Rósa eigur sjálv apuna

Hevði Rósa Samuelsen givið grønt ljós fyri at Levi Johannesen kundi halda fram á stovni í Danmark, var einki rokilsi uppstaðið. Avgerðin verður tikin hjá landsstýriskvinnuni og ikki í Almannastovuni, sum Rósa hevur róð uppundir

Politikkur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


»Almannastovan eigur apuna«.

»Rósa sissar foreldur«.

» - Vit mugu inn at endurskoða mannagongdirnar. Tað kann ikki góðtakast, at foreldrini bara vera kontaktaði og stutt kunnaði um, at børnini skulu heim.«

Hesar yvirskriftir og endurgevingar er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, uppruni til. Málið, sum tað snýr seg um, er um 17 ára gamla Levi Johannesen, sum fyrr í summar ikki fekk longt stovnsuppihaldið hjá sær í Danmark longri enn til 1. oktober.

Dúgliga hevur Rósa Samuelsen roynt at flutt ábyrgdina yvir á Almannastovuna.

Í grein í Dimmalætting vísir rósa samuelsen á, at Almannaráðið bara játtar tá ung fara av landinum, og at á hvørjum ári koma so nýggjar umsóknir ella umsóknir at endurnýggja.

- Vit hava onga ávirkan á, nær fólk verða tikin heimaftur. Tað er upp til Almannastovuna at gera av nær tað er. Men sjálvandi skal eingin heim, um nøktandi tilboð ikki finst her, sigur landsstýriskvinnan við Dimmalætting fríggjadagin 11. september.

Andsøgn er tó í orðunum hjá landsstýriskvinnuni. Tá hon sigur at Almannamálaráðið á hvørjum ári fær nýggjar umsóknir ella umsóknir at endurnýggja, er tað í roynd og veru Almannamálaráðið, ið tekur avgerðina. Og tað er í roynd og veru eisini tað, ið er farið fram í málinum um Levi.


Almannastovan tekur ikki avgerðina

Í lesarabrævi fríggjadagin kemur stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen við nøkrum rættingum.

»Eitt afturvendandi uppáhald í skrivingini hevur verið, at Almannastovan hevur avgjørt at taka fleiri ung heim í úrtíð, mitt í einum skúlaári. Hetta má Almannastovan afturvísa. Vit hava mælt landsstýriskvinnuni til at framleingja øll uppihald hjá ungum á donskum stovni við tilknýttari skúlagongd.

Í tí eina førinum ynskti landsstýriskvinnan tó, at kannast skuldi enn einaferð, um hóskandi tilboð var til drongin í Føroyum, áðrenn hon tók støðu. Tí bleiv uppihaldið í fyrstu atløgu bara longt til 1. oktober, meðan Almannastovan kannaði hjá skúlaverkinum, um serligt skúlatilboð til ung við ADHD og bútilboð á næmingaheimi kundi útvegast. Svar kom frá skúlaverkinum fyri nøkrum døgum síðan. Niðurstøðan varð, at drongurin vegna aldur ikki passaði so væl inn í tann bólkin, sum skuldi byrja í nýggja ADHD-serflokkinum. Upplýst varð eisini, at Næmingaheimið bara er ætlað ungum, sum ganga á Skúlanum á Trøðni. Landsstýriskvinnan boðaði sama dag Almannastovuni frá, at tilmælið hjá Almannastovuni frá juni mánaði um, at játta uppihald í Danmark eitt skúlaár aftrat, var gingið á møti.«

Sostatt er tað í hvørjum føri, tá børn og ung skulu sendast av landinum ella takast heimaftur, avvarðandi landsstýrisfólk, sum tekur endaligu avgerðina, um uppihaldið kann leingjast, ella tað ikki kann leingjast, og Almannastovan sostatt má boða foreldrunum frá, at tað ikki verður longt.

Í hesum førinum hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, biðið Almannastovuna kanna, um nøktandi tilboð var til Levi Johannesen, áðrenn uppihaldið varð longt, og sostatt var hon sjálv orsøk til ruðuleikan, ið stóðst av hesum.


Hans Pauli undrast

Seinasta mikudag setti fyrrverandi landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ið eisini hevur varða av almannamálum í fleiri ár, Rósu Samuelsen ein fyrispurning um júst hetta.

Hann spurdi Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat hon heldur um, at Almannastovan og aðrir stovnar undir almannaverkinum, eru blivnir syndabukkar fyri tær óhepnu avleiðingar av einum politikki, sum hon hevur ábyrgdina av.

Hann sipaði til ákoyringarnar, sum nú hava verið á almannaverkið í eina tíð og hann helt, at Rósa Samuelsen

hevur havt lyndi til tváa sínar hendur og at kasta skyldina yvir á Almannastovuna og aðrar almennar stovnar.

Hetta loypti øði í alt Løgtingið, sum satt at siga húðfletti Hans Paula Strøm.

Upprunin til henda spurning var eftir øllum at døma millum annað hetta dømið, har avgerðin liggur hjá landsstýriskvinnuni, men har landsstýriskvinnan í miðlunum tváar hendurnar og flytir ábyrgdina yvir á fyrisitingarliga partin, sum í hesum førinum var Almannastovan.

- Avgerðir av hesum kalibri skulu umvegis borið hjá landsstýriskvinnuni. Eitt tilmæli kemur frá Almannastovuni, og so ger landsstýriskvinnan av, um tilmælið skal fylgjast ella ikki, sigur Hans Pauli Strøm.