú. Jórun, Bartal, Petra og Marin, tit máttu nú siga manni og pápa farvæl, og eg rokni við, at tit, eins og vit onnur, velja at minnast Torkil fyri alt tað góða, hann stóð fyri. Hann var eitt
ringt at siga um tær fyritøkur sum í dag leiga tunlarnar. Skrivingin er ikki vend móti teimum - men arbeiðslagi hjá býráðnum tykist sera ódámligt. Kvinnuflokkurin fannst, upp undir valið, harliga at mannagongdum [...] til ífyllu. At skapa meira lendi á havnaøkinum, har lítið av sløttum er fram við bakkanum, varð sera skilagott. Íløgan, sum borgararnir í Fuglafirði gjørdu í 90unum, byrjar nú verðuliga at geva pening [...] pening í kassan. Tað eigur eisini at verða uppgávan hjá býráðnum at umsita hesa ogn hjá borgarunum á skilabesta hátt. Hví tunlarnir skulu seljast nú, táið bankarnir hava smekkað kassalokið í, og sera treyðugt
mannfólkaítriv burturav at koyra á motorsúkklu. Hetta er ikki sannleikin longur, tí tað sær út til, at verða blivið eitt satt mótarák ímillum konufólk at fáa sær koyurikort til motorsúkklu. Ein á stevnuni [...] enn ein, sum helt, at hetta var eitt minni fyri lívið. Tey halda, at áhugin fyri súkklunum og blíðskapurin á ferðini var størri enn tey eru von við á øðrum ferðum og tað fløvaði, siga tey. Ein fortreyt [...] áttu Føroya Ellisakfar tørn at skipa fyri. Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri motorsúkklustevnu, men hetta er tann fjølmentasta, sum hevur verið. 300 motorsúkklur At koyra á motorsúkklu er ein