Tá Eystari landsrættur var í Føroyum fyrr í mánaðinum, viðgjørdi rætturin eitt kærumál frá einum manni, sum í Føroya rætti var dømdur fyri misbrúk av tveimum stjúkbørnum sínum.
Maðurin varð í Føroya rætti dømdur 18 mánaðar fongsulsrevsing fyri at hava misbrúkt ein drong undir 12 ár og eina gentu undir 15 ár í eitt longri tíðarskeið, meðan hann helt saman við móðir barnanna.
Málið varð lýst úr enda í annan fyri Eystara Landsrætti. Ákærdi, mamman og bæði børnini vóru avhoyrd um aftur, eins og at rættarfrágreiðingarnar úr Føroya rætti vóru lisnar upp.
Fyri at verja børnini vóru avhoyrini av teimum hildin fyri afturlatnum hurðum.
Verjin bað um at maðurin var frídømdur, meðan ákærin bað um at revsingin var herd.
Maðurin er ákærdur fyri annað kynsligt misbrúk enn samlegu móti einum drongi fleiri ferðir, tá hesin kom at leggja seg í songina hjá mammuni. Hann er eisini ákærdur fyri blygnaðarskemd móti systur drongsins.
Eystari landsrættur kom til nøkunlunda somu niðurstøðu sum Føroya Rættur. Maðurin var funnin sekur í ákærunum, tó at Eystari Landsrættur metti, at drongurin hevði broytt frágreiðing, um nær og hvussu longi misnýtslan varð farin fram. Tískil lækkaði landsrætturin dómin úr 18 niður í 15 mánaðir. Maðurin var eisini funnin sekur fyri fleiri føri av blygnaðarskemd móti gentuni, men orsaka av at fyrningarfreistin fyri blygnaðarskemd er fimm ár, og maðurin varð ákærdur meiri enn fimm ár eftir hendingarnar, er hann einans funnin sekur í tí eina førinum av blygnaðarskemd.