høvuðsleiklutin í nýggja filminum Fågelfångarens Son, sum nógvir føroyingar hava sæð í biografinum seinastu dagarnar. Men fyri Rudi Køhnke var tað ikki bara sum at siga tað at vera við í hesum filminum [...] filminum, sum er upptikin í Føroyum. Hann stríðist nevniliga við sálarligu avbjóðingina angist, og óttin forðar honum í fleiri gerandisstøðum - millum annað at flúgva. ##med3## Danmarks Radio hevur gjørt sendingina [...] eri allatíð í einum alarmstøðu, har eg vænti, at tað nokk skal ganga illa. Tað hevur gingið illa hjá mær í so nógv ár, so tað er sum eg eri bundin av, at tað skal ganga illa, sigur hann í sendingini. Til
flokk í Føroyum, tí tað hava vit yvirhøvur ikki uppá nakran máta í núverandi løtu. Soleiðis sigur Hjalmar Zachariassen, sum er nýggja valevnið hjá “Framtakinum fyri at velja kannabis”. Limirnir í nýggja [...] tunnil gjørdan norður um fjall. Hann kastaði handklæðið í ringin fyrradagin, tí tað var ov drúgt at gera hetta einsamallur, og nú hevur hann meldað seg í kannabisflokkin. Nýggja valevnið metir seg vera eitt [...] eitt gott íkast til flokkin til valstríðið. - Eg klári væl at fáa teirra sak upp í tað, sum eg standi fyri og stóð fyri í Føroyaflokkinum, og eg kann geva flokkinum politikk. Tað er nokkso torført bara at
matstovuna Barbaru í Gongini, er ætlanin, at teir báðir, Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg, mikumorgunin í hesi vikuni fara at skera fiskarnar uttan fyri Áarstovu í Havn. Um hesa tíðina í fjør, tá Magnus [...] kom hon væl við hjá matstovuni Barbaru í Gongini, sum borðreiddi í fjør heyst við saltaðum føroyabankatoski. Ingvar Joensen og Ólavur Sjúrðarberg eru báðir royndir í leikum við knívinum, og tað krevur sín [...] num man fara at roynast í ár, nú hesin túrurin verður gjørdur, men sum skilst, verður talið av fiskum, sum leirvíkingarnir fara at skera, umleið tað sama sum í fjør. - Aftur í ár verður tað matstovan Barbara
Eystari landsrættur var í Føroyum fyrr í mánaðinum, viðgjørdi rætturin eitt kærumál frá einum manni, sum í Føroya rætti var dømdur fyri misbrúk av tveimum stjúkbørnum sínum. Maðurin varð í Føroya rætti dømdur [...] misbrúkt ein drong undir 12 ár og eina gentu undir 15 ár í eitt longri tíðarskeið, meðan hann helt saman við móðir barnanna. Málið varð lýst úr enda í annan fyri Eystara Landsrætti. Ákærdi, mamman og bæði [...] leggja seg í songina hjá mammuni. Hann er eisini ákærdur fyri blygnaðarskemd móti systur drongsins. Eystari landsrættur kom til nøkunlunda somu niðurstøðu sum Føroya Rættur. Maðurin var funnin sekur í ákærunum
grindastovnin. - Eg eri vísur í, at tað er ikki nakrastaðni í heiminum, at nøkur veiða eftir villini djórum kann skjalprógvast so væl, sum grindadrápið í Føroyum kann skjalprógvast í øldir, sigur Høgni Hoydal [...] eina tøkk! Tað staðfesti Høgni Hoydal, landsstýrismaður í veiðimálum, á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum í dag. Hann heldur, at vit vóru komin í ta støðu, at yngra ættarliðið var dottið eitt sindur niður [...] hvussu burðardygt vit hava dugað at gagnýtt grindina í fleiri øldir. Og hann torir eisini at leggja høvdið á blokkin upp á, at tað er er ikki nakrastaðni í øllum heiminum, har tað hevur eydnast nøkrum at troyta
samkyndum at giftast í Føroyum, eiga bíða til seinni. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður fyri Fòlkaflokkin. Í hesum sambandi spyr hann nú Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu [...] og tað elvir til álvarsaman ótryggleika í einum máli, sum longu frammanundan voldir stórt split í fólkinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Samstundis vísir hann á, at í samgonguskjalinum stendur, at málsøkið, [...] einki í vegin fyri, at landsstýriskvinnan ger eina væl gjøgnumarbeidda hjúnabandslóg, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann leggur afturat, at tá kunnu vit fáa eina lóg, sum fær eina virðiliga viðgerð í Løgtinginum
Eitt veikt brúgvalag liggur yvir Føroyum næstu samdøgrini, men aftaná vikuskiftið verður veðrið óstøðugt og hann veksur um vindin. Fram til fríggjamorgunin: Í kvøld og í nátt lítið lot til gul úr suðri [...] snarar vindurin í ein vestan og útnyrðing. Hitin millum 7 og 10 stig. Mánadagin: Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina veksur til strúkur í vind upp í skríð úr suðri [...] 15 metrar um sekundið. Fyrst turt og í stundum sól, seinni skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig. Týsdagin: Stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind úr útsynningi og suðri
tryggjaðu føroysku hagtølunum eitt stig. Føroyska U16 gentulandsliðið spældi ímóti Wales í venjingarkapping, sum er í Føroyum í hesum døgum. Longu, tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum legði Wales seg á odda [...] Føroysku ungdómslandsliðini, sum eru í menningarkappingum, bæði her á landi, og uttanlands standi seg sera væl, og nógv góð úrslit og stig eru komin til høldar. Í dag vóru tað U16 genturnar, ið tryggjaðu [...] soleiðis frá: "Hornaspark kom væl inn í walisiska brotssteigin, og har var føroyski liðskiparin, Erla Christiansen (myndin), hægst við høvdinum, og hon skallaði bóltin í málið. Hetta var ein góð løta hjá føroyska
eru ákærd í Føroya rætti, skulu svara teimum spurningum, ið verða settir í rættinum, og sostatt kann ein ákærdur nokta av svara einum spurningi. Hetta var ein rættur, ið var dúgliga nýttur í rættarfundinum [...] leiðari fyri átakinum á landi, og sum ákæruvaldið metir er umboðið hjá Sea Shepherd í Føroyum, valdi tó ein øðrvísi leist. Í staðin fyri at svara spurningum, bað hon um at fáa orðið, har hon staðfesti fyri [...] seg til Bern sáttmálan, og harvið skulu stovnar í danska ríkinum virka undir tí sáttmálanum. - Vit eru handtikin av eini danskari løgreglu, og verða roynd í einum donskum rætti. Eg viðurkenni ikki, at g
ku broytingunum, sum spakuliga henda í Føroyum og vísir á, at við verandi gongd, verða vit minni enn helvtina so nógv fólk í aldursbólkinum 16 til 66 sum yvir 67 í 2050. Nú eru vit 4,5 fólk millum 16 og [...] lutfallið í 2050 veður 2,1 til 1. - Demografitreytaðu broytingarnar fram til 2050 sambært fólkatalsframskrivingum Hagstovunnar henda spakuliga ár fyri ár, og tí er vandi fyri at vit ikki merkja álvaran í hesum [...] dømis við at húsaprísirnir vaksa skjótt og stórliga upp um tað støði, um er haldført í longdini, skrivar Búskaparráðið í frágreiðing síni.