Arbeitt við posti í 36 ár

Í 1962 byrjaði Vilhelm Johannesen sum postmaður. Nú 36 ár seinni skal hann í eina tíð verða settur leiðari á posthúsinum í Klaksvík til dagligi leiðarin kemur aftur úr farloyvi. Og Vilhelm gleðir seg til teir fýra mánaðirnar

Posthúsið í Klaksvík skal hava nýggjan leiðara teir fýra næstkomandi mánaðirnar frá 1. september at rokna.

Dagligi leiðarin hevur farloyvi til 1. januar 1999 og av tí at núverandi avloysari hansara fer úr starvinum, so skal nýggjur leiðari setast tíðina sum eftiri er.

Og maðurin, sum skal røkja starvið er ikki heilt ókendur í Klaksvík, minni enn so.

Hann er eingin annar enn Vilhelm Johannesen.

Vilhelm hevur nógvar royndir. Hann hevur verið postmaður í Klaksvík í nógv harrans ár. Hann hevur verið løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin í nógv ár og eisini hevur hann sitið í landsstýrinum í nøkur ár.

Í ár eru liðin 36 ár síðan Vilhelm fór at arbeiða sum postmaður í Klaksvík, men søgan er eitt sindur longri enn so.


Onnur skipan

Tá Vilhelm byrjaði, sum postmaður, í 1962 vóru viðurskiftini eitt sindur øðrvísi enn tey eru í dag.

Tá vóru postboðini í Klaksvík ikki ein partur av danska postverkinum, sum tá stóð fyri postflutninginum í Føroyum.

Postboðini vóru í starvi hjá teimum, sum høvdu fingið útlisiterað uppgávuna at bera út postin í Klaksvík.

Men í 1967 varð hetta broytt.

Tá »yvirtók« danska postverkið postboðini og saman við mongum øðrum varð Vilhelm settur sum aspirantur til eitt tænastumannastarv; sum postboð.

Aspiranttíðin má hava gingið uppá stás, tí tvey ár seinni varð Vilhelm Johannesen settur í starv sum tænastumaður í danska postverkinum.

Tað vil siga, at Vilhelm nú hevur verið í starvið hjá postverkinum í 31 ár.


Politikarafarloyvi

Men tá hann sjálvur ger upp, so hevur hann ikki verið so leingi.

? Av tí at eg eri politikari, so hevur verið neyðugt hjá mær at taka farloyvi frá postverkinum.

? Eg havi íalt havt farloyvi í eini 7-8 ár, so samanlagt havi eg arbeitt hjá postverkinum í 23-24 ár.

Vilhelm Johannesen hevði farloyvi meðan hann sat sum landsstýrismaður í tvey skeið og seinni, tá hann bæði var formaður í tingbólki javnaðarfloksins og formaður í fíggjarnevndini í umleið eitt ár.

? Av tí at flokkurin var so vælumboðaður á tingi tá, so helt eg tað verða rættast at fara úr starvinum sum postmaður í eina tíð.


Útbúgvingarleiðari

Tá Vilhelm Johannesen var liðugur í landsstýrinum 1. januar 1989 valdi hann at halda frí eina tíð.

? Eg havði tørv á at sleppa at taka tað eitt sindur meira róligt eina tíð, og tí valdi eg at bíða við at far aftur til arbeiðis.

Stutt áðrenn Vilhelm skuldi byrjað aftur hjá postverkinum spurdi táverandi stjórin Esbern Midjord um hann hevði hug at taka við starvinum sum útbúgvingarleiðari.

Skipanin var soleiðis á postverkinum, at leiðandi størv skuldu lýsast innanhýsis fyrst, men har var eingin umsøkjari, og eftir at Esbern Midjord hevði fingið loyvið at lýsa starvið leyst innanhýsis av nýggjum, søkti Vilhelm og fekk starvið.

? Og síðan 1. september 1989 havi verið útbúgvingarleiðari á postverkinum.

Og tað uppgávuna dámar Vilhelmi væl.

Arbeiðsøkið hjá honum erat skipa fyri útbúgvingum postverksins, skeiðvirkseminum og øðrum útbúgvingum.

Afturat hesum hevur Vilhelm um hendi innanhýsis kunningina hjá postverkinum umframt at hann tekur sær av ymsum umsetingaruppgávum.

Men hóast nøgdur, so gleðir Vilhelm seg til uppgávuna, sum stendur fyri framman.


? Gott at verða í Klaksvík eina tíð

Tey árini Vilhelm hevur starvast sum útbúgvingarleiðari hevur hann starvast í Havn øll árini.

Fyrsta árið var arbeiðspláss hansara á Frímerkjadeildini. Síðan flutti hann heim í deildina í miðbýnum, sum tá var høvuðsdeildin og har var hann tey næstu sjey árini fram til 1997.

? Seinasta árið havi eg verið uppi í Idé-húsinum, har postverkið nú heldur til, sigur Vilhelm.

Men sum klaksvíkingur, so er teinurin til Havnar rættuliga langur, og hann gleðir seg til at sleppa undan at ferðast hvønn dag.

? Eg havi ferðast nóg nógv og tí verður gott at verða í Klaksvík í eina tíð, sigur hann.

Men tað verður bert fyri eina tíð. Tí 1. januar 1999 kemur dagligi leiðarin aftur og tá hann er afturkomin fer Vilhelm aftur til Havnar at arbeiða.