Tjaldur hongur í

Við einari framúrskarandi verju og enn betur málverja, megnaði Tjaldur at vinna á Stjørnuni í Klaksvík.

Hondbóltur

 

Tað vóru ikki mong, ið spáddu Tjaldur stóran kjans at basa Stjørnuni í teirri egnu borg, KÍ-høllini, undan dagsins dysti. Men Tjaldurskvinnur megnaðu at gera øllum fordómum til skammar. Tað var týðiligt, at tað var í verjuni, at Tjaldur ætlaði sær at vinna dystin. Tær løgdu nógv fyri og megnaðu tað eisini heilt væl. Samstundis góvu tær sær eisini góða tíð í álopinum og spældu skilagott. Ein kundi lætt síggja at hetta frustreraði Stjørnuleikarnar, ið als ikki fingu teirra spæl at koyra, m.a. hevði Stjørnan fleiri støður har tær vóru í yvirtali og ikki megnaðu at skora.

 

Guðrun í serflokki

Tað var tó ein leikari, ið serliga skaraði framúr hendan dagin. Guðrun í Lágabø stóð ein ótruligan dyst í málinum. Hóast málmenn oftani velja at siga, at tað er verjan, ið ger tað lætt hjá málmanninum, var tað einki at taka feil av hendan dagin. Guðrun tók broddin úr álopinum hjá Stjørnuni og bjargaði fleiri 100 % møguleikum. Serstakliga vóru Una Olsen og Bára S. Klakstein stóru syndarnir hjá Stjørnuni hendan dagin.

 

Fyrri hálvleikur rótutur

Fyrri hálvleikur var sera rótutur og var merktur av nógvum tekniskum villum. Stjørnan royndi at koyra skjótt fram og renna Tjaldurskvinnurnar umkoll, men hetta førdi við sær, at sera lítið skil var á spælinum. Tað gekk javnt allan vegin uppeftir og vísti tað seg, at verjurnar vóru góðar hjá báðum liðunum. Beint fyri hálvleik var støðan 8-8 og Tjaldur hevði fingið eina útvísing. Hetta megnaði Stjørnan als ikki at gera sær dælt av og ístaðin gjørdist tað Tjaldur, ið kundi fara til hálvleiks við eini leiðslu uppá tvey mál, nevniliga 8-10.

 

Stígur í hjá Stjørnuni

Stjørnan hevur í fleiri førum í ár víst, at orkan og stríðsviljin hjá teimum er nakað serstakt. Tí var eisini væntandi, at Stjørnan fór at leggja nógv fyri í seinna hálvleiki. Men ístaðin var tað Tjaldur í rann frá beinavegin og tá tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, førdi Tjaldur við fýra málum. Stjørnan royndi at svara aftur og fingu eisini nøkur mál, men nærri enn fýra mál komu tær ikki.

Ta einu løtuna kom veruligur stígur í hjá Stjørnuni. Tær skoraðu ikki í samfullar 15 minuttir, og tað var ikki tí, at møguleikarnir ikki vóru har. Stjørnan fekk tó hol á tá umleið 20 minuttir vóru farnir og skoraðu tríggjar ferð á rað og sat ein við kensluni av, at Stjørnan fór at gera ein lítlan vørr. Tjaldur lat seg tó ikki nerva av hesum og hóast Stjørnan mansvardi Adinu Petrea seinastu tíggju minuttirnir, koyrdi Tjaldur sigurin heim og vunnu tá samanumkom 22-17.

 

Nú sær gott út

Tjaldur hevði undan dagsins dysti 16 stig fyri 12 dystir. Nú hava tær 18 og eru ájavnt við VB í stigatali. Tjaldur kunnu sostatt avgera tað sjálvar, hvørt tær vilja í finaluna í ár ella ikki. Stjørnan er framvegis 5 stig á odda og sær tað gott út. Tó hava tær tapt tveir dystir á rað nú – nakað sum ikki oftani kemur fyri – og tískil verður tað spennandi um hetta kemur at hava ávirkan á næsta dystin, ið er steypafinalan ímóti júst Tjaldrinum. Fyri Stjørnuna umræður tað bara nú at halda fast í fyrsta plássinum. Tað gevur nevniliga tveir heimavøllir í einari eventuellari finalu.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-Tjaldur 17-22 (8-10)

10 min: 2-4

20 min: 6-6

40 min: 11-14

50 min: 13-18

Málskjúttar

Stjørnan: Durita Christophersen 4, Simona Petersen 4(1), Bára S. Klakstein 3, Dianne Møller 3(1), Durita Ljósstein 2, Anna Kristina Samson 1

Tjaldur: Alina Olaru 8(2), Adina Petrea 6, Sára Ann Thomsen 2, Elinbjørg Hammer 2, Marinella Patru 2, Jakoba Langgaard 1

Brotskøst: Stjørnan 2, Tjaldur 2

Útvísingar: Stjørnan 3, Tjaldur 6

Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr