Palleba við skerdan lut sum vanligt

Høgni Hoydal varaløgmaður nevndi í talu síni um § 19 kanningina, at landskassin kom at hanga upp á so at siga alla skuld í samfelagnum, tá kreppan rakti sum avleiðing av áttatiárunum.

 

Bill Justinussen




Høgni Hoydal varaløgmaður nevndi í talu síni um § 19 kanningina, at landskassin kom at hanga upp á so at siga alla skuld í samfelagnum, tá kreppan rakti sum avleiðing av áttatiárunum. Eg vil enn einaferð minna á, at ein bólkur í samfelagnum varð meiri órættvíst viðfarin enn øll hini, tá alt varð gjørt upp, nevniliga sethúsaeigararnir.


Skuldarbundnu sethúsaeigararnir

Hesir vóru fyri tí vanlagnu, at teir av politikkarunum fyrst í 90-unum ikki vórðu viðgjørdir á jøvnum føti við vinnulívið og bankan. Og í veruleikanum vóru hetta teir einastu, sum ein landskassi kundi sigast at hava moralska skyldu mótvegis. Hart spentu sethúsaeigararnir, sum yvir eina nátt mistu helvtina av virðinum í ogn síni orsakað av einum pennastroki á onkrum donskum skriviborði (hetta burdi Høgni vitað alt um, tá hugsað verður um víðagitnu sjónvarpssendingar hansara) vóru veika liðið í ketuni, men hesir fingu onga hjálp. Hinvegin var tað alt umráðandi at bjarga bankunum, sum helst vóru størsta orsøkin til kreppuna. Og við teimum vinnulívinum m.a. fiskavirkjunum.


Føroya Banki svíkur

Føroya Banki fekk um landskassan frá føroyska skattgjaldaranum milliarda-stóra upphædd fyri at kunna avseta til komandi tap. Men hvat gjørdi bankin? Hann avskrivaði í stórum uppá vinnulívskundar, meðan sethúsaeigararnir, sum sjálvandi eisini áttu at verið viðgjørdir eftir sama leisti, framvegis tann dagin ídag mugu knossast við hesi gomlu lán. Nógv standa framvegis í skuld uttan at hava ogn aftanfyri.


Bankaroknskapirnir

í 90-unum

Hyggja vit at roknskapunum hjá Føroya Banka seinastu fimm árini, er tað heilt merkisvert at staðfesta, at høvuðsparturin av teirra óvanliga góðu úrslitum stava frá afturvunnum burturleggingum, t.e. tap, sum allíkavæl ikki eru tap. Hetta merkir, at bankin, tá fólk eru byrjað at fóta sær aftur, so við og við hevur gjørt nógv krøvi galdandi, sum hann annars við peningi úr landskassanum (frá Palleba) ætlandi skuldi strika. Soleiðis hevur bankin umframt hjálpina úr landskassanum eisini fingið innaftur pening, sum hann upprunaliga hevði avskrivað. Við øðrum orðum hevur kreppan positivt givið bankanum dupulta inntøku burturúr sethúsafintuni. Ikki løgið, at Føroya Banki liggur ovast í danska kongaríkinum, tá mett verður eftir eginpeningsavkasti.


Møguleikin framvegis tilstaðar

Møguleikin fyri at hjálpa hesum, sum enn eru í trongstøðu, er framvegis tilstaðar. Tí í nógv tey komandi árini eru hesi jú dømd til at gjalda niður uppá skuld fyri sethúsini, sum onkur annar nú eigur og hevur rindað helvtarprís fyri. Dømini eru fleiri um, at bankin seldi hús fyri 4-500.000, sum stóðu í knappari millión. Eigarin misti húsini og sat eftir við nøkrum hundrað túsund í skuld. Nðggi eigarin flutti inn fyri hálvan prís og situr í dag við húsum, sum aftur hava eitt virði uppá 1 millión. Var tað ikki rímiligt, at bankin strikaði skuldina hjá fyrrverandi húsaeigaranum, tá bankin jú frammanundan hevur fingið fult gjald fyri lánið umvegis landskassan??


Hvat ger landsstýrið?

Landskassin er størsti partaeigarin í Føroya Banka. Hvat gera teir fyri at hjálpa hesum, sum so órættvíst vórðu viðfarin? Onki higartil.


Skal bankin hjá Palleba nú seljast?

Jú, eitt ger landsstýrið. Teir hava nú sett ein arbeiðsbólk niður við tí arbeiðssetningi at meta um virðini av ognum landskassans við sølu fyri eyga. Føroya Banki, sum Palleba hevur goldið í dýrum dómum fyri, og sum í dag er størsti einstaki inngjaldari í landskassan við skatti og vinningsbýti, skal nú seljast til tey ríku. Og helst til onkran, sum í síni tíð skyldaði so nógv, at hann tað sama kundi sanerast og setast í gongd aftur, sum um onki var hent. Hví skal landskassin avhenda hesa ogn alra føroyinga? Hví ikki lata bankan vera almennan, tá ið tað nú gongur so væl, sum tað ger? Tá sleppa vit møguliga undan, at alt ov nógv svans tekur seg uppaftur. Verður bankin nú seldur, er tað bert talan um fullkomið svik móti øllum føroyingum. Nú eiga vit hann øll, tí vit hava øll goldið fyri hann.