7 góð ár, og hvat so?

Vit minnast enn tey glaðu 80-árini, og vit minnast enn betur fyrrapartin av 90-árunum. Men vit gloyma tíbetur skjótt tað illa, og nú gleðast vit aftur um, at tað gongur so væl.

Menniskju eru so ymisk. Summi stúra fyri hvørjum degi, og summi bara gleðast í dag, og hugsa ikki um morgindagin.

Men, tað er ein sannroynd, at vit hava góðar tíðir, og vit hava vánaligar tíðir. Tíðirnar skifta, og vit fáa næstan einki gjørt við tað!

Í 80-árunum var einki óført, vit hildu, at vit kundu alt. Vit kláraðu okkum væl uttan at blanda Gud uppí. Og, hví skuldu vit tað? Tað gekk jú so væl?

So kom 1992, og veitslan var liðug. Vit vóru fleiri, sum sóu, at einaferð fór veitslan at enda, men helst roknaði eingin við, at endin fór at verða soleiðis, sum hann varð.

Nú verður tosað um ein búskapargrunn, og tað er ein góð, vís og bíbilsk hugsan. Men, hvussu ber tað til, at búskapargrunnurin ikki er stovnaður fyri fleiri árum síðani?

Tá Jósef var í Egyptalandi, sat hann í fangahúsi. Sum vit vita, var hann ein droymari. Hann ikki bert droymdi, men Gud opinberaði týðandi ting fyri honum, - í dreymi. Og fangarnir fingu hetta at vita, og teir vitstu, at Jósef kundi týða dreymar.

Men, so droymi Farao ein dreym um sjey góðar kýr og sjey rak og ljótar kýr, - og um sjey góð øks og um sjey tóm øks. Boð vóru send eftir Josefi, og hann segði, hvat dreymurin hevði at týða:

"Tær sjey góðu kýrnar eru sjey ár, og tey sjey góðu øksini eru sjey ár ? hetta er ein og sami dreymur.
Og hinar sjey kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, og sum komu upp aftan á teimum, tær eru sjey ár, somuleiðis tey sjey tómu øksini, ið vóru svidnað av eystanvindi; tí tað koma sjey hungursár.

? Tað er, sum eg segði við Farao: Tað, ið Gud ætlar at gera, hevur Hann latið Farao síggja.

Tað koma sjey ár við stórari yvirflóð um alt Egyptaland.
Men aftan á tey koma sjey hungursár, so at øll tann yvirflóð skal verða gloymd í Egyptalandi, og hungurin skal arma landið út.
Eingin skal minnast yvirflóðina, ið var í landinum, fyri hungrinum aftaná; tí hann skal verða ógvuliga svárur.

Og at Farao hevur havt dreymin tvær ferðir, tað vil siga, at hetta er fast avgjørt av Gudi, og at Gud fer at lata tað henda skjótt.

Nú skuldi Farao valt sær ein skilagóðan og vísan mann og sett hann yvir Egyptaland.
Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður.

Teir skulu, hesi góðu árini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum ? sum ogn Faraos ? og ansa eftir tí.
Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum."

? Hesi orð dámdi bæði Farao og øllum tænarum hansara væl;
Farao segði við tænarar sínar: ?Hvar finna vit ein mann, sum Andi Guds er í sum í honum!"

So segði Farao við Jósef: ?Táið Gud hevur opinberað tær alt hetta, so er eingin líki tín í viti og vísdómi!
Tú skalt standa fyri húsi mínum, og eftir orði tínum skal alt fólk mítt rætta seg; bert hásætið skal eg hava fram um teg."

Framvegis segði Farao við Jósef: ?So seti eg teg nú yvir alt Egyptaland!" 1.Mós.41, 26-41

Hetta er tað, sum vit eiga at gera. Vit skulu stovna ein búskapargrunn, seta pening í grunnin í góðum árum, og hava henda pening at hava til at taka í "hungursárunum", ið koma, so at landið ikki skal ganga til grundar.

Løtingsval verður í apríl, og tá er umráðandi, at tey røttu verða set til at standa fyri "húsi" okkara, Føroyum.