Jógvan við Keldu
----
Greinin var skrivað áðrenn fíggjarlógaruppskotið kom fram, áðrenn markleysu álopini vórðu gjørd á økini, og komið var so langt út á tunnan ís, at nú var ov mikið hjá tolnu landspolitikarunum uttanfyri høvuðsstaðin – Kortini lati eg hana tó fara út.
Við at eygleiða føroyska samfelagið seinastu árini, so hevur rátt ein sera týðilig gongd, har uppgivni og líkasæla hjá politikarum úti um í landinum hevur bitið seg alt meiri fast, meðan politikarar í Suðurstreymi kollektivt við áhaldni hava brúkt hvønn møguleika, fyri ikki bara at “draga” alt til Havnar, men at aðrir partar av landinum ikki skulu varðveita nakað og enn minni fáa nýíløgur. Enntá skorða onkrir útjaðarapolitikarar undir. - Hetta verður eitt størri bakkast fyri Føroyar.
Borðreitt hevur verið frá serkønum hópi við sterkari fjølmiðlarúmd, at um ikki verður hildið uppat við útbyggingum úti um landið fyri at leggja alt í høvuðsstaðnum, so hava vit framhaldandi fráflyting. “Vælútbúnað fólkið kemur ikki aftur”! – Hesi lítið eggjandi “upprópini” eru ikki serliga gevandi og uttan iva bera alt á skeiva borðið.
Fráflytingin alt størri trupulleiki
Ilt er at meta um frammtíðina hjá samfelagnum Føroyum, eitt er tó staðfest, at meðan vit hava sæð høvuðsstaðin “vaksa upp í slokk”, er ónøgdin hjá teimum, sum høvdu ætlað sær heimaftur týðiliga økt, fráflytingin brádliga størri trupulleiki, samstundis, sum oyrini hjá herbúgvandi føroyinginum verða fylt við, at um ikki alt verður í høvuðsstaðnum, “er onki at koma heim aftur til”.
Politikararnir í Suðurstreymi eru ikki dugnaligari, enn politikarar úti um landið, støðan er, at teir samdir við ávísum embætisfólkum, við sterkum fjølmiðlaáhaldni gera “sítt” arbeiði, samstundis sum politikarar úti um landið ikki samfeldir hava í nóg stórum álvara tikið um niðurpíningina, sita á hondum, og síggja ikki veruleikan, fyrrenn teir vakna við kaldan dreym.
Niðurbróting í hálva øld
Lat meg bara í hesum umfari taka eitt dømi, nevniliga Klaksvíkar Sjúkrahús, sum eg í síni tíð, sat sum formaður í.
Ígjøgnum hálva øld, hava politikarar í høvuðsstaðnum av øllum alvi roynt at fáa hetta sjúkrahúsið, sum hevur virkað sera væl, og sum hevur fólksins uppbakking, niðurlagt. Tað hevur ikki eydnast, men tað, sum tíverri hevur eydnast er, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ikki fingið tann pening játtaðan, sum tað átti, fyri einum øktum framhaldandi rakstri.
Samstundis, hava politikarar í Suðurstreymi billa fólki inn, at fáa vit niðurlagt sjúkrahúsið, so kann Landssjúkrahúsið gerast eitt “ríkissjúkrahús”. Hetta er ikki rætt. Vit eru ídag 48.000 íbúgvar, og um vit so gerast 70.000 fólk, so gerst hetta ikki meiri rætt fyri tað.
Tað kennist næstan sum ein suggesión, tá vit hoyra fólk, sum eiga at vera serkøn, koyra á við, at verður bara alt flutt til høvuðsstaðin og niðurlagt úti um í landinum, og ongir pengar verða brúktir har, so fáa vit eitt meiri nýmótans – ja, enntá sterkari - samfelag, sum øll fara at flyta aftur til. Hetta er hvørki rætt ella so einfalt! – Kanska verður tað tvørturímóti. .
Politikarar úti um landið, “Sitið ikki á hondum so leingi, at sjóvarfallið er runnið og tit saman við okkum øðrum, sum her búgva, vakna við kaldan dreym”. - Tað verður ein ring støða og helst ov sein tá at rætta uppaftur.
Lat meg nú kortini leggja afturat, at tað veruliga er at fegnast um, at politikarar okkara nú seinastu dagarnar, siga “hertil og ikki longur”, tá er skilligt, at nú var ov langt gingið seinastu dagarnar og nú var tolið uppi. Haldið nú fast frameftir og “hálið inn”. – Bardagin er og verður harður!