Eg haldi nokk fram at gera sós

Eftir næstan hálva øld í kokkabransjuni gevst Jákup Ziskason nú sum leiðari á kokkaskúlanum í Klaksvík, har hann hevur verið í 28 ár. – Eg rokni ikki við, at eg fari at egna, so eg haldi nokk fram við at gera sós, sigur Jákup Ziskason, sum altíð hevur verið ein nógv umbiðin kokkur til veitslur og borðhald.

Tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani Jákup Ziskason í 1965 tók kokkaprógv.
Hann hevur nú í nærum eitt mannaminni verið leiðari á kokkaskúlanum í Klaksvík, og áðrenn tað var hann kendur sum handilsmaður í býnum.
- Eg byrjaði handilin í 1966 og rak hann í mong ár, eisini eftir, at eg varð blivin leiðari á kokkaskúlanum, sigur Jákup Ziskason.
Og tað var meiri ella minni av tilvild, at hann byrjaði sum lærari í kokkaríi í Klaksvík.
- Fólk í býnum róðu upp undir, at eg skuldi taka mær av einum kokkaskúla, og tað endaði so við, at eg eftir samráð við Fischer Heinesen, sum hevði sjómansskúla í Klaksvík tá, og Fanny Petersen, fór undir ein kokkaskúla her í Klaksvík, sigur Jákup Ziskason.
Framman undan tí hevði eingin skipaður kokkaskúli verið, men bert onkur hissini skeið. Nú varð so lagt á annan bógv.
- Tað byrjaði í 1972 við nøkrum tríggjar mánaðir skeiðum. Hesi skeið vóru beinleiðis miðað ímóti at brúka hjá kokkum umborð á fiskiskipum, sigur Jákup Ziskason.
Men tað var so skjótt, at skeiðini vórðu víðkað til seks mánaðir, og áhugin var so stórur, at neyðugt var at skipa tvey skeið um árið.
- So gekk tað bara slag í slag. Skeiðini vóru fult teknað hvørja ferð, og fólk mátti setast á bíðilista. Í dag er vanligt, at eini 40-50 standa á bíðilista, sigur Jákup Ziskason.

Á Sjómansskúlanum
Fyrstu tíðina helt kokkaskúlin til í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum, men so flutti hann í Tekniska skúla, har hann helt til í trý ár.
- Vit fluttu síðani eitt stutt tíðarskeið aftur í hølini hjá Húsmøðrafelagnum áðrenn vit endaðu her í nýkeyptu hølunum hjá Sjómansskúlanum, og her hava vit hildið til síðani, sigur Jákup Ziskason.
Kokkaskúlin heldur til í niðastu hæddini í bygninginum, og sigast má, at hølini eru væl innrættað til endamálið. Skúlin hevur eisini allar nútímans hentleikar, sum skulu til í slíkari undirvísing.
- Skúlin hevur øll árini tikið 12 næmingar inn á hvørjum skeiði, og tað er markið fyri, hvat passar inn á skeiðini. Onkuntíð hava vit tikið upp í 14 næmingar, men tíðum fellur onkur frá, men pláss er í veruleikanum ikki fyri fleiri enn 12 hvørja ferð, sigur Jákup Ziskason.
Partur av undirvísingini hevur so verið, síðani kokkaskúlin kom í hølini hjá Sjómansskúlanum, at gera døgurða til alla næmingarnar á skúlanum hvønn skúladag. Tað hevur verið fast øll árini, men annars er undirvísingin broytt munandi frá tí skúlin byrjaði.
- At byrja við vóru tað bert mannfólk, ið komu á kokkaskúla. Í dag eru tað framvegis flest mannfólk, ið koma á skúlan, men eisini nógv konufólk, sigur Jákup Ziskason.

Broytt matmentan
At kynsbýtið millum næmingar er broytt er eitt, men eisini sjálv undirvísingin er broytt í samsvar við broyttu tíðirnar.
- Tá eg tók kokkaprógv løgdu vit størstan dent á, at maturin var góður, og at borðreiðingin sá gott út. Í dag verður størri dentur lagdur á matmentan, vørukunnskap og heilsugóðan mat, sigur Jákup Ziskason.
Men hóast stóru broytingar í matvanum, hevur leiðari á kokkaskúlanum altíð lagt stóran dent á føroyskan mat, serliga seyðakjøt.
- Seyðakjøt hevur framvegis nógv at siga á skúlanum. Men eisini har er nógv broytt. Fyri fleiri árum síðani plagdi eg at slakta eitt stað millum hundrað og tveyhundrað seyðir, og tá stóðu fólk í kø fyri at fáa fatur á slambri. Í dag endar meginparturin í ruskbingjuni, sigur Jákup Ziskason.
Í dag slakar hann ikki sjálvur, men keypir krov ístaðin.
Men eisini annar føroyskur matur finnur veg til grýturnar á kokkaskúlanum.
- Vit gera nógv burtur úr bæði fiski og fugli av øllum sløgum, sigur Jákup Ziskason, sum tór setur markið við høsnarungar og harur.

Fjølbroyttir næmingar
Undirvísingin miðar í dag ikki longur ímóti nýtslu umborð á føroysku fiskiskipunum. Fyri nøkrum árum síðani skuldu næmingarnir eitt nú duga at proviantera til ein saltfiskatúr við 28 monnum, hetta er heilt burtur í dag. Í staðin skulu tey duga nógv um vørukunnskap og heilsufrøði.
Eitt annað, sum kortini hevur broytt seg, er samansetingin av næmingum.
- Sum eg nevndi, vóru tað bert mannfólk, sum vóru til tey fyrstu skeiðini. Í dag eru tað ikki bert konufólk, sum læra á kokkaskúlanum, meneisini aldursspennið er vítt. Vit hava næmingar av báðum kynum heilt frá tannáringum upp ti lomanfyri 60 ára aldur, sigur Jákup Ziskason.
Hann heldur, at tað virkar av fínasta slag at hava nakrar tilkomnar næmingar millum tey heil tungu. Tað gevur eina fína blanding.
- Alt er eisini so broytt í dag. Fyrr var tað bara fiskislotin og so hotellini, ið høvdu brúk fyri kokkum, í dag eru kantinur og matstovur á hvørjum horni, og tað eru hesir næmingarnir útmerkað skikkaðir til, sigur Jákup Ziskason.
Í ár verður aftur ein broyting. Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri ársskeiði við einum flokki á 28 næmingar, sum tó eru í tveimum bólkum.

Gaman og álvara
Tað sigur seg sjálvt, at tá tú soleiðis lítur aftur á eitt langt tíggjuára skeið, so er onkur hending, ið rennur lættari í huga enn aðrar.
- Eg minnist einaferð, vit skuldu kóka rullupylsu. Tíverri høvdu vit onga pylsupressu, so eg bað bara ein av næmingunum um at finna okkurt tungt at leggja oman á rullupylsurnar. Nú eg komi aftur síggi eg, at hann hevur lagt eitt kartong av margarin oman á heitu rullupylsurnar. Tað er neyvan neyðugt at siga, at tær ikki vóru serliga væl pressaðar, men haraftur ímóti serstakliga væl smurdar, sigur Jákup Ziskason.
Margarinkartongið passaði so sera væl niður í rullupylsuformin, so hví ikki?
Sjálvandi hevur alt ikki verið ein dansur á rósum, men taæ góðu løturnar hava í ríkiligan mun vigað upp móti teimum ringu.
- Mær hevur dámað hetta sera væl, og eg fari heilt víst at sakna arbeiðið. Men eg var komin hartil, at eg skjótt fylli 70, og tí mátti eg líkasum velja, um eg skuldi gevast her á skúlanum og so hava sum ítriv at gera mat úti í býnum, ella um eg skuldi gevast við tí og halda fram á skúlanum, sigur Jákup Ziskason.

Veitslumat
Men har var kortini lítil ivi, tá til stykkis kom.
- Her á skúlanum eri eg bundin í átta tímar um dagin og skal møta klokkan átta um morgunin. Leggi eg frá mær, kann eg putla við at gera mat til mína egnnu tíð, og so havi eg tvær træðir við nakað av seyði at hugna mær við, sigur Jákup Ziskason.
Hann er púra avkláraður við, hvussu hann skal njóta sítt otium.
- Eg havi seinastu mongu árini javnan gjørt mat til veitslur og borðhald av alskyns slag, og tað fari eg so at halda fram við. Hetta gevur nógv fríari ræsur, samstundis sum eg ikki heilt steðgi upp, sigur Jákup Ziskason.
Hann er sostatt ikki troyttur av mati og matgerð.
- Hvat skal eg gera? Egna? Nei, eg havi gjørt sós alt mítt lív, og tað fari eg nokk framhaldandi at gera, sigur Jákup Ziskason og fer aftur til sínar næmingar, sum hann sigur endaligt farvæl við komandi mikudag.